týsdagur 1. desember 2020síða 45
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
SOSIALURIN DESEMBER 2020
Jól í Føroyum
og krónuljós. Hjá Thomas Dam á Hálsi fært tú eisini
burðardyggari loysnir við elljósum til at løða á løðistøð,
soleiðis at sleppast kann undan battaríhópinum.
í seinastuni hevur verið nógv umrøtt, at livandi ljós eru
skaðilig fyri heilsuna. Í Veitslubúðini á Heykavegi 3 á Hálsi.
hava tey hágóðsku svanamerkt ljós úr reinum stearini,
sum brenna reinari. Umframt tað, so eru komin nýggj
økologisk svanamerkt bikarljós úr plantuolju, sum nógvir
ovurviðkvæmir kundar siga seg tola væl.
Eldur er eitt av 5 náttúruelementunum, og sum hevur
verið grundarlagið undir menniskjanum síðan tíðarinnar
morgun. Tað ber illa til at erstatta megina frá eldi og
stemningin, hugnan, ið bleiktrandi login gevur frá einum
livandi ljósi. Tí vilja vit vísa, at tað eru fleiri fyrimunir við
at hava fleiri ymsar ljóskeldur. Við at hava nøkur fá livandi
ljós, ljósketur og elljós hvørt um annað, fært tú nóg mikið
av ljósi á borðið, so loftsljósið kann verða sløkt, men tað
verður ikki ov heitt ella ov tung luft inni.
HÆDDIN Í MESTA LAGI 20CM
Fyri ljós, blómur og dekotatiónir á miðjuni á borðinum er
galdandi, at hæddin er í mesta lagið uml. 20cm. Hetta fyri
at tryggja at borðfólkið. sum situr yvirav hvørjum øðrum,
kann hava eygnakontakt tá tey práta. Nýggju battaríljósini
fáast bæði sum bikarljós, blokkljós og sum stutt og long
krónuljós. Tey stuttu krónuljósini hóska seg tí sera væl at
standa eftir miðjuni á borðunum.
LEIGA STEINTOY, ELLJÓS OG
EFTIRGJØRDAR BLÓMUR
Køks- & Veitslubúðin leigar steintoy, ljósastakar og battarí
ljós út, og stóri eftirspurningur eftir eftirgjørdum blómum
og plantum hevur gjørt, at handilin er byrjaður at leiga
dekoratiónir, stakar blómur og bukettir við vasa út.
-Vit vísa umhvørvisatlit og royna at ganga fremst.
Tí hugsa vit, at tað er betri at leiga enn at eiga tílíkar
vørur, sum ein bert brúkar eina ella fáar ferðir. Innan
einnýtisbúnað, hava vit júst fingið nýggja og slóbrótandi
heimakompostbara einnýtisglasið, ið verður fordervað av
mikroorganismum í náttúruni. Við øðrum orðum, so verður
glasið til mold eftir stuttari tíð, eisini um tað endar úti í
náttúruni.
Hjá Thomas Dam á Hálsi fylgja tey neyvt við skjótu
menningini, soleiðis at tey altíð kunna bjóða um
hvørvisbestu loysnirnar.
Finn okkum á Instagram og Facebook og fá tilboð, síggj
nýggj rák, fá ráðgeving og íblástur.
Skanna QR kodurnar inn og lær at falda ferfaldað segl
og vitja okkum á Facebook.