týsdagur 1. desember 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN DESEMBER 2020
4
Jól í Føroyum
SOLEIÐIS HALDI EG JÓLINI 2020
2020 hevur í stóran mun verið merkt av, at korona rakti øll heimsins lond á ein ella annan hátt.
Onkursvegna hevur einki verið, sum tað eigur í ár, men nú standa jólini fyri durum, og um
tað er nakað, sum altíð er og eigur at vera, sum tað altíð hevur verið, so eru tað jólini. Vit hava
spurt nakrar føroyingar, hvussu tey halda jólini í ár, um um korona ávirkar siðvenjurnar
Lagt til rættis: Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
EYDNA SKAALE, SAMSKIFTISFÓLK
Hvussu heldur tú jól í ár?
Eg haldi jólaaftan í ár eins og vant - nevniliga heima. Eg haldi tað vera so praktfult,
at heimið er karmur um hendan dagin, sum børnini síggja so nógv fram ímóti. Og
tað skal vera akkurát á sama hátt hvørjaferð. Morgun við jólamonnum, sum tosa
við børnini, og seinastu stákanini við matinum. So at pynta okkum, í kirkju, út á
kirkjugarðin, kanska kemur jólamaðurin inn á gólvið - og so gás frá verfaðir og
dunnu, jólagreyt, mandlugávu - og so, endiliga.. pakkar! Viðhvørt er onkur saman
við okkum, viðhvørt eru vit einsamøll. Men vit eru altíð heima. Jóladag fara vit í
føðingardag hjá guddóttrini, og so fara vit til verforeldrini við Norðskála annan
dag til ræst kjøt - saman við allari familjuni har norði frá. Tað er so fantastiska
hugnaligt.
Hvørjar siðvenjur eru umráðandi fyri teg um jólini?
Jólini snúgva seg bara um siðvenjur og hvat man plagar. Tá tú ert barn, heldur tú,
at jólini eru nakað, sum ER. Men tá tú gerst vaksin, skilir tú, at jólini eru nakað,
sum man GER. Hjá okkum byrjar tað 22. november, tá pápi hevði havt føðingardag,
og mamma bjóðar ræst kjøt og gevur øllum jólagávurnar frá sær. So hava vit eina
árliga familju-marcipangrísakapping, sum er øgiliga stuttlig. Svigerinnan plagar
at bjóða til holukøkur, jólagreyt og gekkaspæl eitt fríggjakvøld í desember. Og
her heima eru tað køkuhús, heimagjørdar jólagávur frá gentunum, jólafilmar og
nógvar søgur, meðan kalendaraljósið brennur. Eg má eisini út í kirkjugarðin hvønn
dag um jólahalguna fyri at heilsa uppá og tendra ljós. Og so er tað 2. dagur hjá
verforeldrunum.
Men fyri meg hongur sanni jólafriðurin saman við kirkjugongdini jólaaftan. TÁ gerst ikki
meiri, og tá kemur friðurin og undranin um jólasøguna, sum heldur á at vera viðkomandi
og seta alt í perspektiv. Og so elski eg jólasálmarnar, og tá øll at enda syngja Gleðilig jól, og
ljósu, spentu barnarøddirnar syngja hart við. So tað raðfesti eg! Og jólaboðskapurin setir
veruliga alt í perspektiv, haldi eg. Tá eg dekki jólaborðið seint tollaksmessukvøld, hugsi eg
um hvønn einstakan, sum eg dekki til. Um tey, sum nú mangla. Og um nakar man fara at
mangla komandi ár. Um eg sjálv yvirhøvur verði her komandi ár. Tað ger meg takksama um
tað, sum er - og um alt tað góða, sum var. Men eg gráti tá eisini um tey, sum eg sakni. Tað er
eitt sindur bannað at gráta á jólum, men man má geva tárunum pláss eisini, tí tá tú hevur
mist, verður ein partur av jólunum altíð svárur.
Hvat er minni umráðandi?
Eg vil til eina og hvørja tíð heldur seta meg at lesa søgur ella klippa við gentunum,
enn at vaska húsini upp og niður til jóla - ella at renna til øll møgulig tiltøk, sum
følast stressandi Eg sorteri við harðari hond í desember, og tað, sum vit gera, skal
vera gott.
Hevur korona ávirkað, hvussu tit halda jólini í ár?
Jólaaftan eru vit altíð heima, so tað verður, sum tað plagar. Eg vóni bara, at eg
sleppi í kirkju jólaaftan - og at øll familjan kann savnast við Norðskála 2. dag, sum
vit plaga.