hósdagur 26. november 2020síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
9
Eldraøkið fær hægstu
raðfestingina hjá nýggja
býráðnum í Fuglafirði
F
uglafjørður er ein av
størstu ídnaðarbygd
unum í Føroyum við
nógvum stórídnaðaði,
sæð í mun til føroyskar kom
munur annars.
Nógvar av fyritøkunum
í bygdini eru tætt knýtar at
havnalagnum, har Havsbrún,
Pelagos, oljuttangarnir, Vónin
og Petur Larsen liggja.
Hetta ger, at nógv vøra fer
inn og úr Fuglafriði hvørt ár – í
fjør eini 800.000 tons tilsamans.
Hesin aktiviteturin munar væl
í inntøkunum hjá kommununi.
-Ja, her koma nógvir pengar
inn, men ein kommuna av
okkara stødd hevur eisini brúk
fyri nógvum pengum, skal hon
kunna veita tær tænastur, sum
krevjast í dag, sigur Dávur Juul,
sum í næstu viku verður valdur
til nýggjar borgarstjóra í Fugla
firði.
Fíggjarætlanin hjá kommun
uni í Fuglafirði javnvigar um
100 milljónir krónur og skuldin
liggur um 60 milljónir krónur
1585 fólk búgva í Fuglafjarðar
kommunu, sum umframt Fugla
fjørð umfatar Kambsdal og
Hellurnar.
-Viðurskiftini í kommununi
eru rættuliga góð, men semja
haldi eg er millum øll í býráðnum
um, at nú er túrurin komin til, at
vit skulu uppráðfesta eldraøkið,
sigur komandi borgarstjórin.
Tað er eitt av teimum mál
unum, sum nú verður farið at
arbeiða við, men onkur verk
ætlan er, sum er um at at vera
liðug.
-Nýggjur skúli er bygdur
og sum eg havi skilt verður
tað arbeiðið liðugt í februar
ella mars. Tað er eitt stórt tak,
men so er ætlanin at fara at nú
tímansgera gamla skúlan – altso
tann frá 1964.
Eisini nýggja ítróttarhúsið
við vøllin verður gjørt liðugt nú
Kommunan er væl fyri tá ið
tað snýr seg um barnaansing við
barnagarði bæði í Fuglafirði og
á Kambsdali.
-Men tað eru sjálvandi
onnur viðurskifti, sum skulu
uppdaterast. Millum annað er
gjørd ein Helli-ætlan fyri Hellur
nar, har ætlan er at hampa um
og fáa áirnar framaftur í ljósið
– tað arbeiðið er so smátt farið í
gongd, men tað eru eisini onnur
smærri ting, sum skulu gerast,
sigur Dávur Juul.
Havnin útbyggjast
Sum nevnt er nógv virksemi í
Fuglafirði knýtt at havnalagnum.
Havsbrún er stóra virki í
bygdini og fyritøkan hevur brúk
fyri meira plássi. Í fjør var sagt,
at helst fer útbyggingini at kosta
meira enn eina hálva milljard.
-Vit kunnu sjálvandi ikki
krevja, at kommunan byggir
havnina út fyri so nógvar peng
ar. Hinvegin má tað vera so
leiðis, at gera vit havnarlagið
og havnarútbyggingina, so eru
tað vit, sum eiga tann partin av
havnini, segði Regin Jacobsen,
stjóri á Bakkafrost, sum eigur
Havsbrún.
Avtalan var gjørd í fjør.
-Sum eg havi skilt, so eru øll
loyvir, sum kommunan skal
geva givin, men tað verður altso
ikki kommunan, sum fer at gera
útbyggingina, sigur Dávur Juul.
Dávur Juul er spentur at
sleppa í gongdc á nýggjárinum,
sum nýggjur borgarstjóri.
-Ja, tað verður nakað heilt
annað enn tað, sum eg eri vanur
við, men eg ætli at brúka alla
mína tíð uppá uppgávuna, sigur
Dávur Juul, sum nú aftur verður
at síggja í túninum í Fuglafirði.
Onnur viðurskifti skulu eisini
raðfestast, men semja er um, at
eldraøkið skal uppraðfestast
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA:
Nr.
Listi
Navn
Atkvøður
1
F
Dávur Juul
78
2
B
Eyðun á Lakjuni
71
3
Á
Sonni á Horni
69
4
F
David Andreasen
67
5
B
Magni H. Jøkladal
56
6
Á
Ólavur Larsen
52
7
Á
Gudny Vang
50
8
B
Edva Jacobsen
49
9
F
Eivin Sigurð Breiðaskarð
49
Nógv virksemi er á havnalagnum í Fuglafirði.
800.000 fara um bryggjukantin hvørt ár
Borgarstjórin í Fuglafirði
Dávur Juul
62 ár
Maskinmeistari
Giftur við Elsu
Trý børn - ein drongur doyði
í ferðsluvanlukku í 2006
Málmaður hjá ÍF
Formaður í róðrarfelagnum í
mong ár
FAKTA