týsdagur 1. desember 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað var sum í gomlum døgum
á Toftum og Svangaskarði
sunnukvøldið. Ein rúgva av
B68
viðhaldsfólkum
tóku
ímóti teirra hetjum, eftir at tey
í høvuðsstaðnum høvdu verið
eygnavitni, tá ið fótbóltsflagg
skipið hjá teimum við sigri
ímóti AB vann sær rætt til aftur
at kappast í bestu deildini.
Í 2016 endaði B68 niðast í
bestu deildini við sjey stigum.
Úrtøkan var eingin sigur, sjey
javnleikir og 20 tap. Síðani tá
hevur B68 verið í næstbestu
deildini. Øssur Hansen hevur
verið venjari síðani seint á
sumri í 2019, og nú hava hann
og hansara menn vunnið seg
aftur í fremstu røð, har tofta
menn av álvara gjørdu um seg
í 1980unum og 1990unum.
Øssur Hansen var 13 ára
gamal og við eyðsýndum fót
bóltsevnum í 1984, tá ið hann og
so mong onnur fótbóltshugað á
Toftum og kring landið fylgdu
við í, hvussu tað gekk hjá eld
hugaðu
toftamonnunum.
Danski John Kramer, sáli, sum
framvegis er høgt í metum í
Nes kommunu, var venjarin,
ið kveikti vilja og áræði millum
ungu dreingirnir, sum síðani
1981 høvdu verið í bestu deild
ini. Niclas Davidsen fekk Kram
er at taka um stýrisvølin í 1984,
og longu sama árið og aftur
í 1985 vunnu toftamenn FM.
Hetta var tindurin hjá B68,
sum vann bronsu í 1986, silvur
í 1988, og aftur bronsu í 1989,
1995, 2000, 2001 og 2003.
Millum
spælararnar
á
meistaraliðnum í 1984 og 1985
átti núverandi B68 venjarin
Øssur Hansen fleiri eldri brøð
ur. Á liðnum vóru Asbjørn
Hansen, Petur Hans Hansen
og Jens Christian Hansen, so
longu tá mundi Øssur fáa eina
fatan av, hvat tað var, sum
skuldi til, um lítla og óroynda
Tofta Ítróttarfelag skuldi vinna
seg heilt upp á tindin.
Tá ið B68 í 1992 vann FM fyri
triðju ferð, var Jógvan Norð
búð, sáli, venjari. Og millum
stuðulsspælararnar var 21 ára
gamli Øssur Hansen, sum var
við í 17 av 18 dystum, og sum var
B68 toppskjútti við 10 málum.
Uppskriftin
Sjeynda januar verður Øssur
Hansen 50 ár. Eftir at hann
setti
fótbóltsskógvarnar
á
hillina hevur Øssur fingist
nógv við venjing. Hann hevur
hægstu venjaraútbúgving, og
hann hevur arbeitt sum fót
bóltsmennari hjá FSF.
Tá ið hann á sumri í 2019
fekk tilboðið um at taka við
venjarastarvinum í barndóms
felagnum, var setningurin bæði
at menna ungdómsdeildina
og harvið at klekja nýggjar
spælarar og samstundis at fáa
betri fótbóltsfatan millum teir,
sum nú manna besta liðið, og at
fáa teir at arbeiða miðvíst fyri
at røkka málinum.
Øssur Hansen er fegin um,
at tað nú er eydnast hansara
Øssur Hansen boðar frá, at tað fer at verða lagt nógv fyri í royndini
at fáa spælararnar í væl betri venjing, so teir verða førir fyri at
útinna tað, sum toftamenn plagdu at gera í bestu deildini
FÓTBÓLTSFEPURIN
FÓTBÓLTSFEPURIN
GER AFTUR UM
GER AFTUR UM
SEG Á TOFTUM
SEG Á TOFTUM