Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-01, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. desember 2020síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN DESEMBER 2020 28 Jól í Føroyum Vilmund Jacobsen Hetta er eitt tiltak, sum eftirhondini hevur nøkur ár á baki og verður rópt Jól á Sjóvarhøvda. Tað er familjan hjá Niels Jacob Th. Nielsen, ið eigur gamla handilin við Sjógv, sum skipar fyri. Í hugnaliga handlinum, sum er frá 1860, stendur alt, sum tað stóð, tá handilin læt aftur í 1985. Her var eisini reiðaravirki, og handilin var kendur fyri at selja alt millum himmal og jørð - alt frá gerandismati til sápu, handskar og stivlar. Umframt at ymisk jólaprýði og heimavirkað pløgg fáast til keyps hesar sunnudagar til jólar, fæst eisini ymiskt til keyps, sum eitt nú rísalamande og annað gott, sum hoyrir jóla­hugnanum til. Her kunnu eisini keypast brendar mandlur, heitt kakao, kaffi og te. Ágóðin av jólasøluni á Sjóvarhøvda fer allur til væl­ gerandi endamál, og soleiðis hevur eitt nú verður stuðlað undir tiltakið - Í menniskjum góður tokki. Seinnu árini er allur ágóðin farin til Alzheimerfelagið. Jólasølan á Sjóvarhøvda hevur verið væl stuðlað og vitjað av fólki í økinum og familjan, sum stendur aftan fyri tiltakið, leggur eisini stóra orku í, at jólasølan verður eitt gevandi tiltak, samstundis sum hetta eru tveir sera hugna­ ligir sunnudagar í gamla handlinum. NÓGV SØGA Tað liggur nógv søga aftan fyri gamla handilin á Sjóvarhøvda, og umframt at vera handil, varð eisini fiskur turk­aður og pakkaður her. Her var eisini bensinpumpa, sum helst kom einaferð í 1920-unum. Handilin kom stutt eftir kongaliga einahandilin, og tað vóru teir í Útistovu við Sjógv, sum upprunaliga bygdu handilin. - Handilin kom í familjuna hjá okkum, tá abbi mín keypti hann. Hetta var árið eftir, at teir keyptu Knørr, og Knørrur varð keyptur í 1931. Teir sóu skjótt, at tað at reka fiskiskap við skipi bæði í Íslandi og Grønlandi - og ikki hava handil - ja, tað riggaði ikki. Familjurnar heima skuldu eisini liva. Avrokningarnar fingu teir sum oftast bara til jólar. Tí varð handlin keyptur. Her var eisini fiskastykki á økinum, hevur núverandi eigari, Niels Jacob Th. Nielsen, greitt frá. Seinasti dagur, har handilin á Sjóvarhøvda var opin, var hin 12. apríl í 1985. Sí nærri á sjovar.fo 3. des. kl. 11 Guðstænasta og døgurði í Sjóvar kirkju 4. des. kl. 18-20 Jólahugni við Sjógv 6. des. kl. 15-19 Jól á Sjóvarhøvda 7.-8. des. kl. 17-19 Jólatiltak hjá fornminnafelagnum á Høvda 14. des. kl. 1830 Konsert við Silvitni í Sjóvar kirkju 20. des. kl. 15-19 Jól á Sjóvarhøvda JÓL Í SJÓVAR KOMMUNU Sunnudagin 6. desember og sunnudagin 20. desember, báðar dagarnar frá klokkan 15 til 19, verður hugnalig jólasøla í gamla handlinum á Sjóvarhøvda á Strondum JÓLASØLA Í SØGURÍKUM HANDLI Á SJÓVARHØVDA