Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 26

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2020 8 Jól í Føroyum Vilmund Jacobsen Tað er Róðin á Lofti, sum eigur og rekur Vága Træsmiðju, ið húsast Inni á Støð 6 í Miðvági. Søgan aftan fyri træsmiðjuna er eitt sindur serstøk, tí tað var mammubeiggi hansara, Leivur Andresen, ið hevði átt Tórshavnar Træsmiðju saman við øðrum, sum keypti húsið í Miðvági fyri eini 7-8 árum síðan. Leivur Andresen ætlaði í fyrsta lagi at hava virksemið í Miðvági til ítrív, nú hann var komin nakað til árs. Men, í Mið­vági fekk hann nógv at gera. - Tíverri fekk mammubeiggin staðfest krabbasjúku í desember í 2016, og hann doyði longu á heysti í 2017. Hann ynskti, at eg yvirtók virksemið, og í mars í 2017 stovnaði eg Vága Træsmiðju, og hann hjálpti mær í gongd. Síðan hevur verið drivið á. - Í 2018 fekk eg ein lærling, Petru Mohr Mølgaard, sum var byrjað at læra í Danmark, men kom higar til mín at gera seg lidna. Hin 30. apríl í ár gjørdist hon liðug sum bygningssnikkari. Aftrat sær á Vága Træsmiðju hevur Róðin á Lofti fram­ vegis Petru Mohr Mølgaard, sum er ein dugnaligur hand­ verkari. Onkuntíð hjálpir sonur hansara, sum annars gongur í skúla, til, tá teimum tørvar hjálp. YMISKAR UPPGÁVUR Sjálvur er Róðin á Lofti útbúgvin maskinsnikkari, og hann er sera væl nøgdur við ta undirtøku, sum virksemið hjá Vága Træsmiðju í Miðvági hevur fingið. - Vit hava einki gjørt burtur úr við at reklamera fyri okkum sjálvum, men vit hava fingið nógvar ymiskar upp­ gávur. Vit hava eina Facebook-síðu, har vit hava lagt ymiskt út av tí, vit hava gjørt, og her síggja fólk ein part av tí, vit takast við. Hann vísir á, at umframt vanligar snikkarauppgávur, hevur Vága Træsmiðja eisini gjørt ymiskar seruppgávur, bæði í kirkjum, har tey eitt nú hava gjørt vindeygu, hurðar, portur, lúkur, skáp til prestakjóla og nýggjar snældur til altarpartin. - Jú, uppgávurnar hjá okkum hava verið rættiliga ymisk­ ar, og vit hava eisini gjørt kontroldiskin í torninum á flog­ vøllinum, sum hevur fingið umrøðu úti í heimi. Vit hava gjørt barrdiskar, stólar og trappur og mangt ymiskt, bæði til vinnuligt virksemi og privatkundar. Róðin á Lofti vísir á, at tey, sum hyggja eftir Degi & Viku, síggja eisini borðini, sum fólk standa við, og Vága Træsmiðja hevur gjørt eini fimm slík borð til KvF. ENDURSKAPA GAMALT Vága Træsmiðja hevur eisini fingist við at endurskapa ymiskt gamalt, sum fólk hava tikið til sín, og soleiðis hava tey eisini gjørt hurðar við klinku upp á gamla mátan. - Beint nú gera vit vitrinuskáp - ella skáp við rúti framman fyri til at seta gløs og ymiskt annað í. Hetta er eitt skáp á hjólum við ljósi í. Skápið skal standa undir einum skrá­veggi og skal kunna hálast fram, tá brúkast skal úr tí. Vit hava eisini gjørt trappu, sum stendur í myrkum rúmi, og her hava vit fresað fyri ljósi við skiftandi litum undir hvørjum trini. So, umframt vanligu snikkarauppgávurnar, gera vit eisini ymiskar seruppgávur, sum viðskiftafólk spyrja eftir, sigur Róðin á Lofti. Vilmund Jacobsen Róðin á Lofti, sum eigur og rekur Vága Træsmiðju, hevur góðar royndir av kvinnum sum snikkarum. - Tá eg lærdi í Havn, høvdu vit eina kvinnu, sum gjørdist bygningssnikkari, og eg havi eina kvinnu, sum hevur lært hjá mær og er útlærd sum bygningssnikkari. Á Snikkaraverkstaðnum í Dali er eisini ein kvinnuligur lærlingur og Petra Mohr Mølgaard, sum er í starvi hjá mær, hevur eisini verið í Dali og hjálpt til, tá tað hevur staðið á hjá teimum. Róðin á Lofti sigur, at tað, sum hann kennur til kvinnur sum bygningssnikkarar, er, at tær eru sera dugnaligar og nærlagdar. - Ja, eg vil siga, at tær í summum førum eru nærlagdari enn menninir við somu útbúgving. Sjálvandi kann tað standa á onkuntíð, tá tungir lutir skulu lyftast, men tað eru heldur ikki allir menn, sum eru líka sterkir, sigur hann brosandi. Vit trívast væl saman her á Vága Træsmiðju og tað, eg kenni til, havi eg alt gott at bera kvinnum sum snikkarum, sigur Róðin á Lofti. VÁGA TRÆSMIÐJA ER EIN FORVITNISLIGUR VERKSTAÐUR LIGGUR SERA VÆL FYRI HJÁ KVINNUM - Vit hava einki gjørt burtur úr við at reklamera fyri okkum sjálvum, men vit hava fingið nógvar ymiskar uppgávur - og eisini seruppgávur sigur eigarin av virkseminum í Miðvági - Eg veit ikki, hví fleiri kvinnur ikki eru snikkarar. Tað liggur sera væl fyri hjá teimum, sigur eigarin av Vága Træsmiðju Petra Mohr Mølgaard, ið gjørdist liðug sum bygningssnikkari í vár, er í starvi hjá Vága Træsmiðju