Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 44

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2020 26 Jól í Føroyum Føroyingar pynta veitsluborðini meira nú enn fyri bert nøkrum fáum árum síðani. Orsøkinar eru fleiri og helst er ein teirra, at Køks- & Veitslubúðin hjá Thomas Dam á Hálsi, hevur spesialiserað seg í at hugkveikja og selja lekrar, burðardyggari og fjølbroyttar vørur at pynta borð og veitsluhølir við. Borðreiðingin hevur meira at týða fyri veistlurómin enn flest geva sær far um. Wow-effektin, tá gestirnir síggja eitt hugtakandi og væl gjøgumført borð, fær gestin at kenna seg væl, upplyftan og hámettan, og tað er við til at leggja eitt gott støði undir veitsluna. Í ár hava koronatilmælini gjørt, at vit savnast færri saman, og tí velja nógv, at gera enn meira burturúr pyntingini. Hettar sæst eitt nú til jólaborðini og til fermingarnar, sum vóru í heyst, barnaføðingardagar, brúðleyp, babyshower, polterabend v.m. ÍBLÁSTUR OG PROFESSIONELLA RÁÐGEVING Í handlinum hjá Thomas Dam á Hálsi, hevur dekoratørurin Linda altíð pyntað vøkur og innbjóðandi borð, har tú kanst fáa íblástur og professionella ráðgeving. Tú kanst læra m.a. at falda serviettarnir soleiðis at borðið er í harmoni við hølið og teir litir og úttrykk tú ynskir. Í breiðu litviftuni finnast nærum allar litir í dúkum og serviettum. HVUSSU NÓGVAN DÚK? Borðreiðingin byrjar við at finna lit og longd á dúki. Ein tummilfingraregul er, at tað gongur umleið 1/2 metur pr. 2 fólk + 30cm til hvønn endan (um tað sita fólk báðu megin). Tjúkku toylíknandi Dunicel dúkarnir fáast í 5m, 10m og 25m. Nógv velja eisini ein vakran borðrennara eftir miðjuni ella tvørturum. TOYLÍKNANDI SERVIETTAR ELLA FØROYSKA SERVIETTIN? Til eitt fult uppdekkað borð velja tey allar flestu tjúkkar 40cm serviettar í døgurðastødd. Teir sýnast av meir og skapa hátíðarligari veitslustemningin. Fyri at fáa hædd á borðið, kanst tú falda serviettin í eitt tvífaldað ella ferfaldað segl. Skanna QR koduna og Linda lærir teg at falda fýrfaldað segl við tveimum serviettum. Borðreiðir tú við holukøkum afturvið einum kaffimunni ella onkrum øðrum lekkrum, so er vanligt at brúka ein 33cm serviett. Yvirraska gestirnar við hugnaliga føroyska kirkjuserviettinum. BLANDA LJÓSKELDUR FYRI HEILDARUPPLIVINGINA Stóra broytingin seinastu fáu árini er, at alt fleiri brúka battaríljós, tað verið seg ljósketur, blokk-, bikar- YVIRRASKA GESTIRNAR, LYFT STEMNINGIN OG SPENN­INGIN VIÐ EINUM FLOTTUM, HUGNALIGUM OG VÆL PYNTAÐUM BORÐI Skapa samljóð ímillum borðbúnað, ljóskeldur, serviettar, dúk, borðrennara, blómur og pynt LÝSINGAGREIN