Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 19 polit­iskan partapolitikk. - Eg haldi, at vit hava eina góða manning í býráðnum tey næstu fýra árini, og eg eri eisini sera fegin um Magnus Skoralíð sum varaborgarstjóra. Hann fekk stóra undirtøku á valinum, og munurin millum okkum báð­ ar var bert fýra atkvøður. Vit eru um sama aldur. Hann er trý ár eldri enn eg. Magnus Skoralíð er leirvíkingur við damu úr Gøtu, Lis Justinussen, og tey bæði hava bygt sær hús í Leirvík eftir at hava búð í Gøtu í nøkur ár. Hann hevur eisini verið aktivur í fót­bólti, bæði við LÍF, GÍ og seinni Víkingi. Í komandi valskeiði verða sjey nýggj andlit í býráðnum í Eystur­kommunu og tvey, sum hava sitið nakrar setur. - Hetta eru alt góð fólk, sum eg komi at arbeiða saman við. For­ deilingin millum kyn og bygdir kundi næstan ikki verið betri við tað, at her eru fimm mannfólk og fýra konufólk, umframt at býtið millum bygdirnar er deilt - trý úr Leirvík, trý úr Norðagøtu og trý úr Syðrugøtu. Um ítróttarligu áhugamálini, sigur nývaldi borgarstjórin, at honum hevur altíð dámt væl at spælt fótbólt, men hann ásann­ ar, at hjá sær bar fót­bólt­urin ikki so langt. - Eg havi spælt fótbólt í lægru deildunum, og mær hevur altíð dámt væl at renna og rennikappingar - uttan at kapp­ast við teir allar bestu. Í fót­ bólti havi eg sum vaksin meira luttikið uttan fyri vøllin enn inni á vøllinum, leggur hann aftrat. Familja í saltfiski Fyrstu ferð Per Martin Greger­ sen var til arbeiðis í saltfiskinum á Vaðhorn var sum 16 ára gamal í 2006. Árini 2006 til 2009 tók hann sína miðnámsskúlaútbúgving á Fiskivinnuskúlanum í Vest­ manna, og tá hann varð liðug­ ur her, fekk hann líka sum for­ mans­starv á Vaðhorn, tá Jens Martin Knudsen hevði verið so óheppin og hevði slitið sær halsin­una. - Á Fiskivinnuskúlanum kundi eg velja millum tvær breyt­ir, fiskivinnu og alivinnu, og eg valdi fiskivinnubreytina. Eg hugs­aði, at henda breytin fór at gerast meira viðkomandi fyri meg, nú saltfiskur var og fram­ vegis er ein so stórur partur av okkara familju. Og kanska vóru eisini heldur færri tímar á fiskivinnubreytini enn á ali­ breytini, sigur hann brosandi. Per Martin Gregersen vísir á, at honum hevur altíð dámt væl fyrilestar, tá okkurt fæst burtur úr, sum hann ikki veit og sum onkusvegna er gevandi. - Á Fiskivinnuskúlanum fingu vit bæði teoretiska og prakt­iska undirvísing, og tað var ikki minst tað praktiska, sum eg helt vera áhugavert, tó at brúk er fyri báðum í læruni. Her vóru lærarar, sum høvdu eina holla praktiska vitan um eitt nú framleiðslutøkni og vinnu­bú­ skap, tí teir partvís vóru í vinnu­ ni sjálvir, og her vóru lærar­ar, eg virkuliga sá upp til. Vit høvdu eisini góðar lærarar í eitt nú lívfrøði og smáverufrøði, sum eisini hevur týdning fyri dygd­ ina á fiskinum. Tá tú ert millum 16 og 19 ár, sum eg var, tá eg gekk á miðnámsskúla, hevur tú sjálvsagt eisini onnur áhugamál, sum skulu flættast við lesnaðin. Men, eg haldi, at partar av tí, eg lærdi í Vestmanna, setti seg onku­staðni, sum Per Martin Greger­sen tekur til. Niður at lesa Eftir at hava arbeitt hjá Vaðhorn Seafood í nøkur ár, fluttu Per Martin Gregersen og Inga niður til Odense, har ungi maðurin fór at lesa marknaðaføring. Hann las í trý ár og gjørdist mark­nað­ ar­føringsøkonomur. Inga, sum hevði eina skrivstovuútbúgving innan trygging, sum hon hevði tikið hjá Tryggingarfelagnum Før­oyar, fór at arbeiða hjá GF For­sikring, og tað var hon, sum tjenti pengarnar, meðan Per Martin Gregersen las. - Vit búðu fyrst á einum kollegii og seinni í einari íbúð, sig­ur hann. Ungi gøtumaðurin hugsaði um at fara longri við sínari út­ búgving, men tá Vaðhorn Sea­ food yvirtók virkið á Eiði í janu­ ar í 2016, valdi hann at fara aftur í saltfiskavinnuna. Her fekk Per Martin til uppgávu at starta virkið á Eiði upp, og her starv­ aðist árini 2016 til 2019. - Meðan eg gekk í skúla í Odense, var eg í starvsvenjing hjá søluagentinum hjá Vaðhorn Sea­food í Italia. Her var eg í tríggjar mánaðir. Máloyrað er gott, og eitt tað besta við tíðini í Italia var, at eg lærdi at sam­ skifta á italskum, sum hevur stór­an týdning í søluarbeiðnum. Í 2012 var eg eisini fýra mánaðir í Spania, har eg lærdi meg spanskt, sum eg dugi rættiliga væl. Tá Italia og Spania eru okkara høvuðsmarknaðir, er mín málførleiki mær til stóra hjálp í søluarbeiðnum, sigur Per Martin Gregersen. Barnagarður og útstykkingar Tey næstu árini verður nýggj­ur dagstovnur bygdur við Gøtu­ gjógv. Stovnurin er projekt­er­ aður, og grevsturin er byrjaður. - Pápi mín var borgarstjóri, tá verandi dagstovnur við Gøtu­ gjógv stóð liðugur í 1997, og hann segði nøkur orð, tá hesin á sinni varð tikin í nýtslu. Gongst, sum ætlað, verður tað helst eg, sum fari at siga nøkur orð, tá nýggjur stovnurin, sum nú skal byggjast, stendur liðugur. Per Martin Gregersen sigur brosandi, at tað er ikki frítt, at hann hevur strembað eftir at røkka tí sama, sum pápin rakk, tá hann gjørdist gjørdist borgar­stjóri í táverandi Gøtu kommunu hin 1. januar í 1997. - Aðrar størri íløgur, sum vit noyðast at gera í komandi skeiði, verða útstykkingar í Leirvík og Syðrugøtu, har eingi grundstykki eru eftir. Øll grundstykkini eru seld í nýggj­ astu útstykkingunum í báðum bygdunum, og tey flestu eru eisini bygd. Í Norðragøtu hava vit eisini eina nýggja útstykking, har fyrsta byggistig nú er undir landi, og her kunnu fyrstu grund­stykkini seljast um stutta tíð. Útstykkingin í Norðragøtu er fyrsta byggistig av trimum møguligum, og her verður pláss fyri rættiliga nógvum grund­ stykkjum tilsamans. Fríðkingar og spælipláss Per Martin Gregersen sigur, at onnur mál, sum liggja framm­ar­ laga, eru eldraøkið og skúla­økið, sum liggur føstum og væl­skip­ aðum kørum, eins og Eystur­ kommuna hevur gott samstarv við Fuglafjarðar kommunu um eldra­røkt og framhaldsdeild, sum kemur at fáa enn betri karmar í Fuglafirði. - Vit fara eisini at arbeiða við fríð­kingum kring um í kom­ mun­uni, eins og vit fara at skipa nøkur grøn øki og spælpláss til børn, sigur nývaldi borgarstjórin í Eysturkommunu. - Vit eru øll vald sum eysturbúgvar at tæna okkara øki, og í nývalda býráðnum eru nógv og góð fólk at lyfta tað arbeiði, sum liggur fyri framman, sigur nývaldi borgarstjórin í Eysturkommunu, 30 ára gamli, Per Martin Gregersen