Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 2. desember 2020 · Nr. 85 monn­um at vinna seg aftur í bestu deildina, og at tað tí aftur verður sunnudagsfótbóltur á Svangaskarði. Men hann veit eisini, at spælararnir skulu flyta seg heilt nógv, um tað ikki skal enda við niðurflyting. -Eg eri ógvuliga fegin og sera stoltur av ungu monnunum. Teir hava lagt heilt nógv fyri, og teir vístu ímóti AB, at teir megna at varðveita høvdið kalt og at spæla skilagott, hóast tað stend­ur nógv á, og støðurnar eru so avgerandi. Roknar tú við, at teir fara at standa seg í bestu deildini? -Vit eiga góða siðvenju, og spæl­ararnir hava í ár víst, at teir eru sinnaðir at leggja nógv fyri, og teir vita, at tað verður neyðugt at leggja uppaftur meiri fyri í vetur og í vár, um vit skulu røkka tí, sum vit ætla okkum. Áskoðararnir hava verið trúfastir, og stuðulin hjá teimum sunnukvøldið gevur okkum eyka áræði at halda fram, sigur Øssur Hansen. Hvussu fara tit at fyrireika tykkum? -Tað vera fyrst og fremst hesir spælararnir, sum fara at bera liðið í bestu deildini. Vit fara at skipa fyri fysiskari venjing í vetur, og vit fara at leggja nógv fyri í at venja styrki og skjótleika og at brynja okkum uppaftur betri sinniliga, enn vit longu hava gjørt og gera, sigur Øssur Hansen, venjari hjá B68, sum heldur fram í sessinum í samstarvi við hjálpar­venjaran Alex Jovevic. Fyrr í summar segði B68 for­maðurin Jóhannus M. Olsen, og tað endurtók hann sunnukvøldið, at tað fyrst og fremst vera teir, ið nú eru á liðnum, sum skulu halda liðnum í bestu deildini. Nú tað verður koyrandi undir Tangafirði, verður tað lagaligari at ferðast hjá spælarum í høvuðsstaðnum og inn á Toftir, enn tað var, tá ið spælarar í nítiárunum fleiri ferðir um vikuna vórðu stimaðir aftur og fram millum Toftir og Hvítanes. Men enn hevur einki verið at frætt um, at B68 fer at leita sær styrk. Ein fyri allar og allir fyri ein Sunnukvøldið á Tórsvølli kendist tað sum um, at tey í B68 leguni gingu hægri upp í lagnudystin, enn tey gjørdu í AB leguni. Í hvussu so er var tað soleiðis kring vøllin, har tað vóru fleiri B68 viðhaldsfólk, enn tað vóru AB viðhaldsfólk, og reyð og svart málaðu B68 við­haldsfólkini vóru væl mælsk­ari, enn tey í hini leguni vóru. Eftir vanliga leiktíð var 1-1. Í longdu leiktíðini legði B68 seg á odda 2-1, men AB svaraði aftur og so var 2-2. Í næstsíðsta minutti var Andri Benjaminsen upp á spæl og setti eitt sindur úr vinstru bóltin í handara síðu­netið og so var 3-2 til B68. Andri Benjaminsen var stóri mað­urin hjá toftamonnum í kvøld. Hann skoraði øll trý mál­ini hjá B68. Hjá AB vóru tað Bjarki C. Niel­sen og Jasper Van Der Hey­ den, sum skoraðu málini. Fyri AB og dystargongdina var tað heilt avgerandi, at Gilli Róason varð vístur av vølli longu í fyrra hálv­leiki. AB var undirmannað síðstu minuttirnar av fyrra hálvleiki, allan seinna hálvleik og allan tann síðsta hálva tíman, sum longda leiktíðin vardi. Í 2016 endaði B68 aftast í bestu deildini, og seinastu fýra árini hevur B68 spælt í næst­ bestu deildini. Nú flytur B68 upp í bestu deildina saman við 07 Vestur. Niður úr bestu deild­ ini flyta Skála og AB. AB hevur í hesum umfari­ num verið í bestu deildini í trý ár. Hóast talan var um liðavrik hjá B68, so er einki forgjørt í, at Andri Benjaminsen verður nevnd­ur. Hann skoraði øll trý B68 málini og var harvið meistari fyri hattrikki. Hetta kappingarárið hevur roynst sera væl hjá 21 ára gamla Andri Benjaminsen. Hann hevur verið við í øllum 27 dyst­ un­um í landskappingini, og hann er toppskjútti í deildini við 18 málum. Og sunnukvøldið setti hann krúnuna á verkið, tá ið hann skoraði hattrikk. -Hetta var framúr. Vit eru púra útlúgvaðir, og vit eru eisini fegnir, tí vit vita, hvussu stóran týdning hetta hevur fyri toftafólk, segði trí­faldi mál­ skjúttin Andri Ben­ja­min­sen. B68 - AB 1-1 (1-0) 3-2 eftir longda leiktíð 1-0: Andri Benjaminsen 35. 1-1: Bjarki C. Nielsen 76. 2-1: Andri Benjaminsen 103. 2-2: Jasper Van Der Heyden 110. 3-2: Andri Benjaminsen 117. Dómari: Petur Reinert B68: Nikola Stoisavljevic – Petur í Túni Petersen (Leivur Højgaard, 56.), Høgni Madsen, Andrija Radovanovic, Aleksandur Ó. Jensen – Áki Johannesen, Dávur Hansen (Fríði í Túni Petersen, 75.) – Tonni J. Thomsen (Karstin Clementsen, 99.), Bárður Ó. Jensen (Helgi Johannesen, 67.), Andri Benjaminsen – Óli H. Olsen Gult kort: Petur í Túni Petersen, Áki Johannesen, Andrija Radovanovic Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Búi í Hjøllum, Hjarnar Johansen, Jákup Reinert Højgaard Venjari: Øssur Hansen Hjálparvenjari: Alex Jovevic AB: Silas Eyðsteinsson – Asbjørn Heðinsson (Adeshina Lawal, 109.), Sørin Samuelsen, Mikkjal T. Hentze, Ári Arge – Rógvi N. Poulsen, Gilli Róason, Bjarni Skála (Ragnar Skála, 106.), Leivur F. Guttesen (Dánjal Reginsson, 72.) – Jaspere Van Der Heyden, Bjarki C. Nielsen Gult kort: Bjarki C. Nielsen, Bjarni Skála Reytt kort: Gilli Róason 40. (beinleiðis reytt) Venjarar: Tonny Brimsvík og Rógvi N. Poulsen