Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 11 DAGARNIR EITA FACUNDUS OG GUNTER Dagurin í dag, 27. november, eitur Facundus. Hann var úr Leon í Spania, doyði umleið 300. Hann og ein bróðir hansara vórðu tiknir av døgum við ánna Ceia í Galisia í Norðurspania. Dagurin 28. november eitur Gunter. Teir vita ikki við vissu, hvønn meint verður við. Hann stóð í halga manna tali tíðliga í tíðini, fór burturúr, men kom so seinni aftur. Teir halda tó, at hesin Gunter ella Gunterus hevur vrið navnframur biskupur í Týsklandi og doyði í 1045, 90 ára KLUMMA VAGINA Ja, »kært barn har mange navne«, verður ofta sagt um okkurt, sum er okkum kært og er tað nokk ongin kropps­ partur, sum hevur fingið so nógv ymisk heiti sum tað allarheilagasta staðið hjá kvinn uni, nevniliga: Vaginan Har nýtt lív kemur til verðina. Vegurin til nýtt lív og njóting. Staðið, har ein so sterkur máttur sum seksualiturin hevur búgv og hugur, sum al­ tíð er til staðar. Tó verður hann ofta køvd ur orsakað av elligamlari skuld­ ar­ og skommkenslu og læru­ setningum. Frígering At tora at vera forvitin er ein veg ur til at læra seg sjálva bet­ ur at kenna. Hvat ger tað við náttúruna hjá kvinnuni, tá hennara dýra­ barasta, vakra og mystiska stað verður fjalt? Hvat er tað, sum liggur aftan fyri slørið? Kroppurin er okkara besta njótils isljóðføri, um vit læra okkum at spæla upp á tað. Í nógvum ymiskum ment­ an um er sjálvserotikkur sædd­ ur sum nakað heilt natúrligt. Ein natúrligur máti at kenna og varða um sín kropp. Eisini er tað ein vegur til at koma í sam band við sín seksualitet og finna útav, hvat fjalir seg í inn­ asta njótilsisrúminum. Í gomlu egyptisku skapan­ arsøguni bleiv jørðin til við at sólin elskaði við sær sjálvari, ein vøkur mynd at hava huga. Jómfrúgvin og Skøkjan Hvat fyri fyrimyndir hava vit? Nógvar elligamlar forð­ ingar, sum okkara ment­ an ararvur, moralur og ótti, hava slóðað fyri at nakað so naturilgt sum okkara seksual­ it etur er vorðin eitt misskilt og fjalt fyribrigdi. Innan kristindómin er tann heilaga jómfrúgvin Maria, mamma Jesusar og tann væl­ signaða skøkjan Maria Magda­ lena, vinkona Jesusar, tvær, sum uttan iva hava givið mest íblástur til bæði listina og sum kvinnuligar fyrimyndir. Báð ar hava fingið síni heitið eftir, hvussu tær reint seksuelt vórðu sæddar. Jómfrúgvin tann reina og skøkjan tann vanvirda. At vera tilvitaður um sín egna seksualitet og kropp er vegurin til nýtt lív. At verða góður við sítt egna undirlív og geva tí kærleika og virðing kann vera við til at ein kann seta seg frían frá óskynsamun gomlum mynstr­ um og søgum. Kunnleiki er við til at fyri­ byrgja og tryggja, at vit sum menniskju kunnu taka sunn og góð val fyri egnan kropp frá byrjan til enda. Kunnleiki gevur ræði á egn­ an kropp og vilja. VIVIAN SJÓÐKLETT Sexologur, pedagogur og Kunstterapeutur Kunstterapi.fo Vakra Madonna Tá ið hugsað verður um lívs­ kunn leika, er Taoisman elstu vís indi, vit vita um. Teir gomlu tao istarnir vóru vísinda menn úr Kina. Teir settu saman og mentu eina fullfíggjaða, ná­ grein iliga vísindaskipan við­ víkj andi mati, rørslu, heilsu, ero tikki o.ø. Seksualiteturin er eins og and a drátturin lívstýðandi fyri menn iskjalívið. Til er eitt hav av vísdómi um okk ara seksualitet, sum hev ur ligið fjaldur í fleiri 1000 ár! Teir gomlu taoistarnir vóru ikki nakrir háfloygdir filo soff­ ar. Teir vóru jarðbundnir og vís ind a ligir. Um ein av manna­ gongd um teirra vísti seg ikki at virka, bleiv hon vrakað. Teir brúktu sína orku at kanna og bøta um góðsku at nøkta tørv­ in viðvíkjandi livihátti manna. Kynslimurin (penis) á manni; stødd og snið Tað er rætt, at snið og stødd á kyns liminum eru avgjørd við føð ing. Manskroppurin stegðar at vaksa um 30 ára aldur, men tað ger kynslimurin ikki! Vísindi vísa, at kynslimurin veks ur, líka til maðurin doyr. Jú eldri maðurin blívur, størri blív ur limurin, bæði í longd og tjúkd. Henda menning verður ak­ ti ver að, tá maður ristir og klemm ar um kynslimin at fáa teir síðstu landdroparnar av sær, afta ná hann hevur piss­ að. Nógvir menn bera saman sín kyns lim við aðrar og ynskja sær ein størri, óansæð hvussu stórur hansara egni er. Henda ørkymlan er bæði ó hepp in og óneyðug. Tvey skulu til at dansa tango. Tá tvey elskandi elsk­ ast, kann skeiðin (vagina) laga seg eftir, hvussu limurin er dán aður. Hetta hendir sjálv­ andi ikki eftir eina nátt, men við tíðini, tá tvey læra hvørt ann að at kenna. Um tað kortini er ónøgd við víkj andi tí seksuella í ein­ um parlagi, er altíð gott, at bæði taka ábyrgd. Formurin á kynslimi og skeiðin sum móttakari. Um kynslimurin er trí kant að­ ur ella formaður sum ein blý­ ant ur við breiðum skafti, eru tríggj ar venjingar innan ta o­ ismu, sum kunnu gerast, um ein vil hava størri høvd. Ein soppa­formaður kynslimur hev ur góðan møguleika at stimbra og mýkja skeiðina ­ síð ur og G­punkt ­ væl og virð­ i liga. Venjingar: 1. Klemma kynslimin upp i­ frá og niður móti høvdinum, sum mjólkaði tú eini kúgv. Á henda hátt pressast blóð inn í kyns limahøvdið, sum so við og við blívur størri og størri, til tað fær soppasnið. 2. Klemma skaftið, til tað verð ur gróthart. Klemmar tú tað ofta á henda hátt, hevur tú á haldandi standing. 3. Tá ið tú hevur gjørt hesar venj ingar, kanst tú taka um rót ina á kynsliminum, gleiva langt og sveiggja hann frá síðu til síðu móti lørunum, utt an at tú skalt fáa ilt. Henda venj ing gevur liminum soppa­ form, og hann gerst minni føl­ in, sum eisini hevur við sær, at av gonga verður seinkað. Hetta er bara toppurin av elli gamlari vísdómslæru, sum en n á døgum er til gagns fyri okk um nútíðar menniskju. Gott vikuskifti :) Kann støddin á kynslimi (penis ) á manni natúrliga broytast? Vaginal terapeut Hví er skilagott at venja koku­ botn­in? Jú, har eru fleiri or­ søkir. Hesir smáu vøddar virka sum ein lokaventilur til bløðr­una, bæði hjá monnum og kvinn­um. Í hesum jólaborð­halds­tíð­ um havi eg sum flenni in­ struk­tør nógv um at vera við mín­um flenniskeiðum. Eitt, sum eg m.a. spyrji um, áðr­ enn byrj­að verður við flenni venj­ing­um, er, um nakar vil pissa! Og tað er tí, at láturin er ein luft­ven­til­ur til spentar vødd­ar, og tá ið vit flenna, link­ast vøddarnir, eisini vødd­ar­nir í kokubotninum. So um ein hevur fulla bløðru, er best at tøma hana, áðrenn flent verður :) Við at venja kokuna ber eis­ini til at fáa eina sjúnkaða lív­móð­ur upp á pláss eftir føð­ing, sjúku ella eina skurð­ við­gerð. Vøddarnir verða eisini kall­aðir fyri ástarvøddar. Bæði maður og kvinna kunnu fáa størri njóting og meira burturúr seksuelt, hava tey samband við sínar ást­ar­vødd­ar; møguleiki er fyri at kenna sterkari kyns­ lig­an fulnað – sum varar long­ur. Kokubotnurin kann vera ov spent­ur ella ov linur. Ein sunn­ur kokubotnur er smid­ l­ig­ur sum eitt elastikk. Ein yv­ir­spentur kokubotnur er eym­ur og harður, og tá er tor­ført at taka ímóti njóting. Ofta verður hildið, at koku­venj­ing bert er fyri kvinn­ur, tí at tað eru tær, ið skulu gjøgnum barnsburð. Ella fyri tey, sum ikki kunnu halda sær, tá tey vilja pissa. Men kokuvenjingar fyri menn er ikki nakað nýtt. Hippokratis, sum var grik­ sk­ur lækni frá 300 ára tali­ num f.kr.f., og Galen, ein griksk­ur lækni og heim­spek­ in­g­ur frá rómverjatíðini frá 200 ára talinum e.kr.f., hava skriv­að um, hvussu menn í gamla Grikkalandi og Rom vandu sínar kokuvøddar á bað­istøðum og í fim­leik­ar­ høll­um. Grikska orðið gymnasion merk­ir “at lata fólk gera lik­ ams­venj­in­g­ar nakin”. Hildið varð, at hesar venj­ ing­ar at kreppa og hvíla koku­botn­in vóru góðar fyri bæði kroppin, sexlív og ands­lív­ið, ja, vóru enntá við til at leingja lívið. Styrki­venj­ ing til kokubotnin er “fit­ ness” til kynslívið. Nøkur heilt ítøkilig dømi, har venjingar við koku­botn­i­ num kunnu gagna monnum: Hevur ein trupulleikar av at fáa avgongu ov tíðliga, kann ein orsøk vera, at koku­ botn­urin er ov yvirspentur. Og tá ræður í venjingum meira um at fáa vøddarnar link­aðar. Og eru vøddarnir hin­veg­in ov linir, kann tað á­virka møguleikan at fáa stand­ing. Ein sunnur og smidligur koku­botn­ur hjá kvinnum er við til at gera skeiðina liðiliga og broytiliga. Er koku­botn­ ur­in sunnur, kann skeiðin broyta seg eftir, hvønn partn­ara hon hevur. Hon lag­ar seg eftir og fevnir – utt­ an mun til stødd og snið. At venja sín kokubotn hvønn dag er ein góður vani, ein kann venja hvar og nær sum helst. Tað krevur hvørki skógv­ar ella flottar renni­ buks­ur. Góða venjing ;) Ástarvøddin Kritiska røddin er tagnað Fyrr í vikuni bórust deyðsboðini av Jó­ ann­es Jacobsen, sum var farin, bert 47 ára gamal Jóannes Jacobsen var bú­skap­ ar­frøð­ing­ur, og hann var kend­ ur sum ein kritisk rødd, sum ikki smædd­ist fyri at finnast pol­it­iska mynd­ug­leik­a­num, um hann helt tað vera upp á sítt pláss. Serliga hvassorðaður kundi hann vera um tær skipanir, sum pol­it­iska valdið hevði í um­búna at seta í verk, um hann ikki helt, at tær vóru til frama fyri land og fólk her í Før­oyum. Hann var sjónligur í almenna rúm­inum sum við­ merkjari og dugdi sera væl at vera kritiskur í mun til eitt nú fíggj­arlóg, fiski­vinnu­ný­skip­an og annað, sum rørdi seg í sam­ fel­ag­num. Kritikkurin bygdi á vísind At tann fakligi grundvøllurin hevði nógv at siga fyri Jóannes Jac­ob­sen, var einki dulsmál. Sum vin­maður hansara, Heini Há­tún, skrivaði í minn­ing­ar­ orð­um á Facebook í vikuni. “Jóannes hevði sín deiliga greiða kant úteftir, og talaði síni greiðu orð. Hetta var alt, tá sam­um­kem­ur, grundað í rætt­ vísari hugs­an og einum heitum hjarta. Jóannes visti hvat hann gjørdi. Føroyar hava mist ein kapp­a, ein ide­alist, eina fakliga kempu, ein und­ang­ong­u­mann, ó­svitaliga kjøl­fest­ur í ynskjum um at røkja okk­ara land og til­ feingi á bestan hátt. Hann var á eini ferð at toga okk­um fram, at læra okkum nýtt, at bróta sið­venjur, ið kunnu forða okk­ ara framburði. Í síni prosess, slett einki sjálv­h­á­tíð­ar­lig­ur og ikki bangin at siga sína hjartans meining, hó­ast hetta trýsti á størstu valds­á­huga­mál her á landi. Jó­ ann­es fór ikki út við nøkrum, utt­an at tað var stálsett í sera góð­ari vís­ind­a­lig­ari grund. Hans­ara virki og hans­ara stremban var altíð við tí alla­r­ bestu intentión um, hvat er tað besta fyri okkara fólk og land.” Havnarmaður og familjumaður Jóannes Jacobsen var havn­a­r­ mað­ur og búði bróðurpartin av barn­a­árunum í Birnugøtu við Sunds­vegin. Í barnaárunum fór nógv tíð hjá hon­um við at spæla fótbólt. Hann var HB’ari og var ein av stuðl­u­num á einum sjáldsama góð­um árgangi hjá barn­dóms­ fel­ag­num, sum vann føroy­a­ meis­t­ara­heitið at kalla á hvørjum ári. Á ungum árum gekk leiðin til Keyp­mannahavnar, har hann fór at lesa búskaparfrøði. Hetta hevði hansara áhuga, og hann var kendur fyri at vera fak­liga ógv­uliga væl fyri. Afturkomin til Føroya fekk Jó­annes starv sum á Fróð­skap­ ar­setr­i­num, har hann fram til nú hev­ur verið út­búgv­ing­ar­ leið­ari í bú­skap­ar­frøði. Áður hev­ur hann eis­ini eitt nú starv­ ast sum skriv­ari hjá Bú­skap­ar­ ráð­num. Jóannes Jacobsen var giftur Marj­un Dalsgaard, tíðind­a­ kvinnu, og tey eiga dóttrina Jónu, sum er sjey ára gomul. Sakn­ur­in verður størstur hjá teim­um, nú maðurin og pápin er farin um sýn. Frið­ur verið við minninum um Jóannes Jacobsen. 1. Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum