hósdagur 26. november 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
22
O
vast í Sigmundargøtu
liggur tað gamla Hotel
Thorshavn. Andrea
Nicodemussen av
Sandi lat í 1922 upp pensionat
í Tinganesi. Hon flutti í 1928 til
Sigmundargøtu, har hon hevði
nevnda hotell í húsinum, har
handilin hjá Sunnevu Gram nú
er. Hotellið gavst í 1946.
Sigmundargøta
gongur
oman í Rættará framvið teimum
trimum sethúsunum, sum tá
vóru har omanfyri vegin – hjá
Jákup Lindenskov, abba tann
seinna politikaran, Magdalenu á
Høvdanum og Madam Midjord
og oman móti strondini, har
sethúsini hjá Lias í Rættará,
kendur sum bátabyggjari og
nógv annað, stóðu.
Niðri í gøtuni var Christine
minde, har fyrsta katólskan
kirkjan var.
Tað var presturin Georg
Bauer, sum í 1857 kom til Føroya
at boða katólsku trúnna.
Hann lærdi seg føroyskt.
Tað komu 70 fólk til fyrstu
gudstænastu. Men annars var
undirtøkan lítil. Bauer fór úr
Føroyum í 1870. Tá vóru bara
fáir katolikkar eftir. Kirkjan
varð seinni brúkt til dansihøll
og fimleikarhøll.
Her búðu seinni Amalia f.
Müller og maðurin Johan Joen
sen, kallaður Grønlands Johan,
tí hann hevði verið kolonistjóri
í Grønlandi. Tey stóru bogaði
hvalabeinini, sum enn standa
framan fyri húsini, stava frá
teirri tíðini. Johan doyði skjótt
eftir at tey vóru komin heim,
og Amalia hevði privatskúla í
nógv ár.
Ein sonur teirra var Vilhelm,
kallaður Villi. Undir seinna
heimsbardaga var hann ovasti
fyri amerikansku herdeildirnar
á Hvalfjørðinum í Íslandi. Eftir
kríggið varð hann heiðraður av
sjálvum amerikanska forseta
Truman fyri sítt avrik.
Beint við eru húsini hjá
Søren Müller, ein kendur
vinnulívsmaður, reiðari, sam
bandspolitikari og jarðareigari.
Hann eigur ein týðandi
minnisvarða í Havn, sum tann
ið bygdi Müllers pakkhús.
Lützenættin kemur inn
í myndina við Østrøm
Valdemar Lützen búði í
Sigmundargøtu, og í mong ár
stóð hann fyri tí virksemi, sum
Lützen ættin stendur fyri í dag.
Jacob Lützen, keypmaður í
Havn, keypti í 1894 bygningin
hjá Østrøm, sum eisini liggur
við Sigmundargøtu.
Hann fór tíðliga í øldini
undir konservesvirksemi.
Sonurin Valdemar var í Ber
gen fyri at seta seg inn í kon
servesframleiðslu, og tað var
hann, sum kom at standa fyri
hesum virksemi. Men aftaná
fyrra veraldarbardaga var ein
støðgur. Tá legði Danmark toll
á konserves. Seinni kom gongd
á aftur og arbeitt varð við bæði
lunda og lomvigabringum og
eisini haru í dós.
Og væl var vøran umtókt. Í
1908 fekk hon virðisløn og dip
lom á stórari framsýning í År
hus.
Á fabrikkini vóru maskinur
til at gera blikkini. Fabrikkin
gekk til 1939, tá heimsbardagin
steðgaði hesum virksemi.
Johan Evensen, systkinabarn
Valdemar, byrjaði sítt spunavirki
í fabrikkini. Seinni flutti "Spinn
arin" virkið hjá sær út til Sandá,
har møblasølan Eikin nú er.
Valdemar byrjar
á jólum 1904
Í 1904 søkir Valdemar um at
fáa handilsloyvi. Jólaaftan
sama ár byrjar hann at selja
m.a. "kul, koks og brænde samt
byggematerialer". Hann fær
m.a. sáttmála at lata vørur til
Færøernes Fyrvæsen og donsku
sjóverjuna.
Hann keypti skonnartina
"Olaus", sum var komin inn
á Skálafjørðin fullfermd við
koli. Men skipið hevði eisini
leka. Valdemar leigar eitt øki
inni á Strondum, og hann nýtir
"Olaus" sum hulk. Tað er frá
hesum, at staðarnavnið Hulkur
stavar. Í 1934 byggir hann olju
tanga á Hulki, og her selur
hann kol og olju til skip. Hetta
virksemi hevur hann til seinni
heimsbardagi brestir á.
Valdemar var væl lýddur
sum ein góður arbeiðsgevari.
Á Strondum varð hann kendur
fyri at gjalda lønina í hondina.
Hetta var ikki nøkur sjálvfylgja
á bygd tá í tíðini.
Valdemar hevði sera fjøl
broytt virksemi. Í 1930 varð
sandbáturin "Slúkur" keyptur,
og Valdemar og Niels í Heiðun
um seldu sand saman. Valdemar
fekk sær eisini roykivirki, har
teir royktu sild og ál.
Eisini átti hann skip. Fyrst
"Forældres Minde" og síðan
"Syv Søstre".
Valdemar var eisini ein av
undangongumonnum í mjólka
forsýningini, sum útvegaði
havnarfólki mjólk og regluligt
ferðasamband til stóran part av
landinum. Mjólkaforsýningin
fór eisini at framleiða margarin.
Seinni kom sápufabrikkin
"Okkara" afturat.
Valdemar var eisini í mong
ár umboð fyri eitt enskt trygg
ingarfelag, har stórur partur
av føroyskum sethúsum vórðu
tryggjað.
Hann var eisini oddamaður
hjá arbeiðsgevarum, tá ið
arbeiðararørslan tók seg upp.
Hann var við til at gera fyrsta
sáttmálan við Havnar Arbeiðs
mannafelag í 1916, og varð hetta
gjørt uttan verkfall.
Umleið 1918 var eitt drúgt
fiskimannaverkfall. Tá setti
amtmaðurin, Svenning Rytter,
Valdemar Lützen til semings
mann. Sum arbeiðsgevari var
Valdmar ikki óheftur, men
hvussu var og ikki. Tað eydn
aðist Valdemar at fáa semju.
Hann var eisini kirkjuverji
og var kendur fyri sítt sosiala
medvit. Hann var ein av stig
takarunum til at byggja sjó
mansheimið í Havn saman við
bakaran Frants Restorff og
Petur Snikk
Skeiva pakkhús
Í 1928 lat Valdemar Skeivapakk
hús byggja. Grótarbeiðið við
Skeivapakkhús stóð skrivarin
Jens Jensen fyri saman við Essa
á Kirkjuveg. Valdemar fekk gjørt
eina lítla smiðju uppi á Høgu-
kaj skamt frá trappuni niður á
Lágu-kaj. Valdemar kravdi at
eitt stórt hurðahol bleiv gjørt í
kjallaranum á suðursíðuni, men
skrivarin noktaði. Valdemar
fekk hann at gera tað við at
taka skyldina á seg. Skrivarin
segði tað vera óðamannaverk.
Hurðaholið bleiv so múrað til,
men fleiri ár seinri tikið frá
aftur, og hurð sett í, so teir stóru
lastbilarnir kundu fáast innar.
So framskygdur var Valdemar.
Fyri kortum høvdu vit frásøgn um ta søguligu Konradsbrekku. Men
grannagøtan, Sigmundargøta ella Rættará, hevur eisini nógv av søgu
Her hava verið
hotell og kirkja
SIÐSØGA
Sigmundargøta:
ÓLI JACOBSEN
Fabrikkin, sum hon sá út í 1917
Kolabrúgvin hjá Valdemar Lützen