hósdagur 26. november 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020
SOSIALURIN 84
24
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri
seinna hálvár 2020 saman við kvittanum
fyri goldnum barnagjøldum ella
hjúnafelagagjøldum, skal vera
Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 7.
desember 2020.
Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn
barnagjøld ella hjúnafelagagjøld eru
goldin.
Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at
lata inn kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 7.
desember 2020 kunnu ikki væntast at
verða avgreiddar fyrr enn í juni 2021.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av
gjaldsavgerð um barnagjald ella
hjúnafelagagjald frá Familjufyrisitingini
ella samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt
at gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum
bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara undir oyðubløð.
Á heimasíðu okkara av.fo undir Útgjøld og
veitingar/Stuðul til uppihaldspengar, er
meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli ár 2020
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í
2020, skal umsókn vera latin inn í seinasta
lagi 1. juli 2021. Verður umsóknin latin inn
seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum
upphæddum í 2020 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er
tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin
inn rættstundis"
Stuðul til uppihaldspening fyri
seinna hálvár 2020 - umsóknarfreist
Frelsunar-
herurin
Jólainnsavningin hjá
Frelsunarherinum
Eins og undanfarin ár, fer
jólagrýtan hjá Frelsunarherinum
at standa í SMS í tíðarskeiðnum
11.-12. og 16.-23. des.
Gávur til innsavningina kunnu
eisini flytast á konto í Betribanka
9181.000.4956232
Viðmerk «Jólagrýta»
Tín stuðul gevur
Frelsunarherinum møguleika at
hjálpa føroyingum peningaliga,
ið tørva mat, klæðir o.a. til jóla.
Henda veiting verður givin serliga
um jóltíðir, men tó eisini aðrar
tíðir av árinum, um tørvur er á tí.
Vit takka hjartaliga fyri
allan stuðul, ið givin verður
til jólainnsavningina hjá
Frelsunarherinum.
Jólahjálp
Um tær tørvar peningarliga hjálp
til jóla, kanst tú søkja um jólahjálp
frá Frelsunarherinum.
Link til umsóknarblað finst á
facebook síðuni: Frelsunarherurin.
Tú kanst eisini senda teldupost á:
torshavn@frelsunarherurin.fo ella
senda sms til 220391.
Freistin at biðja um
jólahjálp er 9. desembur.
Árliga jólasølan hjá føroya heimavirkisfelag
verður 28. novembur frá kl 10-18
og 29. novembur frá kl 14 - 18.
Nógvir hondgjørdir lutir og hondbundin pløgg
verða til sølu.
Kom í jólahumør í høllini á hálsi.
Jólasølan 2020
Føroya
Heimavirkisfelag
verður 28. og 29. november
AÐALFUNDURIN
2021
Formansval og nevndarval
Ársaðalfundur Maskinmeistarafelagsins verður í
mars mánað 2021..
Á hesum aðalfundi skal formaður veljast fyri
komandi trý ára skeið. Harafturat skulu veljast tveir
nevndarlimir fyri komandi tvey ára skeið.
Sambært lóg felagsins skulu uppskot til formansval
og nevndarval vera felagnum í hendi í seinasta lagi
15. desember 2020.
Um formansstarvið.
Í lóg felagsins er ásett:.
Valdur formaður játtar at taka við starvinum sum
fulltíðarsettur formaður felagsins. Formaðurin verður
løntur sambært lønartalvuni fyri maskinmeistarar,
sum starvast hjá tí almenna á landi, íroknað eftirløn.
Harumframt fær formaðurin viðbót..
Nevndin ásetur lønarstig og viðbótarstig.