Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-11-26, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. november 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJAGUR 27. NOVEMBER 2020 SOSIALURIN 84 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 32 Ternan hevur presenterað seg Afturhvarv úr SOSIALINUM 1970 og 1975 25. november 1970: Mánadagin fór Tern­ an av Havnini og norð til Klaksvíkar og legði inn á Leir­vík og fuglafirði á veg­ num M ánadagin fór Tern­ an við innbodnum gest­um av Havnini norð til Klaksvíkar og legði at landi Í Leivík og Fugla­firði á vegnum. Limir av sókn­ar­stýr­u­num í Leirvík og Fugla­firði komu umborð og farið var so til Klaksvíkar, har somu­ leið­is innboðin komu umborð. Atli Dam, landsstýrismaður, helt røðu og greiddi frá keyp­i­ num av skipinum, og tók hann so­leiðis til: Allir róstu skipinum, teir, ið sigldu við tí, og teir, ið áttu tað, men tað mest áhugaverda var, at tað vísi seg at upprunaliga navn skips­ins var Geswald, sum merk­ir Ternan. Fyri sóknarstýrið í Leirvík takk­aði Brynjolvur Jacobsen fyri hetta snotu­liga far og tað sam gjørdi O­b­ert Eliasen fyri Fugla­ fjarð­ar sókn­arstýri; somuleiðis hevði sókn­arstýrismðaurin í Klaks­vík, Ove Frederiksen, orðið. Ternarn er eitt snotuligt far, sum við sínum 12-13 mílu,m skuldi ver­ið væl egnað at gjørt út­ferðir við, umframt at røkja rut­una mill­um Leirvík og Klaks­ vík. Bundu vit nú Eyst­ur­oynna og Streym­oynna saman, so var laga­ligt hjá klaksvíkinum at kom­ið suður til Havnar við bili og som­u­leðis hjá havnarfólki at far­ið norðureftir. Ronald Reagan vil verða forseti Fyrrverandi guvernørurin í California, Ronald Reagan, segði hósdagin frá, at hann ætlar at stilla upp sum forsetavaievni í USA 26. november 1975: Hann for­dømdi alt ov umfatandi á­byrgd­ir­nar hjá stjórnini, segði stýr­ið vera veru­leik­a­ fjart og innblandingina ov stóra. Tá hann heði sagt frá, at hann fór at vera kandidatur hjá Re­pu­bli­k­anska flokk­i­ num, segði hendan fyrr­ver­ andi kowboyhtejan úr Holly­wood við eina tíðindastovu í Washington: Eg stilli upp fyri at bjóða Ger­ald Ford forseta av, og tí eg eri alt meira stúrin av menn­ing­ini í USA og í hem­i­ num. Royndi at drepa Reagan Limir í amerikansku trygd­ ar­løg­regl­uni tóku hósdagin ein mann, sum sambært hjá­stadd fólk tók fram eina skamm­byrsu og ætlaði at skjóta fyrrverandi guv­er­ nør­in í California, Ronald Rea­gan. Reagan, sum fyrr sama dag gav boð um , at hann still­aði upp til forseta vegna Re­pub­li­kanska flokkin, sýnt­ist ikki at vera skaddur. 26. november 1975: Er tvær feðrir so stórur sum nú­ver­a­ndi ferjan, ið røk­ir rutu­ sigl­ing­ina um Vest­ manna-Oyrargjógv Um miðjan næsta mánað kemur nýggja ferðjan til rutusiglingina Vest­mannasuind-Oyrargjógv til Før­oya. Alfred Olsen, reiðari, er í løtuni staddur í Noreg, har ferjan verður smíðað, og hann roknar við, at ferjan verður klár at lata frá skipa­smiðjuni um hálvan des­em­ber. Ætlanin er at royna nýggja skipið fyrstu ferð í jóla­ sigl­ing­ini. Nýggja ferjan er tvær ferðir so stór sum núverandi Sam, sum í løt­uni røkir rutusiglingina Vest­ manna-Oyrargjógv. Hon kann taka 21 bilar á trimum røðum og 150 ferðafólk. Sam tekru á­vika­ vist 11 bilar og 75 ferðafólk. Dekk­ ið á nýggju ferjuni er 33 metrar langt og 9,4 metrar breitt. Hon hev­ur tveir motorar upp á 280 hest­ar hvør og tvær skrúvur, um­framt eina bógskrúvu, sum verð­ur drivin av einum 150 hesta Volvo Penta motori. Skipið er út­ gjørt við tveimum salónum, og tað eru fýra manningarrúm. á brúnni eru øll tey nýggjastu tól­ ini. Ferjan er bygd á somu skipa­ smiðju, sum Sam. Sátt­mála­prís­ urin var um 4,5 milliónir krónur, men endaligi kostnaðurin kem­ ur helst at verða nakað hægri. Hetta er triðja ferjan, sum Al­ fred Olsen hevur útvegað til rutu­sigl­ing­ina Vestmanna-Oyr­ ar­gjógv. Tann frysta var Bragd, sum varð seld til almenna, og sum nú eitur Teistin. Sam kom til Føroya fyri nøkrum árum síð­ ani, og ætlanin er at selja hann. Nýggja ferjan er tvær ferðir so stór sum núverandi Sam, sum í løt­uni røkir rutusiglingina Vest­manna-Oyrargjógv Nýggjur Sam til Føroya um hálvan desember