hósdagur 26. november 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
20
EYÐUN KLAKSTEIN
Í
dag kemur nýggj krimi
bók hjá Jógvani Isaksen
út. Hon hevur fingið
heitið »Paranoia«.
Tað heilt serliga við hesari
bók er, at fyri fyrstu ferð
hittast hetjurnar hjá Jógvani
Isaksen – váttligi blaðmað
urin Hannis Martinsson
og framfýsni politisturin
William Hammer – í somu
bók.
Hannis
Martinsson
man vera millum kendastu
fiktivu persónar í Føroyum,
og ivaleyst eru eisini mong,
ið kenna William Hammer.
Higartil hevur Jógvan Isaksen
skrivað 10 bøkur við Hannisi
og 6 bøkur við Williami
og hansara Skansadeild. Í
seytjandu krimisøguni eru
teir báðir høvuðspersónar.
– Onkur hevur nevnt
hendan møguleikan, at Hann
is og William skulu vera við í
somu søgu, og eg havi hugsað
um tað í eina tíð. Nú havi eg
so skrivað eina søgu, har báðir
eru við, sigur Jógvan Isaksen.
Søgugongdin er hon, at ein
amerikansk kvinna verður
fyrst í mars mánaði funnin
druknað úti á Boðanesi.
»Hon leit eina seinastu ferð
út í tann myrka himmalin og
niður í tey hvítu aldubrotini,
tá ið hon fekk eitt harðligt
skump í ryggin. Hon fór
sendandi út av klettinum, og
sekundið áðrenn hon kom
niður í meldurin av gróti
og brotum, skeytst tað upp
á hana: Bara tað ikki var
Krakin, sum var eftir henni!«
Hannis Martinsson og
William Hammer siga báðir
sín part av søguni um upp
kláringina av tí, sum vísir
seg at vera eitt dráp. Skjótt
koma aðrar ræðandi hend
ingar hesari á baki – og so er
koronan komin til Føroya. Um
somu tíð er tað líkt til, at aftan
fyri hendingarnar búgva
royndir hjá stórveldunum at
gera sína ávirkan galdandi.
– Putlispælið verður størri,
tá ið tú skalt fylgja tveimum
linjum, sum av og á krossast,
men stundum fara hvør sín
veg. Hetta er í grundini meira
krevjandi at skriva, enn eg
hevði ímyndað mær fram
manundan, sigur Jógvan
Isaksen.
Fríggjadagin verður bókin
so latin almenninginum.
Forlagið Marselius gevur
»Paranoia« út.
Jógvan
Isaksen gevur
í dag út nýggju
krimibókina
»Paranoia«
Hon fór
sendandi út
av klettinum
Jógvan Isaksen hevur
skrivað nýggja krimi, har
báðar hansara hetjur
eru høvuðspersónar
EYÐUN KLAKSTEIN
29 ára gamli Danial Viðoy av
Viðareiði hevur útgivið sína
fyrstu skaldsøgu. »Tvístøða« er
ungdómsskaldsøga, sum snýr
seg um viðoyingin Bartal, ið skal
fara frá studentaskúlalívinum
og út í tað veruliga lívið. Bartal
livir sum ongantíð fyrr, men
má brátt boyggja seg fyri av
bjóðingum, ið hann ikki hevur
verið úti fyri áður. Tað annars
góða summarið endar við at
raka høvuðspersónin dygt, tí
tilverugrundarlagið broytist
fullkomiliga.
– Heilt frá ungum árum hevur
mær dámt væl at skriva. Tá ið
mínir javnaldrar á Viðareiði
gleddust um at fáa teldu í
húsið til telduspøl, gleddist eg
meira um tastaturið, soleiðis at
eg slapp at skriva teldubrøv í
staðin fyri hondskrivað brøv til
pápa, sum sigldi úti, sigur Danial
Viðoy, sum er við Akrabergi í
Barentshavinum.
Hann skrivaði langar stílar
í skúlanum, familjan fekk frá
sagnir um fótbóltsdystir og
útróður, og í 2011 fór Danial at
skriva fyri Norðlýsið.
– Tað eru nógv ár síðani, eg
fekk dreymin um at skriva eina
bók, og fyri góðum níggju árum
síðani fekk eg hugskotið um,
hvat bókin skuldi snúgva seg
um. Tað var tá, at eg skrivaði
fyrstu reglurnar til bókina, sum
nú er útgivin. Síðani havi eg havi
skrivað eini trý handrit, sum øll
vórðu vrakað, sigur Danial Við
oy.
– Í vár, tá ið eg hálvavegna
hevði uppgivið bókadreymin,
og korona leikaði upp á tað
harðasta, sendi eg allar kladd
urnar til ymisk forløg. Turið
Sigurðardóttir á Ungu Føroyar
vísti søguni ans, og tá settist eg
aftur við skrivaraborðið. Hesa
ferð nógv meira ítøkiliga og
málrættað enn áður, tí eg kendi
á mær, at um tað skuldi vera, so
mátti tað vera nú, sigur hann.
Forlagið skrivar um bókina,
at høvundin dugir at siga eina
søgu. Sjónarhornið í bókini
er eitt annað, enn vit eru von
við. Realisman í »Tvístøðu« er
naskari. Lesarin sleppur veru
liga at smakka og lukta lívið
hjá høvuðspersóninum Bartali
heima á Viðareiði eins væl og í
Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri,
í Havn, á Íslandsrygginum og í
Danmark.
– Hetta hevur verið ein
ómetaliga lang prosess. Fólk
hava vitað, at eg havi skrivað
eina bók og hava spurt eftir hen
ni, og eg havi ikki tal á, hvussu
ofta eg havi hildið, at bókin
hevur verið liðug. Men nú er hon
so her, sigur Danial.
Krút er í
»Tvístøða« er merkt av real
ismu og byggir á veruligar upp
livingar. Til bókaframløguna
farna leygardag í Norðurlanda
húsinum lýsti Turið Sigurðar
dóttir frá Ungu Føroyar bókina
soleiðis:
– Bókin kann ganga veru
leikanum og samtíðini nær, tí
hon dugir snildir at umskriva
hetta tilfarið til skaldskap, so
at hon – sum maðurin segði –
kann lúgva sannleikan fyri fólki.
Hon kann so mangt. Tann góði
skaldsøguhøvundurin hevur
sín egna stíl og tóna, hevur
innlit í menniskjahjørtuni og
hevur vitan og yvirlit. Hann
skapar ein heim innanfyri fram
og bakpermuna, og fær okkum
at venda eina blaðsíðu fyri og
aðrari eftir, tí vit vilja hava lut
í hesum heiminum, sum hann
skapar.
Danial Viðoy sigur, at hann í
skrivingin hevur lagt seg eftir
einum veruleikakendum stíli.
– Eg eri sjálvur erligur av lyndi,
og tað havi eg tikið við mær í
skrivingina, sigur Danial Viðoy,
sum byggir ungdómsskaldsøgu
á veruligar hendingar. Í níggju
ár hevur hann arbeitt við bókini
»Tvístøða«, sum nú er útkomin
EG HAVI
EG HAVI
SKRIVAÐ
SKRIVAÐ
EINA
EINA ERLIGA
ERLIGA
BÓK
BÓK