hósdagur 26. november 2020síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
23
Komandi partur
Í komandi parti
verður greitt frá
bygdarsøgu, sum
kemur úr í næstum.
Valdemar fann danska
konu í Nólsoy
Sethúsini hjá Valdemar í Sig
mundargøtu vórðu bygd í 1927.
Valdemar giftist við donsku
Ellen Neuhausen, sum hann hitti
í Nólsoy, tá ið hann var ørindini
við útgerð til vitan har. Hon var
kend sum ein serlig kvinna, sum
m.a. var virkin í KFUK.
Seldi eisini torv
Eina tíð keypti Valdemar eisini
torv úr Rituvík at selja havnar
fólki. Í 1920-unum varð koyrt
runt í býnum við hestavogni við
vøru. Tá byrjaði bilar at koma,
og so við og við keypti Valdemar
teir kendu gulu lastbilarnar,
sum høvdu nr. 16 og 32.
Ísvirkið
Undir øllum krígnum var ís
virkið í Østrøm, og tað var tað
einasta, sum var í Havn tá. Teir
lótu ís til ísfiskabátarnar. Tað
bleiv arbeitt alt samdøgrið. Het
ta var eitt sjálvstøðugt felag – Ís
og konserves. Fiskacentralurin
kom síðst í 1940-unum. Tá varð
givist við at framleiða ís.
Frystigoymslurnar á fabrikk
ini vóru nógv nýttar av havnar
fólki at goyma kjøt og annað í
og helt hetta fram til í 50-unum.
Tá komu eisini deksbátar við
tvøsti frá hvalastøðini við Áir.
Tað varð fryst á fabrikkini, helst
til minkafóður.
Dampdrivin maskina
Tann fyrsta maskinan á
fabrikkini, ið var dampdrivin,
var um 50 hestar. Hon dreiv
kompressarar, valsir og kvørn
ir og annað mangt á fabrikk
ini. Maskinan bleiv skift út
við motorin á gamla meiarí
bátinum Tróndi. Seinni fekst
dieselmotorur.
Bretska hervaldið
tekur bygningin
Bretska hervaldið helt til í parti
av fabrikkini undir seinasta ver
aldarbardaga.
Har høvdu teir stóra
goymslu av mati í blikkum og
frystivørum. Eisini klæðir og
militerskógvar. Nógv av teim
um tómu blikkunum komu
aftur, har tey vóru bankaðu
fløt og koyrd í tunnur, og send
aftur til Onglands, har tey
blivu brædd og gjørd til kúl
ur og annað. Valdemar var
annars bæði bretskur og seinni
franskur konsul.
"Kul, koks og brænde"
Valdemar Lützen handlaði við
byggitilfari og timbri. Timbri
num gavst hann við síðst í
1920-unum. Men byggitilfari,
jarni, sementi, múrsteinum og
øðrum helt hann fram við, og
eisini kolinum, koksinum og
brenninum. Í 1959 fór fyritøkan
tó aftur at selja timbur.
Bryggjubakki
Í Vágsbotni móti Bryggju
bakka stóðu neyst og lág træ
goymsluhús hjá Vágsbotns
handlinum. Í fyrru helvt av
1920-unum vóru hesi hús tikin
niður, og betongbygningar
stoyptir. Valdemar Lützen
átti tann norðasta av teim
um. Hann hevði verið í
Bergen, og hann mælti til, at
bygningarnir fingu sama snið,
sum Hansabygningarnir á
Tyskerbryggen í Bergen. Skriv
stovan hjá Valdemar Lützen
var øll árini úti í Fabrikkini í
Rættará, men tá ið bygningurin
á Bryggjubakka var liðugur í
1923-24, var flutt higar. Men so
flutti hann útaftur í mars 1940
í nýggja skrivstovubygningin,
ið bygdur bleiv sunnanfyri
Fabrikkina og yvir Rættará.
Konsul Mason hevði eisini
skrivstovu í Rættará undir kríg
num. Har komu tí nógvar skips
manningar at stempla passini
hjá konsul Mason.
Heinesens handil var keypt
ur í 1952-53. Her var handil við
køksbúnyttum og seinni am
boðum.
Valdemar Lützen var eitt gott
arbeiðspláss. Fleiri arbeiddu har
heilt upp til 50-60 ár. Hetta er í
dag Miðlahúsið.
Eisini olja
Tað var í 1930-unum, at Valde
mar Lützen yvirtók DDPA-
oljuagenturið. Men tá ið kríggið
brast á, var eingin leverandør
ur úr Danmark. Tá sendi Valde
mar eitt telegramm yvir til
Rockerfeller í New York. Hann
svaraði aftur og spurdi hvør
handlaði við olju. Hann fekk at
vita, at tað var Shell og DDPA.
Ja, um vit kundu vera samdir,
var einki í vegin. Eingin trygging
var, so Valdemar Lützen tók
ábyrgdina bæði fyri Shell og
DDPA. Ein oljubátur Tuxhavn
sigldi undir øllum krígnum úr
Onglandi við petroleum, bens
ini og olju til bæði Shell og
DDPA.
"Oljuævintýrið" endaði í
1949, tá Esso sjálvt, seinni Stat
oil, yvirtók oljuna.
Eisini bakarí, bomm
og rabarbur
Eina tíð var bakarí í fabrikkini.
Andrias í Horni, sum hevði
lært til bakara hjá Restorff á
Áarvegnum, bakaði har eina
tíð, áðrenn hann sjálvur bygdi
sethús og bakarí í Bø, núverandi
Bøgøtu. Eisini Knud Lambaa
hevði heilsølu og agentur í
norðasta partinum oman móti
Vestaruvág.
Jens Simonsen, vanliga
nevndur Gøtu Jens, fór saman
við Knút Lützen, beiggja Valde
mar, í holt við at gera bomm á
fabrikkini. Hetta man hava
verið umleið 1920. Knút fekk
helvtina av fabrikkini í sín
part, meðan Valdemar fekk
hina helvtina eftir pápan Jacob
Lützen.
Eina tíð aftaná kríggið gjørdu
teir rabarbusúltutoy á fabrikk
ini; har stóðu nógv konufólk og
skóru. Ein stórur pottur var og
sukur varð nógv brúkt. Hettar
arbeiði vardi í nøkur ár.
Valdemar var eisini formaður
í býráðnum í Havn frá 1925 1928.
Mogens Lützen tekur við
Tað kom at gerast sonurin
Mogens, sum kom at dríva fyri
tøkuna víðari aftaná Valdemar,
tá hann doyði í 1957, 79 ára
gamal.
Hann fekk útbúgving í Dan
mark og starvaðist har, inntil
hann fyrst í 30-unum fekk boð
um at koma heim aftur. Tá vóru
tíðirnar ringar í Føroyum, so
hetta hevur kravt sín mann.
Tá fóru tey eisini undir sølu
av olju, bensini og petroleum,
sum varð selt til skip og húsar
hald kring landið.
Tá heimsbardagin brast á,
gjørdist Mogens saman við
Robert Brockie enskur vara
konsul. Teir vóru “vara” hjá
pápanum Valdemar og Mason,
sum vóru konslar. Mason var
sendur higar úr Bretlandi,
og hann hevði skrivstovu
hjá Valdemar Lützen. Tað er
óneyðugt at siga, at hetta hava
verið týdningarmiklir sessir
undir bretsku hersetingini, tá
tað hava verið hópin av stórum
og smærri málum, sum skuldu
loysast.
Partar av flaggsøguni
Tað kann verða nevnt, at hesir
fýra, sum røktu konslastarvið,
vóru samdir um, at føroyska
flaggið skuldi góðkennast, og
sendu teir fjarrit til London
við hesum boðum. Hetta hevur
havt sína vekt og er eisini ein
partur av okkara flaggsøgu.
Seinni gjørdist Mogens
franskur konsul.
Mogens var eisini í eini 25
ár fram til 1980 nevndarlimur í
Føroya Banka.
Mogens var í nógv ár virkin
limur í Føroya Arbeiðsgevara
felag og Havnar Arbeiðsgevara
felag
Sagt verður eisini um hann
sum stjóra fyri p/f Valdemar
Lützen, at hann “hevur havt
gott eyga fyri nær tíðin til út
byggingar var komin, og nær
stundin var at ansa sær og tað
væl.”
Madam Andresen´s
hús og Jampan
Onnur hús í Lützen ættini er
Madam Andreassen hús. Tey
eru bygd 1852. Og eru elsta set
húsini úti í Rættará.
Christen Jensen Andreasen
úr Rømø, og konan Anna Mar
gretha Kiebenck bygdu húsini.
Gróthúsið í Rættará er bygt
av Jacob Andreas Arge (Jampan)
føddur 1854, kendur grótlaðari
í Havn. Hesi húsini frá 1883,
eru tey fyrstu húsini, ið bygd
eru úr føroyskum gróti. Her
búði Jampan. Onnur hús hann
hevur bygt er gróthúsið í Dr.
Jacobsensgøtu, sum greitt varð
frá í greinini um Konradsbrekku.
Annars hevur hann staðið fyri
mongum øðrum stórverkum.
Gamla Hospital
Niðast í Sigmundargøtu er
gamla hospital, sum uppruna
liga varð bygt í 1829
við tveimum sjúkrastovum,
eina til hvør kynið
Upprunaliga var pláss fyri
12 sjúklingum, men í 1867 komu
2 stovur afturat umframt
vaskihús. Tá kundi hospitalið
hýsa 16-18 sjúklingum.
Gamla hospital fekk roynt
seg í samband við sponsku
sjúku 1920, sum vit áður hava
greitt frá.
Tíbetur eru góðar kreftir,
sum vilja varðveita hetta gamla
hospitalið fyri eftirtíðina.
Gomul mynd av Rættará. Her sæst Gamla
Hospital og kirkjan hjá Bauer
Kolalossing við trillubørum
So framkomnar vóru etikettirnar á dósamatinum fyri 100 árum síðan