hósdagur 26. november 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
18
VILMUND JACOBSEN
N
ývaldi borgarstjórin í
Eysturkommunu, 30
ára gamli, Per Martin
Gregersen, fyllir 31 ár
hin 16. desember í ár. Hann er
uppvaksin í Norðragøtu og er
sonur Jógvan og Sigvør Greger
sen. Pápin hevur í nógv ár verið í
saltfiski og eigur saman við Jens
Martini Knudsen Vaðhorn Sea
food á Strondum.
Tað er her, at Per Martin
Gregersen er í starvi sum sølu-
og marknaðarleiðari, eftir
fyrst at hava nomið sær mið
námsskúlaútbúgving á Fiski
vinnuskúlanum í Vestmanna
og seinni eina útbúgving sum
marknaðarføringøkonomur í
Odense við starvsvenjing í Italia.
Giftur og eigur børn
Umframt at vera gøtumaður, tó at
honum dámar best at vera róptur
eysturbúgvi, nú hann er vorðin
borgarstjóri í felagskommununi,
hevur Per Martin Gregersen eisini
ættarbond í Leirvík, haðani abbin
í móðurætt er.
Nývaldi borgarstjórin er
onga løtu í iva um, at bygdirnar
í felagskommununi hava eina
bjarta framtíð, tí hetta eru bygdir
við røskum og dugnaligum fólki,
ið hava víst sínar dygdir og
prógvað síni virði, bæði í vinnu
lívi, felagsítrótti og mentan.
Per Martin Gregersen er
giftur Ingu úr Fuglafirði, fødd
Beder. Tey eiga synirnar, fýra ára
gamla, Signar Gregersen og tvey
ára gamla, Jóhann Gregersen.
Ungu hjúnini hava verið saman
heilt frá blaðungum av - ja, helst
í eini 15 ár, og tey giftust í 2015,
sum fyrstiføddi kom í 2016 - ella
júst eftir bókini, vildi onkur sagt.
Gjørdist fyrstvaldur
Tríggir listar stillaðu upp á kom
munuvalinum í Eysturkom
munu hesaferð og borgaralistin,
sum hevði eina blanding av fólki
úr ymiskum politiskum heraðs
hornum, fekk seks av níggju
býráðslimum, har Per Martin
Gregersen gjørdist fremstur
við 122 atkvøðum - og Magnus
Skoralíð endaði á øðrum plássi
við 118 atkvøðum.
Á kommunuvalinum í 2016
var Per Martin Gregersen eisini
uppstillaður á fólkaflokslista
num í Eysturkommunu, men í
fyrstu royndini gjørdist ungi
maðurin nakað stuttur við 35
atkvøðum. Listanum vantaði
nakrar fáar atkvøður í at fáa
fjórða umboðið. Jóan Magnus
Rasmussen í Leirvík gjørdist
tá eykamaður, og Per Martin
Gregersen gjørdist næsti eyka
maður.
Í valskeiðnum, sum nú gong
ur móti endanum, hevur tað
kortini eydnast unga manninum
nakrar ferðir at verið við til
viðgerðum í býráðnum, tá Jóan
Magnus Rasmussen sum fyrsti
eykavaldur hevur latið honum
sessin.
Vildi royna aftur
- Tað er eingin loyna, at mín
áhugi fyri býráðsarbeiði er
stórur og tíðin, eg eri sloppin at
snodda til býráðsarbeiði, hevur
styrkt mín áhuga. Eg havi altíð
sagt, at ætlar tú tær at gera mun
á teimum økjum, tú brennur
fyri, mást tú vera har, sum av
gerðirnar verða tiknar.
Eftir at Per Martin Gregersen
fyrstu ferð hevði stillað upp í
2016, var hann ikki í iva um at
royna aftur, og hann dylur ikki
fyri, at hann hesaferð ætlaði sær
inn at gera sína ávirkan gald
andi.
- Men, eitt er brennandi
áhugin. Annað er at fáa undir
tøku fyri tí, tú stendur fyri og
teimum málum, sum liggja tær
nær. Vit á borgaralistanum settu
okkum nøkur mál, sum vit vilja
arbeiða fyri, og eg fegnist um ta
undirtøku, vit fingu á valinum.
Per Martin Gregersen er sera
fegin um møguleikan og álitið,
hann hevur fingið at gerast
borgarstjóri hesi komandi fýra
árini.
- Vit eru øll vald sum
eysturbúgvar at tæna okkara øki,
og hóast vit á borgaralistanum
koma úr ymiskum politiskum
heraðshornum, síggi eg als ikki
tað sum nakran trupulleika.
Hetta snýr seg ikki um parta
politikk, men um at tæna okkara
felagskommunu sum best og
mest, soleiðis at umstøðurnar
hjá okkum øllum gerast tær
bestu sum hugsast kunnu, sigur
hann.
Breiður veljaraskari
Nývaldi borgarstjórin er takk
samur fyri ta hjálp og tann
stuðul, hann fekk í valstríðnum,
bæði í familjuni, millum vinir og
kring um í allari kommununi.
- Eg royndi at vera sjónligur í
valstríðnum. Eg vísti meg mill
um fólk, prátaði við fólk, og eg
hevði góð fólk at hjálpa mær
og reka fyri meg, viðgongur Per
Martin Gregersen, sum sigur seg
vilja gera sítt til, at øll tey valdu
í býráðnum verða saman um at
lyfta tær uppgávur, sum liggja
fyri framman.
Á valkvøldinum vóru nógv
fólk inni á gólvinum hjá unga
manninum í Norðragøtu, og tey
vóru eisini mong, sum á annan
hátt ynsktu honum tillukku við
góða valinum.
- Hóast eg eri ungur, havi eg
eina kenslu av, at tær 122 atkvøð
urnar, sum fullu mær í lut, eru
rættiliga spjaddar, og tað eru
fólk í øllum aldri, sum siga, at
tey veittu mær stuðul. Tað eri
eg serstakliga takksamur fyri,
sigur Per Martin Gregersen,
sum heldur tað vera hugaligt,
at tað hesaferð eydnaðist at
skipa ein sterkan borgaralista
við ymiskum politiskum hug
sjónum, sum fólk í breiðum høpi
tóku undir við.
Ein góð manning
Nývaldi borgarstjórin ásann
ar, at landspolitikkur og kom
munalpolitikkur er púrasta
hvør sítt, og hann sigur seg
ongan trupulleika duga at
síggja við, at borgaralistin er
ein samansjóðing av ymiskum
politiskum hugsjónum. Hetta
snýr seg um Eysturkommunu
og eysturbúgvar í einari felags
kommunu og ikki um lands
- Mín áhugi fyri býráðsarbeiði
er stórur og tíðin, eg eri sloppin
at snodda til býráðsarbeiði í
hesum valskeiði, hevur styrkt
mín áhuga. Eg havi altíð sagt,
at ætlar tú tær at gera mun
á teimum økjum, tú brennur
fyri, mást tú vera har, sum
avgerðirnar verða tiknar, sigur
Per Martin Gregersen, nývaldur
borgarstjóri í Eysturkommunu
BLAÐUNGUR
BLAÐUNGUR
MAÐUR
MAÐUR VIÐ RÓÐRIÐ
VIÐ RÓÐRIÐ
Í EYSTURKOMMUNU
Í EYSTURKOMMUNU