Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 4. DESEMBER 2020 Glottar í koronuskýggjum ­Hergeir Carst­ens­ son fekk bronsu­ medalju, tá hann í Ros­kilde týs­dagin stóð sveina­ roynd­ina sum slakt­ari. Hann hevur ver­ið í læru hjá slakt­ar­a­num í Mikla­garði sein­ astu fýra árini, og týs­dagin stóð hann so royndina við 44 stigum. Frá sveinaroyndini er Hergeir Carstensson longu farin til arbeiðis, sigur Jørgen Peter Jørg­ en­sen, slaktari í Miklagarði, tí Hergeir er longu byrj­að­ur aftur hjá slaktaranum í dag. – Tað er ikki bara bara at fáa medalju í sam­ bandi við sveinaroyndina, sigur Jørgen Pet­er Jørgensen, sum er errin av Hergeiri Carst­ens­ syni. – Tú kanst sjálvandi fáa eina gullmedalju, og tað er, um tú yvirhøvur ongan feil hevur. So kanst tú fáa eina silvurmedalju, og bronsu­med­ alj­an er so bert fýra stig frá einari gullmedalju. – Eg plagi at siga, at bara tú ert staðin, so er tað flott. Men eg má siga, at hann fekk 44 stig, og fyri at standa, skalt tú hava 10 stig. – Medaljurnar eru ikki nakað, ið verður lat­ið til høgru og vinstru, sigur Jørgen Peter Jørg­ en­sen. HERGEIR CARSTENSSON Tvey kend steypalið hittast í finaluni Ítróttur síða 20-23 Tá »Activ« gekk burtur í 1945 Siðsøga síða 16-17 Í blaðnum... Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri Vónandi fer koppingarevni at venda døpru gongdini sum skjótast Tað eru døpur tíðindi, sum frættast utt­an úr heimi um avleiðingarnar av kor­onufarsóttini. Í grannalondum held­ur smittan á at herja, og í Danmark verð­ur fleiri ferðir um vikuna boða frá met­nógv­um smittutilburðum. Tíbetur eru vit sloppin lutvíst lætt í Før­oy­um, hvat smittu og sjúku um­ræð­ ur, men fíggjarligu avleiðingarnar eru nógv­ar, serliga hjá ávísum bólkum. Hó­ ast smittan kann raka øll, so raka fíggj­ ar­ligu av­leið­ing­arnar sera ójavnt á ymsu starvs­bólkarnar, og tí merkja øll tað ikki eins val upp á pengapungin. Tíbetur eru góð tíðindi at frætta um kopp­ing­arevni, sum nakrast Men vit mugu sláa okkum til tols við, at eisini tað fer at taka tíð – tíð, sum eisini fer at kosta. Helst hava vit ikki enn kent tær álv­ars­ligastu avleiðingarnar av, at heim­ur­in ikki hevur sama tørv at keypa okk­ara útflutningsvøru. Tað skerts ikki burt, at mat­stovu­ vinn­an úti í heimi í stóran mun keypir okk­ara vørur, og um fólk ikki fara út at eta, so fer tað at merkjast í útflutningi okk­ara. Vit hoyra um virki í Føroyum, sum fram­leiða til goymslu. Tað kann sjálv­andi ikki halda á. Men nú jólini nærkast, og smittu­ tølini eru lág í Føroyum, so skulu vit sjálv­andi binda um heilan fingur alla­ tíð­ina, so vit ikki fáa eina triðju bylgju av smitt­uni yvir landið. Tí er gott, at hild­ið verður fast um at kanna øll fólk, sum koma inn í landið fleiri ferðir, so vit fáa hildið smittuni burtur úr landi­ num, hóast vit ikki fáa hildið fíggjarligu avbjóðingunum burtur, og soleiðis, at fólk framvegis kunnu ferðast. Men hesi viðurskifti javna seg helst aft­ur – og um fólk móti sumri aftur kunnu ferðast fríttí í heimi, so kanska tann nógv sperda ferða­vinnan í Før­oy­ um kann merkja ágóðan av tí. At vera eitt land við lágari ella ongari smittu, verður helst góð sølu­vøra í so máta. Flogferðavinnan er í stórari kreppu kring allan heimin, og enn er tað eingin sum veit, hvussu tað kann ávirka al­ heims ferðavinnuna. Men vit kunnu bara gera okkara og vóna, at okkara ferða­vinna skjótt kann fara til verka aft­ur. At bæði Atlantsflog og SAS enn eru til dystin fús at flyta ferðafólk kann verða bjargingin hjá føroysku ferða­v­innuni. Eins og undanfarin ár er vælgerandi fel­ ags­skap­urin, Kiwanis Tórshavn, farin und­ir árligu jólatræssøluna aftan fyri Sjón­leikarhúsið í Havn. Endamálið er at savna inn pening, sum í høvuðsheitum verð­ur latin góðgerandi átøkum, ið hava við tørvandi børn og ung at gera. Eisini let­ur Kiwanis javnan stuðul til barn­a­ fam­ilj­ur, ið onkursvegna eru komnar í fíggj­ar­ligar trupulleikar orsakað av sjúku ella øðr­um, ið hevur rakt familjuna. Felagsskapurin Kiwanis Tórshavn, ið hev­ur sum endamál at stuðla tørvandi børn­um, barnafamiljum og tiltøkum børn­um og ungum at frama, er farið und­ir árligu jólatræssøluna, sum fer fram aftan fyri Sjónleikarhúsið í Havn. Á hvørjum ári letur Kiwanis Tórshavn pen­ing­a­gávur til vælgerandi endamál. Eitt nú hevur felagsskapurin stuðlað eini spæli­stovu á Landssjúkahúsinum, Ho­t­el Tórshavn í Keypmannahavn, Sjó­ mans­heim­i­num Ørkini í Reykjavík, Javna, Háskúlanum, Frelsunarherinum, Barna­heim­inum, Megd, tónleika­bólk­i­ num Ælabogin og mongum, mongum øðr­um góðgerandi endamálum. Somuleiðis stuðlar Kiwanis javnan ein­støk­um barnafamiljum, ið onk­ur­s­ vegna hava fingið trupulleikar orsakað av sjúku ella øðrum, ið familjan kann vera rakt av. Umframt jólatræssølu stavar hjálparpeningurin hjá Kiwanis Tórs­havn frá lutaseðlasølu á Ólavsøku. Jólatrøini verða útpakkaði, so til ber síggja tey, áðrenn ein ger av, hvat jólatræ ein ynskir sær. Trøini verða síðani pakk­ aði inn aftur, so tey eru klár at leggja í bilin ella bera heim við sær. Upplatingartíðirnar eru mánadag- fríggj­a­dag frá klokkan 16.00 – 20.00 og leyg­ar­dag frá kl. 14.00 – 20.00. Eisini er op­ið frá klokkan 16.00 tveir teir seinastu sunnu­dagnar undan jólum. Tveir aðrir Kiwanis-felagsskapir eru í Før­oy­um. Tað eru Kiwanis Rósan í Havn, og Kiw­anis Eysturoy, sum hevur heim­stað í Gøtu. Orðið “kiwanis” stavar úr ind­i­ansk­um máli og merkir “vit byggja.” Kiwanis stuðlar barnaarbeiði Kiwanis stuðlar barnaarbeiði við jólatræssølu við jólatræssølu Bronsu­med­alju sum slaktari Gott um hetta aftur verður vanlig sjón í Vágum