hósdagur 26. november 2020síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
17
EIN
SKYLDA
Joel Undir Leitinum, 48 ár:
- Svarið er ja. Eg hevði latið
meg koppsett, og tað haldi eg,
at vit hava skyldu til.
Fyllir spurningurin um møgulig
hjáárin nakað?
- Nei, hann fyllir einki.
IKKI
FREMST Í
RØÐINI
Lív Jacobsen, 66 ár:
- Eg fari neyvan at stilla meg
fremst í køini til koppseting.
Heilsan er góð. Eg taki ongan
heilivág
og
hevði
heldur
viljað, at fólk, sum veruliga
eru í vandabólki, sleppa fyrst
framat.
GJARNA
FYRSTUR
Sverri Láadal, 78 ár:
- Ja, eg fari at lata meg
koppseta. Tá læknar siga, at
hetta er ein fyrimunur, serliga
hjá eldri fólki, geri eg tað eisini.
Eg hevði einki havt ímóti at
verið fyrstur, um so var. Eg
havi siglt kring knøttin og havi
fingið koppsetingar fyri bæði
eitt og annað, og eg veit einki
um nøkur hjáárin yvirhøvur.
KENNA
IKKI ÁRIN
Malan Oscarsdóttir úr
Dalinum, 34 ár:
- Nei, eg fari ikki at lata meg
koppseta.
Koppsetingin
er
nýggj, og hjólini mala sera
skjótt.
Eingin
veit,
hvørji
langtíðarhjáárin kunnu verða.
Umframt hetta, eru danskar
kanningar,
sum
vísa,
at
møguleikin fyri deyðsfalli av
koronu fyri fólk undir 70 ár er
0.00082%. Fyri tey, ið eru eldri
enn hetta, eru tølini tó hægri.
Støðan við smittu í Føroyum
er góð í løtuni, og eg haldi, at
vit eiga at vísa serligan ans
fyri teimum eldru og veiku
í samfelagnum - ikki við
koppseting, men við vanligum
skilagóðum atliti. Tað finst
einki svart ella hvítt, rætt ella
rangt. Tí er umráðandi, haldi
eg, at øll hava frælsi til at ráða
yvir egnum kroppi.
HAVI
HAVT
KORONU
Jóhannes Jensen, 58 ár:
- Nei, eg fari ikki. Eg havi havt
koronu og havi andevni móti
virusinum. Sannlíkt eri eg
ikki millum tey, sum gerast
álvarliga sjúk av koronu.eg, at
øll hava frælsi til at ráða yvir
egnum kroppi.
VIL VERJA
ONNUR
Sólvá Lindeskov Róadóttir,
25 ár:
- Ja, eg vil lata meg koppseta,
um tað verður tilrátt mær. Eg
havi eina ommu á ellisheimi
og ein abba, sum eg gjarna vil
gera alt fyri at verja. Um mín
koppseting kann verða við til
at verja onnur rundan um meg,
geri eg tað gleðiliga.
SKYLDA Í
RØKTINI
Anja T. Vidtfeldt Kvilt, 42 ár:
- Við tað, at eg starvist í
eldrarøktini, føli eg tað sum
mína skyldu at lata meg
koppseta. Hevði eg havt annað
starv enn á heilsuøkinum, hevði
eg helst bíðað, til størri vitan
var um møgulig hjáárin.
JA - EG
FARI
Olaf á Stongunum, 68 ár:
- Ja, tað hevði eg, tá eg hoyri
upp í tann bólkin, sum er
omanfyri 60.
ERI Í
VANDA
BÓLKI
Hanus Vang, 73 ár:
- Ja, eg fari, tí eg eri í vandabólki.
Men, hevði eg verið sloppin til
blóðroynd fyri at vita, um eg
havi havt koronu, sum eg haldi,
at eg havi havt, hevði verið
lættari at gjørt av, um eg hevði
tikið av koppseting. Eg haldi tað
vera løgið, at kommunulæknar
ikki kunnu senda fólk til hesa
blóðroynd.
HAVI
SJÚK
LUNGU
Gunnvá Eiriksdóttir, 60 ár:
- Ja, eg fari at koppseta meg,
tí eg havi sjúk lungu. Eri eitt
sindur stúrin fyri hjáárinum,
nú alt er so nýtt. Men, eg
stúri meira fyri koronu enn
koppsetingini.
Eg
heilsi
koppsetingini vælkomnari - og
ynski koronu, har piparið grør.
EG TORI
IKKI
Turið í Kongsbø, 31 ár:
- Nei, eg fari ikki, tí eg tori
ikki at verða koppsett, fyrr
enn vitanin um koppsetingina
og um covid-19 yvirhøvur er
vorðin størri. Hevði ein lækni
vent sær til mín beinleiðis og
hevði mælt mær til koppseting,
hevði eg framvegis ivast.