hósdagur 26. november 2020síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
21
– Eg havi lagt meg eftir at
hava ein greiðan og erligan stíl.
Eg lúgvi onki, skilt á tann hátt,
at verulig støð verða nevnd, og
veruligir persónar verða nevndir
í bókini. Evnið er rættiliga
menniskjaligt, haldi eg sjálvur.
Hvør hevur ikki ivast? Hvør
hevur ikki okkurt at dragast
við? Hvør hevur ikki skula tikið
onkra lagnutunga avgerð?, sigur
Danial Viðoy.
– Øll menniskju hava sínar av
bjóðingar, sítt at takast við, og
serliga ung hava sítt at hugsa
um. Fleiri ferðir livdi eg meg so
nógv inn í evnið og søgugondina,
at míni egnu orð fingu meg at
fella tár, og fyri ikki at lúgva,
næstan at gráta!
– Eg kann ikki lúgva meg frá,
at útgangsstøðið er skrivað út
frá einum ungdómssjónarhorni,
og hvussu ein ungur taklar lívs
avbjóðingar. Eg vóni, at ung fara
at kenna seg aftur í bókini, og at
vaksin kunnu síggja, hvørjum
eitt ungdómslív í dag kann verða
ávirkað av.
Danial heldur, at hann nú
skal standa við bókina, hann
hevur skrivað.
– Eg eri sjálvur erligur av lyndi,
og tað havi eg tikið við mær í
skrivingina. Lýsingarorðini
eru greið og erlig! Eg havi als
ikki spart upp á krútið! Tað
sló meg eitt sindur, tann dagin
bókin varð prentað, at ups! tað
kann vera at mamma og babba
eisini fara at lesa bókina! Hvat
í hundan munnu tey fara at
halda? Skrivað er skrivað, tað
verður ikki broytt nú, sigur
Danial.
– Hinvegin haldi eg, at tað
hevur verið gott fyri bókina, at
hon hevur ligið í »laka« í níggju
ár, tí úrslitið hevði als ikki verið
tað sama, um eg fullførdi bókina
tá. Níggju ár við ymiskum per
sónligum upplivingum, bæði av
góðum og ringum, hava við vissu
givið bókini nógv.
Jógvan Kallsgarð, ið hugleiddi
um bókina, til bókaframløguna
farna leygardag, tók soleiðis
samanum:
– Bókin talar til ein breiðan
skara. Bókin snýr seg um ung
dóm, forelskilsi og vinalag. Sam
anumtikið ein bók, sum øll á ein
ella annan hátt kunnu kenna
seg aftur í, ein bók, sum lýsir
lívið frá fleiri síðum, erlig og
lívsjáttandi. Samstundis verða
avbjóðingarnar, ið lívið kann
bjóða, lýstar: tað dapra, tað
meiningsleysa, persónurin, sum
kennir seg lítlan og samvitskan,
sum nívir, segði hann.
Skrivað nógv umaftur
Danial Viðoy skuldi stríðast
fyri at fáa bókina at sita, so hon
kundi gevast út.
– Hendan bókin er ein longri
søga, um mann kann siga tað
so. Eg kann til stuttleika nevna,
at frá tí at eg byrjaði at skriva
hesa bókina í 2011, mann eg
hava skrivað einar 500 síður
ella meira, og bara 215 síður vóru
góðar nokk at geva út í bók.
– Eg setti meg í samband við
eitt forlag í 2016. Teimum dámdu
væl hugskotið og greiddu mær
frá, at tað var grundarlag fyri
eini bók, um eg gjørdi meira
við tað. Eg royndi meg nakrar
ferðir, men tað bleiv ongantíð
nóg gott, og í vár samdust eg
og hetta forlagið um at steðga
samstarvinum fyribils; men
at eg kundi venda aftur, um
handritið broyttist munandi.
Eg skilti væl avgerð teirra og
var meira skuffaður av mær
sjálvum. Hyggi eg aftur á nógvar
av teimum reglunum, eg hevði
skrivað, hevði eg eisini vrakað
tær. Men eg lærdi nógv av hesum
samstarvinum. Eg fekk nógvan
góðan kritikk, sum er komið
mær til gagns, og sum eg eisini
brúkti í vár, tá ið eg av álvara
settist aftur við tastaturið.
Koronusmittan skundaði
undir skrivingina av »Tvístøða«.
– Eg sigli við Akraberg, men
korona var atvold til, at eg var
heima nógv longri enn ætlað.
Hetta gav mær góðar stundir at
skriva. Meginpartin av apríl og
mai mánaði fór eg upp »áðrenn
fanin hevði fingið skógvarnar
uppá«, sum Tróndur Paturs
son tók til, og arbeiddi upp á
handritið. Eg fór eisini tíðliga
til songar, somu tíð sum nýføð
ingur okkara. Dama mín átók
sær flestu uppgávurnar ný
føðingi okkara viðvíkjandi, og
hetta var orsøkin til, at eg fekk
fokuserað fult upp á handritið.
Hjá verforeldrunum vóru vit
trý forkelað í høvd og reyv, so
arbeiðsumstøðurnar vóru góðar.
Meginparturin av síðunum, sum
nú eru útgivnar í bók, eru skriv
aðar í reyðu sofuni hjá vermóðir
og verfaðir, áðrenn Smyril er far
in fyrsta túr norð til Havnar, sig
ur Danial Viðoy.
– Uttan dygga stuðulin frá
damuni alla skrivitíðina er iva
samt, um hendan bókin var út
komin nú. Nýfødda dóttirin var
avgjørt ein íblástur og eggjan til
at fáa bókina lidna, sigur Danial.
Forlagið Ungu Føroyar gevur
»Tvístøða« út. Eydna J. Steinberg
hevur gjørt kápumyndina.
Forlagið Ungu Føroyar gevur »Tvístøða« út. Eydna
J. Steinberg hevur gjørt kápumyndina
– Heilt frá ungum árum
hevur mær dámt væl
at skriva. Tá ið mínir
javnaldrar á Viðareiði
gleddust um at fáa teldu í
húsið til telduspøl, gleddist
eg meira um tastaturið,
sigur Danial Viðoy