hósdagur 26. november 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
16
HUGSI
UM FOR
ELDRINI
Marna S. Knudsen, 51 ár:
Ja, eg fari, tí eg vil verja meg
móti covid-19. Men, eg vænti
kortini ikki, at eg verið hin
fyrsta, sum fær koppsetingina.
Eg bíði helst til, at nøkur eru
koppsett. Hugsi ikki nógv
um hjáárin. Foreldur míni eru
gomul, og teimum vil eg ansa
væl eftir.
VIL
GANGA
UNDAN
Karsten Hansen, 76 ár:
- Ja, eg vil lata meg koppseta.
Fyrst og fremst tí, tað liggur
til mín at ganga undan. So
er tað aldurin og tað, at míni
nærmastu halda, at eg eri í
vandabólki, tí eg havi fingið
bay-pass skurðviðgerð. So, fyri
meg er hetta ein løtt avgerð.
HUGSI
IKKI UM
ÁRIN
Dánjal Húsgarð, 79 ár:
- Ja, eg fari at lata meg
koppseta,
nú
eg
nærkist
teimum 80. Eg hugsi ikki um
møgulig hjáárin. Um eg gjørdi
tað, hevði eg ikki sagt ja til
koppseting.
HEILSU
STØÐA
OG
ALDUR
Jákup Mortensen, 79 ár:
- Ja, eg fari at lata meg
koppseta, bæði vegna mína
heilsustøðu og aldurin, sum er
79. Eg fái kemo við hjáárinum,
sum eg havi taklað væl, tí eg
visti, hvat tað var. Sama hevði
verið við koppsetingini móti
covid-19.
SAM
FELAGS
SKYLDA
Bergur Jacobsen, 73 ár:
- Sjálvandi fari eg at lata meg
koppseta. Fyri tað fyrsta tí,
eg hoyri til hávandabólkin,
men eisini tí, at eg meti tað
sum eina samfelagsskyldu.
Eg hugsi um tað stórverk,
sum Dr. Magnussen, eisini
nevndur
“tuberklalæknin”,
framdi í samband við sjúkuna.
Hevði tað verið sjálvboðið hjá
fiskimonnum at latið seg kanna
og koppseta tá, hevði tað helst
tikið munandi longri tíð at bast
tuberklunum.
VikuskiftisSosialurin hevur spurt nøkur fólk, um tey fara at lata seg koppseta
móti koronu, tá koppingarevnið kemur. Spurningurin, vit hava sett, er hesin:
Fert tú at lata teg koppseta móti covid-19, tá koppsetingin kemur?
Um ja - hví?
Um nei - hví?
TORIR TÚ AT
TAKA FYRSTU
SPOYTUNA?
LAGT TIL RÆTTIS: VILMUND JACOBSEN