Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 23

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 SOSIALURIN DESEMBER 2020 Jól í Føroyum JUSTINUS EIDESGAARD, SJÁLVSTØÐUGUR Hvussu heldur tú jól í ár? Vit halda jólaaftan í Havn. Antin heima hjá okkum sjálvum ella hjá eini bróðurdóttir hjá konuni. Tað er ikki heilt avgjørt enn. Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? Eg haldi, at tørvurin á siðvenjum minkar við árunum. Eg rokni dygdina av jólunum eftir í hvønn mun, eg kann skapa frið inni í mær sjálvum, og komi eg úthvíldur gjøgnum høgtíðina, tá haldi eg, at høgtíðin er væleydnað. Men eg havi einki í móti eini jólagávu og okkurt ræst á borðið. Hvat er minni umráðandi? At skræða seg sundur, fyri at náa eitt ávíst støði materielt á jólum haldi eg vera tvætl og hevur einki við jól at gera. Jólini eru fyrst og fremst ein hátíð, har vit fegnast um, at nú fer at ganga móti ljósari tíðum og eisini ein hátíð, har vit minnast Jesu føðing, og tað nýtist ikki at gerast við at skræða seg sundur, hvørki andaliga ella tímiliga. Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár? Korona ávirkar í ólukkumát. Synirnir báðir búgva niðri. Eldri, Edward , heldur jól í ár saman við verfamiljuni í Danmark. Yngri sonurin Fríi hevði ætlanir um at koma heim, men hendan vanlukku karantenutíðin ger tað ómøguligt hjá honum í ár. HJALMAR ZACHARIASSEN, ICT VERKFRØÐINGUR Hvussu heldur tú jól í ár? Vit plaga at skiftast at halda jól, so tað er ymiskt frá ár til ár. Í ár halda vit jól saman við verfamiljuni í. Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? At vera saman við familjuni, fara í kirkju og jólahald. Um børnini hava tað stuttligt, so sláa jólini ikki feil. Hvat er minni umráðandi? Tað, sum man kann gera aðrar dagar í árinum Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár? Nei RANNVÁ FOSSABERG, JOURNALISTUR Hvussu heldur tú jól í ár? Jólini verða hildin í Havn saman við mínum nærmastu. Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? Siðvenjurnar eru fleiri og gera, at eg veruliga merki, at nú eru jól. Her kann eg nevna løtuna, tá jólatræið verður tendrað á Vaglinum, jólaborðhald við starvsfeløgum, tá vit heingja jólapyntið upp heima við hús, tá træið heima verður pyntað. Og so er tað sjálvandi ein fastur partur av desembermánaði at hoyra góðan jólatónleik. Hvat er minni umráðandi? Haldi á ongan hátt, at tað er altavgerandi fyri jólahýrin, at familjur skulu drøna runt allan desember fyri at klippa jólapynt í eitt nú barnagarði ella saman við fimleikaliði, fara til óteljandi jólaveitslur, ella at mann partú skal baka minst fimm sløg av jólabakstri. Tað er at gera tað, tú tímir og hevur orku til. Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár? Hevur korona ávirkað, hvussu tú/tit halda jól í ár? Hesaferð er allur desember upp á ymsar mátar merktur av farsóttini, eitt nú tí jólahald og jólaveitslur av ymsum slagi eru avlýst. Jólaaftan og jóladagarnir verða fyri mítt viðkomandi rættiliga líkir undanfarnu árum. Vit fara at njóta dagarnar saman við okkara allar nærmastu, ganga túrar og eta góðan mat. MONA BRECKMANN WESCOTT, LESANDI Hvussu heldur tú jól í ár? Eg haldi jól saman við foreldrunum og beiggjunum. Maður mín er burturstaddur í ár. Vónandi sleppur hann at uppliva tey føroysku jólini næsta ár. Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? At lata mammu og babba fáa frið í køkinum. Tað er altíð stuttligt at eygleiða dynamikkin millum tey. Hvørt einasta ár fáa vit systkini láturkrampa av teimum. Nú eru vit ikki nóg nógv til at dansa um træið, men vit syngja enn jólasangir. Tað er altíð sera hugnaligt og við jólapyntuninum og anganum av góðum mati, er lætt at føla seg heima. Mamma plagar altíð at lesa eina góða føroyska søgu. Tá vit vóru lítil, kláraðu vit bert tær stuttu, tí vit vildu lata jólagávurnar upp. Men nú vit øll eru vaksin, hava vit meira tol og njóta hvørja løtu. Hvat er minni umráðandi? Gávur hava ongantíð sagt mær nakað. At pakka eina ella tvær upp er nóg mikið. Mær dámar væl at síggja gleðina, sum hini fáa av pakkum, men eftir eg var umleið 14 ár, havi eg ongantíð hildiðm at jólaresið og trýstið, ið fylgir við er serliga hugaligt. Jólini eru nógv meir enn tað. Vit hava eisini lyndi til at gloyma, hví vit halda jó,l og haldi eg, at tað átti at verið raðfest nógv hægri. Heima við hús verður tað heldigvís virt. Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár? Nei, tað hevur tað als ikki. EYÐUN JACOBSEN, TÓNLEIKARI Hvussu heldur tú jól í ár? Jólaaftan verða vit øll familjan samlað heima hjá okkum. Vit vera 18 fólk. Vit fáa dunnu og risalamande. Vit syngja og lesa jólaevangeliið, áðrenn gávurnar verða býttar út. Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini? Ein av siðvenjunum, sum vit hava havt í nøkur ár er at fara í Kelduna 23. desember til tiltakið “Vit syngja jólini inn”, men hetta kunnu vit tíverri ikki í ár vegna korona. Hvat er minni umráðandi? Tað sum er sera umráðandi er, at tað, sum jólini snúgva seg um, ikki verður goymt og gloymt. Tað, at okkara frelsari Jesus Kristus kom í henda heim, okkum til bjarging. Tað sum er minni umráðandi er, um gávurnar eru stórar ella smáar. Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár? Tað ávirkar okkum ikki heima, men tað ikki at kunna fara í Kelduna 23 desember vegna korona er harmiligt.