Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 30 JÓANNES HANSEN F yri hvørt umfar í kapp­ ingini um løgmans­ steypið verður søga skrivað. Tað er ongan­tíð áður komið fyri, at týdn­ingar­ mikil kappingardystur hevur verið á skrá 25. november, og longu um vikuskiftið verður tað metið tikið – tvær ferðir – og so verður tað aftur tikið annan leygardag, tá ið finalan verður. Størsti vinnarin higartil í steypa­kappingini er fótbólturin. At tað skal bera til at spæla fótbólt í Føroyum í november er ikki bara ein sjálvfylgja, men soleiðis var tað mikukvøldið, og soleiðis sær tað út til at fara at verða um vikuskiftið. Víkingur og B36 og NSÍ og HB eru í hálvfinaluni. Har­við verður tað soleiðis, at Vík­ing­ ur ella B36 fer at spæla finalu ímóti FM vinnaranum í HB ella silvurvinnaranum í NSÍ. Felags fyri Víking og B36 er, at finalusigur verður at­gongu­ merki til europeiska kapping næsta summar. Felags fyri HB og NSÍ er, at tey longu hava tryggjað sær atgongumerki at luttaka í europeisku kapp­ing­ unum næsta summar. Um Víkingur ella B36 fer at vinna steypafinaluna, so fer tað at bera við sær, at bronsu­ vinnararnir í KÍ ikki fáa høvi at luttaka í Europa næsta summ­ ar. Um HB ella NSÍ fer at vinna steypafinaluna, so fer KÍ at luttaka í Europa næsta summar. So tað ber til at staðfesta, at tað framvegis er stórur spenn­ ingur í føroysku fót­bólts­kapp­ ingini, nú tað verður farið inn í jólamánaðin. Í Runavík var munurin í granna­uppgerðini millum NSÍ og Skála Petur Knudsen, sum er upplagd evni til ársins spælara, og bæði í Sørvági og í Gøtu reið tað um snarið til síðsta bríksl. Størsti spenningurin 07 Vestur – HB 5-6 Fyri fyrstu ferð, síðani tað varð greitt, at 07 Vestur næsta ár skal spæla í bestu deildini, var mótstøðuliðið á Dungasandi lið úr fremstu røð og ikki bara hvat sum helst lið. HB var stórfavorittur, men tað endaði 1-1, og so var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brots­sparks­ kapping, áðrenn tað varð greitt, at HB – fyri aðruferð í ár – hevði vunnið seg víðari í steypa­ kappingini eftir brots­sparks­ kapping. HB málverjin Teitur Matras Gestsson var – eins og ímóti KÍ í fyrsta umfari – millum mál­skjútt­arnar í brots­ sparkskappingini: -Vit royndu, men tað var strígg­ið, tí 07 Vestur stríddist framúr væl, og so var Rafael Veloso sera stinnur í málinum. Vit fingu ein ordiligan uppsang frá venjaranum, og tað var ein lætti, tá ið hetta var liðugt, og tað kann ikki sammetast við fagnaðin, sum tað var, tá ið vit komu úr trongari støðu og vunnu í fyrsta umfari og eftir brotssparkskapping í Klaksvík, sigur HB málverjin Teitur Matras Gestsson. Tað sá út til at vera av­ greiðsluspurningar, tá ið Mathias Nygaard beinanvegin legði HB á odda. Hóast HB spældi seg til møguleikar, so eydnaðist ikki at fáa fleiri mál, tí heimamenninir ofraðu seg totalt og vardu og taklaðu og blokeraðu. Og so var tað, tá ið tað restaðu 12 minuttir, at tað eftir langt innkast úr høgru og eitt sindur av aftur og fram eydn­aðist 19 ára gamla Ragnari Weihe at javna til 1-1. At tað tók seg soleiðis upp bar við sær spenning inntil síðsta bríksl í longdu leiktíðini. HB hevur mangan megnað at vinna seg úr trongum í steypa­ kappingini, og soleiðis var tað eisini á Dungasandi miku­ kvøldið. At fyrsti skjúttin hjá 07 Vest­ ur, Predrag Jeremic, sendi bóltin í tvørtræið, var avgerandi, tí allir hinir, sum royndu seg úr ellivu metrum, settu bóltin í málið. -Tað var spell, at tað júst var hann, sum misnýtti, tí Predrag plagar at vera tann tryggasti av øllum at skjóta brotsspark, sigur 07 Vestur venjarin Heðin Askham. -HB hevur alt hetta árið spælt sera góðan og sannførandi fót­bólt. Tað setur avrikið hjá okkara monnum í perspektiv, at tað eydnaðist at greiða javnleik ímóti HB. Burtursæð javnleiki ímóti B36 vann 07 Vestur trettan teir síðstu dystirnar í landskappingini, so liðið er væl fyri, og spælararnir eiga alt rós uppiborið fyri avrikið ímóti HB, sigur Heðin Askham. Stóra ivamálið Víkingur – TB 1-0 (0-0) TB megnaði at halda í steypa­ kappingini sigursvanda á pínu­ beinkinum í 85 minuttir, hóast fýra av TB spælarunum góvu av­boð undan fráferðini av Kramba­ganga. Seks minuttir undan leikloki At steypakapping er heilt øðrvísi enn landskapping sást mikukvøldið, tá ið fleiri favorittar vunnu heilt teprar sigrar ímóti undirtippaðu liðunum, sum vístu fínan hugburð og góð avrik FLEIRI FAVORITTAR FLEIRI FAVORITTAR SPÆLDU VIÐ ELD SPÆLDU VIÐ ELD TRÓNDUR ARGE Tað verða teir fýra favorittarnir í fjórðingsfinalunum, sum møtast í hálvfinaluni í kappingini um Løg­manssteypið. Leygardagin klokkan 19 spæla B36 og Vík­ ingur við Løkin í Runavík, og sunnu­dagin klokkan 15 spæla NSÍ og HB í Klaksvík. Tað er ein uppgerð og vinnari sleppur í steypafinaluna, sum verður leyg­ ar­dagin 5. desembur á Tórsvølli. Tað er áhugavert við báðum up­p­gerðunum, at liðini hava vunnið á hvørjum øðrum í lands­ kapp­ingini í ár. Tí hava bæði liðini prógvað, at tey vunnu vinna á mótstøðuni. Hartil er talan um ein dyst og hann er á uttanveltaðum vøllin. Helst verður tað bæði spennandi og dramatiskt í báðum førum. Víkingur-B36 (Beinleiðis á FM1) Leygardagin klokkan 17 Leikvøllur: Við Løkin í Runavík Fyri fjórðu ferð í ár møtast Vík­ ingur og B36. Í fyrstu uppgerðini vann Víkingur 4-2 í Sarpugerði, men síðani hevur B36 vunnu tveir dystir. 4-2 á Tórsvølli og 3-1 í Sarpugerði. Víkingur vann 1-0 á TB í fjórðingsfinaluni. Tað stóð nógv á og tað skuldi eitt um­ strítt brotsspark til, áðrenn Vík­ingur fekk knúgvað aldurs­ for­seta­num í føroyskum fót­ bólti. Til hálvfinaluna verða Atli Gregersen og Bogi Reinert Petersen tøkir. Teir høvdu leikbann til dystin móti TB. Hetta kemur at geva Víkingi nakrar skilagóðar royndir á lið­num, tó at teir ungu stóðu royndina móti TB. Hetta gevur eisini venjaranum, Jóhan Petur Poulsen, fleiri møgu­leikar at blanda kortini. Tað er stutt millum dystirnar og tí kann kropsliga støðan hjá spæl­ arunum eisini spæla inn, tí B36 spælir orkuríkan fótbólt. B36 fekk í posa og sekk móti argjamonnum. Teir avgera dystin tíðliga, sum ger at einki trýst er á seinastu løtuna, sam­stundis sum Dan Brimsvík fær ein góða byrjan sum nýggjur venj­ari hjá B36. B36 hevur vunnið saman­lagt 13-0 á AB í hesum kapp­ingar­ árinum í fýra dystum. Tað var annars væntað, at AB kundi reisa seg til eina slíka uppgerð, men helst var tað B36, sum gjørdi tað. Tað er stórt trýst á báðum feløg­unum undan hesari hálv­ finaluni, tí hetta er einasti møguleikin fyri Evropa League plássi til komandi kappingarár. Tað er nýggjur venjari hjá B36, men nøvnini á spælarunum ganga aftur, og tað gera nøvnini á mál­skjúttunum eisini. Serliga Sebastian Pingel og Michal Przybylski hava verið drúgvir í ár, og teir skora aftur. Higartil eru tað komin millum fýra til seks mál í innanhýsis dystunum millum hesi feløgini. Tí verður spennandi at síggja hvussu steypadámurin ávirkar hendan dystin. B36 hevur mun­ in og tað vísur stigatalvan eisini fyri hetta kappingarárið. Vík­ingur hevur ikki verið so sannførandi í einstøku av­riki­ num, sum tá liðið vann steypa­ kapp­ingina næstan fyri stutt­ leikar eitt tíðarskeið. Helst koma færri mál í hesi uppgerðini enn teimum undanfarnu. Sosialurin tippar: 1-2 Favorittarnir møtast í hálvfinaluni Um vikuskiftið verða hálv­finalurnar í kapp­ing­ini um Løgmanssteypið. Tær verða avgreiddar yvir ein dyst á uttan­velt­að­um vølli. Leygardagin spæla B36 og Víkingur við Løkin í Runavík, og sunnudagin spæla NSÍ og HB í Klaksvík. Sunnu­kvøldið verður upp- og niðurflytingardystur millum AB og B68