Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 10 JÓLAHJÁLP ÚR SMS Í nógv ár hevur SMS latið familjum við fíggjarligum avbjóðingum jólahjálp. Endamálið við Jólahjálpini er at lætta um og geva børnum møguleika at fáa eini góð og hugnalig jól saman við sínum kæru. Jólahjálpin frá SMS er ser­liga ætlað støkum uppihaldarum við børnum. Tó kunnu pør við børnum eisini søkja. Til samans hundrað SMS- gávu­kort upp á 1.000 kr. verða latin. Frá í dag til og við fríggjadagin 4. desembur ber til at søkja um jólahjálp inni á heima­síðuni hjá SMS, sms.fo. Umsóknirnar verða viðgjørdar í trúnaði. Søkja fleiri enn til ber at veita stuðul, verður Jóla­hjálp­in latin teimum familjum, ið hava størstu avbjóðingarnar fíggjarliga. Jólahjálpin verður send út í viku 50. NØVN Send hugskot, myndir, greinar ella annað til novn@sos.fo Ingibjørg Müller, Kvívík, búsitandi á Mørkini andaðist 23. november, 95 ára gomul. Jóannes Jacobsen, Tórs­ havn, andaðist mán­a­ dagin 23. november á lands­sjúkr­a­húsinum, 47 ára gamal. Annetina Husgaard Andreasen, Fuglafirði, and­a­ðist á Gøtubrá leyg­ ar­dagin 21. november, 81 ára gomul. Trygvi Askham, eldri, ættaður úr Havn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum leygarmorgunin 21. november, 83 ára gamal. Petur Larsen, úr Fugla­ firði, andaðist á Vest­ ur­stovu leygardagin 21. novembur, 89 ára gamal. Absalon í Gerðum, Klaksvík andaðist í heiminum, 43 ára gamal. Jórun Heinesen, fødd Jo­ensen, ættað úr Sandavági, andaðist á Heim­i­num á Sýnini hósdagin 19. november, 80 ára gomul. Eleina Mikkelsen, Tórshavn, andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 17. novembur, 68 ára gomul. Sofus Boesen, ættaður úr Præstø, Danmark, búsitandi í Froðba andadist týsdagin 17. novembur á Tvøroyri sjúkrahúsi, 85 ára gamal. Svanhild Berg, Sandvík, andaðist 16. november, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Birgar Johannessen, Tórshavn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum hósdagin 19. november, 74 ára gamal. Minny Jacobsen, ættað úr Sørvági, búsitandi í Klaksvík, andaðist sunnudagin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 93 ára gomul. Inger Helene Holm Rasmussen, búsitandi á Frederiksberg í Keyp­ manna­havn, ættað av Tvø­royri, andaðist sunn­ u­dagin 15. november á Bisp­ebjerg Hospitali, 78 ára gomul. Kirstin Lisberg, andaðist hós­kvøldið 19. november á Ríkissjúkrahúsinum, 62 ára gomul. Jonna Jacobsen, fødd Zach­ariassen, ættað úr Streym­nesi, búsitandi í Ves­t­manna, andaðist á Grøn­a­nesheiminum, mán­a­dagin 16. november, 97 ára gomul. Daniella Olsen, ættað av Oyrabakka, búsitandi í Hósvík, andaðist á Mørkini sunnudagin, 85 ára gomul. ANDLÁT Leygardagin klokkan 17, let­ur Selma Ellingsgaard máln­ing­ a­fram­sýn­ing upp í Ribarhúsi í Fuglafirði Framsýningin hongur uppi til 31. des­em­bur, og tilber annars at vitja fram­sýn­ing­ina tá húsini eru opin. Hetta er fyrstu ferð, Selma sýnir fram í Ribarhúsi. Selma er av á Eiði og ættarbond eru eis­ini til Fuglafjarðar. Omman í faðirætt var úr Fuglafirði og giftist til Eiðis. Eisini ein abbabeiggi av Eiði, í faðirætt, giftist til Fuglafjarðar. Um seg sjálva, sigur Selma, at før­ oyska nátt­úran, ikki minst bergtakandi náttúran, har hon sleit sínar barna­ skógv­ar, er rótfest í sál og sinni og ó­tøm­andi kelda til íblástur. Hon málar eisini so mangt annað, og er tað bæði figurativt og meira ab­ strakt. Hon elskaði at tekna og mála sum barn og hálvvaksin. Neistin kyknaði veruliga aftur í 2014, tá hon slapp á kvøldskúlaskeið í Havn - Og síðani hevur hon so at siga ikki slept penslinum, greiðir hon frá. Fleiri ár á rað hevur Selma verið á kvøld­skúlaskeiðum, umframt eisini á ein­kul­t­um øðrum listaskeiðnum bæði í Før­oy­um og í Danmark. Harumframt hevur hon leitað sær í­blás­tur á netinum og roynt seg á yms­ um økjum innan málningalist og tekn­ ing. Selma hevur luttikið á nøkrum máln­ing­a­fram­sýn­ing­um í Føroyum sein­astu árini og á tveimum fram­sýn­ ing­um í Danmark í 2019, tá hon var niðri í lestrarørindum. Framsýningin letur sum sagt upp upp klokkan 17, leygardagin 28. nov­em­ ber og er hon opin til kl. 21. – Øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inná gólvið, og vitjandi fáa ein góðan drekkamunn og glögg hetta kvøldið, nú jólini nærkast, siga fyrireikararnir. Selma Ellingsgaard á fyrsta sinni í Ribarhúsi í Fuglafirði Selmu Ellingsgaard kenna vit best úr almenna rúminum sum fyrrverandi forkvinnu í Starvsmannafelagnum. Men hon er eisini listamálarið, og í morgin letur upp listaframsýning í Ribarhúsi í Fuglafirði Jón Magnus Joensen hevur máln­ing­a­fram­sýn­ing í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggj­ a­degnum 27. november til og við mik­ud­agin 2. desember. Heitið á framsýningini er Tórshavn. Teir 30 málningarnir, ið eru við, lýsa høv­uðs­staðin hvør á sín hátt. Nógvir teirra eru stórir. Umframt hesar, so eru onn­ ur 40 smá myndevni við, ið lýsa bý og nátt­úru. Jón hevur havt nógvar máln­ing­a­fram­sýn­ing­ar seinastu góðu tríati ár­ini, harav mangar í Smiðjuni. Hann hev­ur málað frá ungum árum og var á lista­ skúla í Danmark í 2003. Framsýningin letur upp nú fríggja­dagin kl. 15. Jón er argjamaður og býr í dag á Toft­um. Har hevur hann egið atelier. Jón Magnus Joensen í Smiðjuni