Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 28 E g havi altíð hildið, at tað er okkurt stórbært og máttmikið, sum logar uppivið hesum navninum. Tá ið tað fyri mongum árum síðani frættist um henda nýggja fótbóltsúrmælingin, tóktist tað onkursvegna so sjálv­sagt, at hann skuldi eita Mara­dona. Vit bíðaðu eftir hon­um. Ótolnaðust at síggja hann. Øll vóru paff, tá ið tey sóu hann dusa sær á argentinska ungdómslandsliðnum, sum vann heimsmeistaraheitið í 1979. Tíðindini um henda nýggja ganda­kallin gingu sum róta­ súpan. Á sumri í 1980 spældi argen­tinska A-landsliðið, sum tá var heimsmeistari, fleiri venjingardystir í Ev­ ropa. Allastaðni var slotað og forvitnast um nýggja gim­ steinin, sum nú var komin upp á vaksnamannaliði sum 18 ára gamal. Vit vóru longu kunnugir um argentinska úrmælingin, men brøgdini, ið hann segðist kundi útinna, vóru okkum øllum ein afturlatin heimur. Mangur sigur frá Ólavi kongi, og hevur ikki sæð hann! Útlendskur fótbóltur var nakað, sum tú las um, ella lurtaði í útvarpi eftir, ikki nakað, sum tú sást. Hugsa vit um dagsins sam­ skiftistøkni, valdaði sonn stein­ øld tey árini. Internet vóru vit lukku­liga óvitandi um, men við nýggja Sjónvarpsfelagnum, sum tók síni fyrstu stetlandi fet í Føroyum í 1979, var ein gluggi út í heim gloppaður. Vikugamlir fótbóltsdystir, sum Danmarks Radio sendi úr Ong­landi, vórðu vístir í Før­ oyum. Hetta kendist sum ein opinbering. Dýrar video­mask­ in­ur og VHS-bond vórðu keypt, soleiðis at tú kundi taka upp hesar dystir heima við hús. Nógvir bygdu upp sítt egna privata fótbóltssavn fyrst í 80-unum. Soleiðis fóru før­oy­ ingar at kjósa sær síni yndis­lið í Onglandi - Liverpool, Man­ chester United, Arsenal, Totten­ ham og so framvegis. Tíðirnar broytast Tá í tíðini mannaðu mest bara bretar tey ensku liðini. Globaliseringin - og við henni vinnu­liga kollveltingin á fótbólts­økinum sum vit kenna hana í dag við fremmandum spælar­um á øllum teimum bestu liðunum - var ongan veg komin fyri fjøruti árum síðani. Vit máttu tí brynja okkum við toli til 1982, tá Spania fór at hýsa endaspælinum í heims­ meistara­kappingini í fótbólti. Teir dystirnir fóru allir at verða vístir í Føroyum - ikki beinleiðis, men dagin eftir. Bandið skuldi fyrst við flogpostinum úr Dan­mark til Føroyar. Men vit lurt­aðu beinleiðis. BBC var álitið, men Útvarp Føroya samsendi við svenska útvarpið úr Spania. Og tá ið eyðkenda djúpa røddin á svenska fót­ bólts­frásøgumanninum kom ígjøgnum frá setanardystinum millum Argentina og Belgia á Camp Nou í Barcelona fingu vit á fyrsta sinni argentinska ganda­kallin inn í okkara stovur. Tað fór næstan kalt niður eftir bakinum á mær, tá ið svenski frásøgumaðurin hetta summarkvøldið næstan mess­ andi kunngjørdi okkum tann nýggja Messias, sum nú var stig­ in upp á tann heilt stóra pallin. Maradona! Nú var hann her. Og kvøldið eftir fóru vit at síggja hann. Og taka hann upp á band. Byrðan var ov stór í 1982 Tað var ikki í 1982, at Mara­dona fekk sítt heilt stóra gjøgn­um­ brot. Hann var bara 21 ára gamal og ikki mentur at knógva ta ovurstóru byrði, ið nú var løgd á hann. Aðrar stjørnur skinu bjartari enn hann í 1982. Brasilska landsliðið var ein fragd at sjá tað árið. Úrmælingar trutu ikki á tí liðnum. Sum einstaklingur skaraði Zico kanska framúr, og fekk okkum at gloyma Maradona í nøkur ár. Í roynd og veru máttu vit bíða í fýra ár til vit aftur fóru at síggja hann. Men á sumri í 1986, tá heimsmeistarakapping aftur var í fótbólti, høvdu vit í Føroyum fingið aðrar fót­bólts­ hetjur. Maradona var dottin burturímillum. Nú høvdu danir fingið eitt landslið, sum øll høvdu á munni. Í fullum álvara var tosað um, at teir fóru at gera bart, nú teir á fyrsta sinni fóru at vera við í einum HM-endaspæli. Eisini í Føroyum valdaði fót­bólts­fepur, tá ið Preben Elkjær, Michael Laudrup, Allan Simon­sen, Frank Arnesen og hinir spældu. Maradona var tá komin til ilnar við Jose Nunez, hin mátt­ mikla ovastan í katalanska stór­felag­num FC Barcelona, hagar hann var komin í 1982 sum heimsins dýrasti spælari, og í 1986 var hann endaður í italskum fótbólti - ikki í einum av stóru feløgunum - men í Napoli, sum var eitt miðallið í tí fá­tæka Suðuritalia. Og tað er í seinna helmingi av 80-árunum, at Maradona ger bart. Stígur á stóra pallin í 86 Hann stígur upp á tann stóra pallin í HM-endaspælinum í Meksiko á sumri í 1986. Allur heim­urin er tá sjónarváttur til helst stórbærasta einmansavrik í altjóða fótbólti nakrantíð. Hann er tann brillanti 1. violinsturin á argentinska landsliðnum, sum verður heimsmeistari hetta árið. Øllum er greitt, at hansara lutur er fullkomiliga avgerandi fyri góðu úrslitini hjá liðnum. Hann dusar sær á vøllinum sum tann fimi ekvilibristurin, ið ber av øllum. Men hann fær eisini sinnini í kók. Hann fírir ikki fyri at seta knúgvarnar undir bóltin og geva Várharra skyldina fyri síni lokabrøgd, tá ið avgerandi dystirnir skulu vinnast. Løtu seinni mugu sjálvt tey mest upp­ østu yvirgeva seg. Tá rekur hann einsamallur maður hálvan vøllin við bóltinum, sneiðir innum mótstøðumenninar, ein fyri og annan eftir, til hann at endanum skorar fyri opnum máli. Fótbóltur er í dag vorðin ein næstan vísindaliga strukt­ur­er­ aður liðítróttur. Meira taktiskur enn nakrantíð. Disiplinin og kollek­tiva eindin er í hásæti. Tað er kortini framvegis brúk fyri einstaklinginum. Honum, sum er mentur at gera tað óvænt­aða, at skaka javnvágina á tí væl­skipaða liðnum, at skapa yvir­talsstøður á vøllinum. Tí verður framvegis leitað eftir Suni Merkistein hugleiðir um Diego Maradona. Hetta varð gjørt í samband við frumsýning av heimildarfilmi í Havnar Bio, september 2019: MA-RA-DO-NA