Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 29 virtuosi­num. Onkur sigur, at teir fækkast. At teir eru ein doyggj­ andi rasa í einum alt meira skip­ aðum kollektivi í tí støðugt vaks­ andi undirhaldsídnaðinum, sum fótbóltur er vorðin. Tað er tørvur á úrmælinginum Eg eri sannførdur um, at fót­ bólt­urin hevur tørv á úr­mæl­ ingi­num. Solistinum. Annars verður hann ov kliniskur og kynisk­ur. Vit hava brúk fyri eini lýsandi fyrimynd, sum kann minna okkum á, hvussu sublimt fót­bóltsspælið kann vera. Eftir mínum tykki hevjaði Maradona spælið upp í estetiskar hæddir, tá fótbóltur eisini fær eitt listaligt útrykk. Hann kundi sum eingin annar fara rekandi eftir vøllinum, sum hevði hann bóltin í stuttum tjóðri við sín gylta, vinstra fót. Yvir hansara sveimandi bóltrakstri var tað kortini ikki sami artistiski væn­leikin sum hjá brasilska úr­mæl­inginum Pelé, sum hevði tær mjúku og livandi brasilsku sambarútmurnar í sínum rørslum. Maradona var meira kraft og orka. Í gjøgn­um­ brotunum sást eisini ein feril av einum brutaliteti, sum kanska var skyldur við tann argentinska tangodansin. Maradona er lágvaksin, hevði lágt tyngdarpunkt, var ógvuliga stúttur á beinunum og hevði óvan­liga góða balansu. Hann var væl bygdur og krútsterkur. Stóð seg tí væl í nærdystum, var mentur at verja seg og varð­veita bóltin undir trýsti. Tekniski førleikin var av eini heilt aðrari verð. Hann gandaði við bóltinum. Við listum og snild­um sneiddi hann leikandi lætt mótleikarar til síðis. Og so hevði hann eina accelerasjón og kraft í sínum rykkum og gjøgn­ um­brotum, sum fekk hann til at fara gjøgnum heilt við bólti­num. Eisini hevði hann eitt fram­úr­ skarandi skot - men bara við sínum vinstra fóti. Og oman á allar hesar dygdir hevði hann eisini óvanliga gott eyga og skil fyri spælinum og dugdi tí eisini væl at ætla um, nær og hvussu hann skuldi spæla bóltin frá sær. Kongur í seinnu hálvu av 80-árunum Maradona blaktraði sum tann lýsandi stjørnan á fót­bólts­ hválvinum í nøkur ár. Seinnu 80-árini var hann í toppform. Tá var hann kongurin. Men inn­ara bræðingin var tá byrjað. Í Na­poli. Í øllum fagnaðinum og dyrkanini gongur hann so líðandi til grundar sum menniskja og ítróttamaður. Leik­stjórin hevur sum skilst sett sær fyri at lýsa árini í Napoli frá 1984 til 1992. Ein fascinerandi søga við nógvum konfliktlinjum. The rise and fall hjá einum úr­ mælingi og avgudi í einum tí mest dysfunksjónella býnum í Evropa í teimum dekadentu 80-unum. Tú skalt vera sterkur, skalt tú koma heilskapaður úr slík­um meldri. Maradona hevði ikki førningin til at at standa seg í tráa andglettinum handanfyri uppkritaðu strikurnar. Men eftir standa brøgdini, sum hann útinti á vøllinum. Í huga­num á mongum standa tey meitlað fast sum gandur, sum søtur musikkur, sum hald­ før fólkslig list, sum tú kann njóta og undrast á - nú og í kom­andi tíðum. Tí hann er helst hin mætasti solisturin av øllum í heimsins best umtóktu undir­haldsgrein - fótbólti. Í dag hava vit Messi, landsmann hans­ ara, sum ofta hevur verið sam­ mettur við hann. Sjálvur sigur Messi lítillátin, at tann saman­ beringin er mest av øllum blas­ femi. - Eingin kemur í nánd at vera javnlíki hansara, hvørki eg ella nakar annar, sigur hann sjálv­ur. TRÓNDUR ARGE D iego Armando Mara­ dona er ikki longur millum okkum. Í gjár bleiv kunngjørt, at hann er deyður av hjarta­ tilburði 60 ára gamal. Tað vald­ aði ivi um tíðindi um deyða Mara­dona, eftir at argentinski miðili Clarin, skrivaði at Diego Maradona var deyður. Seinni blivu tíðindini váttað av advokati hansara sambært tíð­indastovuni Reuters. Síðani Maradona gavst við fótbóltinum, hevur hann við jøvnum millumbilum havt heilsuligar avbjóðingar, og hann hevur fleiri ferðir verið á sjúkrahúsi. Fyrr í november var hann so­leiðis innlagdur í átta dagar, og var skorðin fyri blóðsamling millum kraniið og heilan. 30. oktober fylti hann 60 ár. Ein fótbóltsguður Diego Armando Maradona er ein fótbóltsguður. Tað er fólk, sum tilbiðja mannin, sum í 1986 vann Argentina HM-gull í Meksiko. Myndirnar og brot­ ini av bóltsnillinginum, sum knýtir nevan eftir at hava skorað og kyssur HM-steypið, eru víðagitin. Tað eru gølurnar eisini. Um ein dystur skal lýsa Diego Maradona, so má tað verða hálvfinalan til HM- enda­spælið í Meksiko móti Ong­landi. Fyrst skorar hann við hondini og kallar tað fyri ”guðs­hond”. Løtu seinni skorar hann kanska hendasta málið nýggjari HM-søgu, tá hann rekur framvið allari verjuni hjá Onglandi og skorar til 2-0. Ein fótbóltsspælari við gávum sum ongin annar, men eisini við einum sinni, ið dró hann í myrku­gøturnar. Hann kom til Napoli í 1984 sum Diego. Ein ungur maður úr Argentina, sum er upp­ vaksin í slummunum, men hevur vunnið vegin fram á al­tjóða fótbóltspallin. Eftir seks ár, tvey søgulig italsk meistaraheiti, eitt HM-gull og tvær HM-finalur, fór hann úr Napoli sum Diego Maradona, fót­bóltsspælarin, ið ikki kláraði at rúma øllum tí, ið heimurin vildi geva honum. Hann spældi aftur til HM í 1994, men enn ein dóm­ur fyri doping gjørdi enda á yrkis­ leiðini hjá bólt­snill­ingi­num yvir teimum øllum. Hann hevur seinni verið landsliðsvenjari hjá Argen­tina, og síðani hjá feløgum kring allan heimin. Lívið hevur verið nógv merkt av rús­evnis­mis­ nýtslu, ójavn­ari vekt og sálar­ ligum avbjóðingum, sum hann til tíðir eisini hevur sett orð á. Diego Maradona hevur verið ein fyrimynd við sínum av­rikum á vøllinum, og verður ongantíð gloymdur av fót­ bólts­heiminum. ”Guðshond” er følnað. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Diego Maradona deyður Fyrrverandi fótbóltsspælarin Diego Armando Maradona er deyður av hjartatilburði 60 ára gamal. Hann verður av mongum mettur sum heimsins besti fótbóltsspælari nakrantíð. Hann er ímyndin av argentinska HM-sigrinum í Meksiko í 1986, og meistaraheitunum hjá Napoli í 1987 og 1990