Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 31 sendi TB miðvallarin Dánjal Godt­fred bóltin í tvørtræið, og so var tað, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki til Víking, og Sølvi Vatnhamar var púra trygg­ ur úr ellivu metrum. Hetta var níggjunda ferðin í ár, at hann royndi seg við brotssparki, og úrtøkan er full. Dómarin peikaði á brots­ sparksblettin, tí hann metti, at Rógvi Joensen var orsøk til, at Jákup Johansen fór um koll, tá ið hann royndi seg við skotfintu. -Hetta var tætt, vindurin var orsøk til, at longu sendingarnar ikki vóru nóg neyvar, og tí varð talan um nógvar nærdystir, sum teir eru sera drúgvir í, segði Sølvi Vatn­hamar, liðformaður og málskjúttin hjá Víkingi. -Vit eru ógvuliga vónbrotnir. Spælararnir eiga stórt rós uppi­borið fyri fína hugburðin og av­rikið, sum væl kundi borið pláss í hálvfinaluni við sær. Hatta var sera ivasamt brotsspark. Okkara spælarar siga seg vera sannførdar um, at talan var ikki um brotsspark, og teir siga, at mótstøðumenninir eru samdir við teir. Avgerðin og avleiðingin er góð mynd av gongdini hjá okkum í ár. Vit hava fleiri ferðir upplivað, at marginalirnir hava verið ímóti okkum, og at vit av tí orsøk hava mist stig fram ímóti dystarenda. Nú fáa spælararnir frí í nakrar vikur, áðrenn vit fara at fyrireika okkum til nýggja kappingarárið. Hóast úrtøkan í ár ikki var so stór, sum vit høvdu roknað við, so geva avrikini okkum grundaða vón um, at tað sær ikki so galið út, sigur TB venjarin Michael Winter. Trivaligi sigurin B36 – AB 3-0 (3-0) Tá ið seks minuttir vóru farnir, vísti talvan 2-0 til B36. Harvið góvu spælararnir nýggja venj­ ar­anum, Dan Brimsvík, bestu gávu­na, sum teir kundu geva hon­um í fyrsta dystinum við stýris­vølin í B36. Tveir teir fyrstu mál­skjútt­ ar­nir vóru Sebastian Pingel – eftir flatt innlegg frá Benjamin Heinesen – og Michal Przybylski eftir kiks í AB uppspælinum. Og dygst undan steðginum stað­festi Andrass Johansen 3-0 sigurin við stútara og at Europavónin framvegis livir í B36 leguni. Tað var eftir horna frá Árna Frederiksberg úr høgru. -Spælararnir vóru kaldir, tá ið teir spældu seg til møgu­leik­ arnar, og at teir skoraðu tvey mál beinanvegin tók nakað av trýstinum burtur beinanvegin, og tað var týdningarmikið. Í fyrra hálvleiki hekk spælið sera væl saman, og avrikið var tá á høgum støði, sigur nýggi B36 venj­arin Dan Brimsvík. -Vit ætlaðu okkum at vera fult og heilt savnaðir um hesa uppgávuna. Fyrstu minuttirnir vístu, at tað vóru vit ikki. Kanska var tað týdningarmikli dyst­urin sunnukvøldið ímóti B68 sunnukvøldið, sum spøkti. Tá tað verður avgjørt, um vit næsta ár skulu spæla í bestu deildini ella í næstbestu deildin, stað­festi AB venjarin Tonny Brims­vík. Víkingur – TB 1-0 (0-0) Dómari: Eiler Rasmussen 1-0: Sølvi Vatnhamar br 85. Víkingur: Elias Fagrá – Ari Olsen, Noah Mneney, Gunnar Vatnhamar, Bergur Gregersen – Olaf Bárðarson (Andreas Lava Olsen, 68.), Geza David Turi, Arnbjørn Svensson, Jákup Johansen – Sølvi Vatnhamar, Finnur Justinussen Gult kort: Bergur Gregersen, Noah Mneney Venjari: Jóhan Petur Poulsen TB: Frederik Mehder – Jens Erik Bruhn, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Samudeen Musah – Dánjal Godtfred, Rógvi Joensen – Andreas Midjord, Mark Kongstedt, Einar Thorsteinsson – Filip Obadovic Gult kort: Filip Obadovic, Jens Erik Bruhn, Rógvi Joensen, Mark Kongstedt, Dánjal Godtfred Venjari: Michael Winter NSÍ – Skála 1-0 (0-0) 1-0: Aron Knudsen 75. Dómari: Kári J. á Høvdanum NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Jákup Jakobsen – Jann J. Benjaminsen (Pætur Hentze, 79.), Rógvi Egilstoft, Betuel Hansen (Aron Knudsen, 66.), Pætur Turiðarson Skipanes - Jørgen Nielsen (Steffan A. Løkin, 66.), Búi Egilsson, Petur Knudsen Gult kort: eingin Venjari: Allan K. Jepsen Skála: Bárður á Reynatrøð – Karl Martin Johansen, Kristian Martin Jakobsen, Teitur R. Joensen (Haraldur R. Højgaard, 21.), Djóni Petersen (Hjalti Strømsten, 85.) – Jákup Joensen (Jóhan Bergsson Johansen, 77.), Niels Pauli Danielsen – Heðin Klakstein, Ronni Møller-Iversen, Poul Kallsberg – Aksel B. Danielsen Gult kort: eingin Venjari: Sorin Anghel 07 Vestur – HB 1-1 (0-1) 5-6 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping 0-1: Mathias Nygaard 7. 1-1: Ragnar Weihe 78. Brotssparkskapping: 0-0: Predrag Jeremic sendir bóltin í tvørtræið 0-1: Mathias Nygaard 1-1: Sølvi Egilsson 1-2: Øssur M. Dalbúð 2-2: Jóannis á Steig 2-3: Adrian Justinussen 3-3: Martin Tausen 3-4: Teitur Matras Gestsson 4-4: Zoran Vujovic 4-5: Daniel Johansen Dómari: Rúni Gaardbo 07 Vestur: Rafael Veloso – Jógvan Petersen (Sølvi Egilsson, 70.), Dann Fróðason, Eiler Fróðason, Jóannis á Steig – Teitur Olsen, Martin Tausen, Ragnar Weihe (Vernar Olsen, 87.), Predrag Jeremic – Tór-Ingar Akselsen (Emil Mikkelsen, 91.), Zoran Vujovic Gult kort: Emil Mikkelsen, Rafael Veloso, Zoran Vujovic Venjari: Heðin Askham HB: Teitur Matras Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Hørður H. Askham, Delphin Tshiembe, HDaniel Johansen – Mathias Nygaard, Tróndur Jensen (Øssur M. Dalbúð, 94.), Dan í Soylu (René S. Joensen, 68.), Mads Boe Mikkelsen (Adrian Justinussen, 46.) – Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl (Heðin Hansen, 106.) Gult kort: Adrian Justinussen, Mathias Nygaard Venjari: Jens Berthel Askou B36 – AB 3-0 (3-0) 1-0: Sebastian Pingel 3. 2-0: Michal Przybylski 6. 3-0: Andrass Johansen 44. Dómari: Alex Troleis B36: Símun Rógvi Hansen – Benjamin Heinesen, Ragnar Samuelsen, Sonni Ragnar Nattestad (Mattias W. Joensen, 82.), Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Stefan Radosavljevic (Erling D. Jacobsen, 71.), Andrass Johansen – Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 77.) Gult kort: Eli Falkvard Nielsen Venjari: Dan Brimsvík AB: Silas Eyðsteinsson – Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J. á Høvdanum, Mikkjal T. Hentze, Ári Arge – Gilli Róason (Dánjal Reginsson, 46.), Bjarni Skála, Asbjørn Heðinsson (Leivur F. Guttesen, 69.), Rógvi N. Poulsen – Jasper Van Der Heyden, Bjarki C. Nielsen (Brandur Jákupsson, 88.) Gult kort: Tróndur J. á Høvdanum, Bjarni Skála, Ári Arge Venjarar: Tonny Brimsvík, Rógvi N. Poulsen HÁLVFINALUR Í KAPPINGINI UM LØGMANSSTEYPIÐ Leygardagin 28. november í Runavík kl. 19.00 Víkingur – B36 Sunnudagin 29. november í Klaksvík kl. 15.00 NSÍ - HB Leygardagin 5. desember kl. 16.00 á Tórsvølli Finala NSÍ- HB (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 15 Leikvøllur: Við Djúpumýru, Klaksvík Aftur er talan um tvey lið, sum hava vunnið á hvørjum øðrum í landskappingini í ár. NSÍ var fyrsta liðið at vinna á HB í hes­um kappingarárinum. HB svaraði aftur á Tórsvølli við sigri, áðrenn liðini spældu javnleik 2-2, somuleiðis á Tórsvølli. Hetta er eisini ein dystur millum nummar eitt og nummar tvey í landskappingini. NSÍ vann tepran 1-0 á Skála mikukvøldið, men NSÍ er eitt lið, sum tolir at vera undir trýsti. Tað nervaði ikki heimaliðið, tá Skála seinastu løtuni sendi langar bóltar inn í brots­teigin. Stóri spurningurin verður um Klæmint A. Olsen og Jesper Christjansen verða tøkir. Teir eru tveir lyklaspælarar hjá NSÍ. Klæmint A. Olsen er toppskjútti lið­skipari og undangongumaður, meðan Jesper Christjansen er ein týðandi partur av hart arbeiðandi miðvøllinum. Tað loysir eisini upp fyri at flyta runt upp á verjupartin og miðvøllin, tá hann er tøkur. Seinasta spældi Rógvi Egilstoft á miðjuni saman við Betuel Hansen. HB fekk av at vita á Dunga­ sandi móti 07 Vestur. Eftir eitt leiðslumál tíðliga í dystinum, gekk ikki at fáa tað seinna. 07 Vestur svaraði aftur og javnaði við máli frá Ragnari Weihe. Tað end­aði við brotssparkskapping, sum HB vann 5-4. Hetta var ein ávaring til HB, um at FM-rúsurin nú má legg­ja seg, um HB skal hava nakran kjans móti NSÍ. Jens Berthel Askou hevði sett lands­ liðsspælararnar, Heðin Hansen, Adrian Justinussen og Bartal Wardum, á bonkin. Teir byrja helst inni móti NSÍ. Dysturin verður spældur í Klaks­vík, har HB vanliga trívist væl hvat úrslitum viðvíkur, men vøllurin er nakað minni enn á Ovara vølli og á Tórsvølli. Tað kann verða ein fyrimunur hjá NSÍ, sum hevur eina avbera sterka verju, sum nú skal verja eitt minni øki. Hinvegin er Petur Knudsen kringur og krevur ikki nógv pláss. Spennandi um HB velur at skifta til tríggjar í miðverjuni ella ikki. Her verður javnt millum liðini. Sosialurin tippar: 1-1 AB-B68 (Beinleiðis á FM1) Sunnudagin klokkan 19 Leikvøllur: Tórsvøllur, Tórshavn Helst týdningarmiklasti dyst­ur­ in um vikuskiftið verður sunnu­ kvøldið á Tórsvølli, tá AB og B68 spæla um eitt pláss í Betri deild­ ini til komandi kappingarár. Hetta er ein nýggjur leistur hjá Fót­bólts­sambandinum, eftir at tað í fjør kom fyri, at ongin uppflytari var. Nú er 07 Vestur flutt upp og næstur teimum í næst­bestu deildini av teimum, sum kunnu flyta upp, var B68. Argjamenn bjargaðu sær undan vissu niðurflytingini, tá liðið vann 4-0 á EB/Streymi í seinasta umfarinum í lands­ kapp­ingini. Argajmenn eru favoritt­ar, tí liðið hevur spælt eitt heilt kappingarár í Betri deild­ini, men 07 Vestur prógvaði í fjórð­ingsfinaluni, at tað nýtist ikki at verða ein forðing. Tað er eisini eitt sindur øðrvísi, tá alt verður avgjørt á einum degi. Hevur B68 tað neyðugu dygdirnar at steðga argja­monnum, so er brots­ sparks­kapping at rokna um ein góð støða. B68 hevur eisini royndar spælarar sum Óla H. Olsen, Høgna Madsen og Andri Ben­ja­minsen, sum báðir hava spælt á hægri stigi. Søgulgia er B68 ein væl størri felag enn AB, men hesa ferð AB favorittur. Sosialurin tippar: 2-0