Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 25

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 SOSIALURIN DESEMBER 2020 Jól í Føroyum Uppskrift JÓLALIGAR HAVRAGRÝNSKÚLUR Lagt til rættis: Annika Kunoy Im annika@sosialurin.fo So at siga øll elska havragrýnskúlur, sum bæði eru lekkrar, festligar, jólaligar og tað besta – lættar at gera bæði hjá vaksnum og børnum. Ein klassikari, sum lættliga fær gott pláss á konfektfatinum á jólaborðinum. Havragrýnskúlurnar eru eisini góðar restina av árinum, og tær kunnu eisini vera heilsugóða boðið upp á okkurt lekkurt, tá januar mánaði kemur, og tað søta verður burturpakkað Her eru tvey boð upp á havragrýnskúlur. Ein uppskrift til børnini við appelsin­ djúsi og ein til tey vaksnu við kaffi og rommi. HAVRAGRÝNSKÚLUR VIÐ KAFFI OG ROMMI 60 stk TILFAR: 250 gramm av havragrýni 150 gramm av smøri 150 gramm av rørsukri 15 gramm av kakaopulvri 1 desilitur av sterkum kaffi 1 súpuskeið av myrkum rommi HARVRAGRÝNSKÚLUR VIÐ KOKUS 60 stk TILFAR: 250 gramm av havragrýni ½ desilitur av nýpressaðum appelsindjúsi 150 gramm av smøri 150 gramm av rørsukri 40 gramm av kakaopulvri At stroya á: 1 desilitur av kokusmjøli 1 súpuskeið av kakaopulvri 1 súpuskeið av frostturkaðum hindberum MANNAGONGD: Oys turra tilfarið í ein bolla og mola smørið í og síðani kaffi og rommið í einu útgávuna og appelsindjúsið í hina útgávuna. Er deiggið ov vátt, lat so meir havragrýn ella kokusmjøli í. Er tað ov turt, lat so meir av kaffi ella appelsindjúsi í. Evna lítlar kúlur og rulla tær í kokusmjøli PREIÐ: Tað er eisini lekkurt við til dømis Baileys, Grand Marnier, Contreau, Kahlua ístaðin fyri rom, um ein ynskir tað ella eigur eitt av hinum inni Tað ber eisini til at blanda alt tilfarið saman í hvirlu – skjótt og lætt! Tað er umráðandi at nýta gott smør og at leggja kúkurnar kalt, áðrenn tær verða borðreiddar. Havragrýnskúlurnar kunnu eisini frystast Být møguliga kokusmjølið um við hakkaðar mandlir, havragrýn, kakaopulvur ella smeltaða sjokolátu