hósdagur 26. november 2020síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
8
H
ann
hevur
ikki
luttikið í politikki
fyrr, men Dávur
Juul var maðurin,
sum fekk allarflestar atkvøður
á kommunuvalinum í Fuglafirði.
Hann er vælkendur í b ygd
ini, har hann gjøgnum mong ár
hevur tikið lut í felagslívinum,
sum formaður í kappróðrar
felagnumí mong ár, umframt
hava verið nevndarlimur í ÍF.
Tilstiundandi borgarstjórin
í Fuglafirði er 62 ára gamal og
hevur mongu tey seinastu árini
siglt úti, sum maskinmeistari.
Hann ætlaði at fara ein túr
afturat og so gevast at sigla, men
valið hevur lagað tað soleiðis,
at hann nú hevur framskundað
avgerðina og fer ikki útaftur at
sigla.
-Eg ætlaði at fara ein túr
afturat og so gevast í summ
ar, men nú fari eg so ikki
avstaðaftur, sigur Dávur Juul.
Hann stillaði upp á lista F,
men hann fekk ikki reiðiuliga
høvi at luttaka í valstríðnum
í Fuglafirði. Meðan valstríðið
gekk uppá tað harðasta var hann
út fyri bvrasilsku strondini í
Suðuramerika umborð á einum
gass skipið hjá kanadiska felag
num Teekay Tankers.
-Sjálvandi royndi eg at fylgja
við so fræjt eg kundi, men inter
netsambandið var onki serligt,
so sumt fór afturvið borðinum,
sum eg ikki fekk við. Mín luttøka
undan valinum var tí eitt sindur
avmarkað av fjarstøðuni og
vánaliga internetsambandinum,
sigur hann.
Aðrar forðingar hava eisini
veirð og sum gera, at fundurin
at skipa býráðið formliga ikki
verður fyrr enn í næstu viku.
Koronafarsóttin hevur gjørt,
at nýggi borgarstjórin hevur
sitið í sóttarhaldi síðani hann
kom heim og ikki fyrr enn í gjár,
tá ið vit tosaðu saman, var hann
testaður 6.dagin.
Fuglfirðingur
Dávur Juul er fuglfirðingur –
uppvaksin har og hevur arbeitt
ein part av sínum vaksna lívið
har áðrenn hann fór út at fáa
sær útnúgving og síðani út at
sigla.
Hann gekk í realskúla í
Fuglafirði áðrenn hann valdi at
fara í maskinlæru hjá Meka –
smiðjan, sum tá var í Fuglafirði.
Tá ið hann hevði fingið sína
handverkaraútbúgving fór hann
í 1979 at arbeiða hjá Beta. Beta
hevði tá flakavirki í Fuglafirði,
umframt at felagið átti teir so
kallaðu Kuba-trolararnar.
Skipini vóru útgjørdu og
sigldu út frá Fuglafirði.
-Ja, eg arbeiddi á landi, men av
og á slapp eg eisini onkran túrin
við trolarunum, sum fiskaðu
til ísfisk undir Føroyum. Mær
dámdi sjólívið, so helst var tað
tá eg fekk hug at fara til skips,
sigur hann.
Meðan hann arbeiddi hjá Beta
tók hann tíð úr kalendarinum
at fara til Klaksvíkar at ganga
á maskinskúla. Hann vildi tó
meira og fóri í 1995 til Fredericia
í Danmark at taka fulla maskin
meistaraútbúgving.
Siglt síðani
Komandi borgarstjórin í Fugla
firði hevur so at siga siglt síðani
tá.
Hann byrjaði at sigla hjá Elite
Shipping. Hetta felagið fór av
knóranum. Síðani sigldi hann
hjá Maerskár.
Fyrst og fremst var tað við
gass skipum hann sigldi. Hetta
er farmur, sum krevur at fólk
hava royndir og tá ið Maersk
seldi gass skipini til Kanada,
fylgdi Dávur Juul og teir flestdu
av manningini við.
-Fyri at sleppa at hava
ábyrgdina umborð á slíkum
tangaskipum, so krevjast drúgv
ar royndir. Tað ber ikki til at
koma umborð og fáa ábyrgd
uttanso at tú hevur royndir og
tey førleikaprógv, sum krevjast,
tá ið ein skal sigla við gassi, sigur
Dávur Juul.
Tað vil siga, at síðani at
kanadiska felagið keypti tanga
skipini frá Maersk, hevur hann
siglt í kanadiska reiðarínum.
Men nú gevst hann altso og
fer at vera borgarstjóri í Fugla
firði fulla tíð.
Royndur maður á brúnni
í Fuglafirði men heilt
nýggjur í politikkinum
Dávur Juul verður valdur
til borgarstjóra í Fuyglafirði,
tá ið kommunustýrið
skipar seg í næstu viku
Dávur Juul
verður
nýggjur
borgarstjóri
í Fuglafirði