hósdagur 3. desember 2020síða 3
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
3
– SKIPANIN SKAL TAKA OKKUM INN Í 21. ØLD
STEINAR PATURSSON
T
að var ein fegin Michael
Boolsen, fúti, sum í dag
fekk handað nýggju
samskiftisskipanina,
Kima, frá Føroya Tele.
Tað var á vári í fjør, at Føroya
Tele vann útboðskapping frá
ríkisløgregluni um at menna
nýggja samskiftisskipan, og nú
er arbeiðið so at siga komið á mál.
Og tað er ikki hissini mál, sigur
Michael Boolsen.
– Skipanin skal taka okkum
inn í 21. øld. Hon skal geva
okkum teir møguleikar, sum
tú hevur í dag sum vanligur
borgari til at stroyma, senda
myndir og so framvegis. Tað
hava vit nú møguleika fyri at
gera á skipanini, og tað fer at
hava stóran týdning fyri okkum,
sigur Michael Boolsen.
Nýggja skipanin varð í fyrsta
umfari handað løgregluni, og
eftir ætlan skulu hinir partarnir
av tilbúgvingina upp í skipanina
sum skjótast. Men tað verður
løgreglan, sum verður fyrsti
partur at nýta skipanina í
gerandisdegnum, og har fer
hon at gera mun, metir Michael
Boolsen.
– Fyri tað fyrsta fáa vit eina
støðuga radioskipan, og tað er
stórur fyrimunur. Fyri tað næsta
fáa vit hesar møguleikarnar,
sum verða greiddir frá í
filminum, sigur hann og sipar
til lýsingarfilmin, ið Føroya Tele
hevur latið gjørt, sum greiðir
frá teimum ymsu lutunum í
skipanini.
– Ein mynd sigur meira enn
túsund orð, og um vit til dømis
senda eina mynd, so kann vakt
arleiðarin senda fólk avstað út
frá teirri myndini, heldur enn at
skula lýsa støðuna við nógvum
orðum. Tað tekur nógva tíð, sigur
Michael Boolsen.
Tá spurdur um, hvørt løg
reglufólkini hava fingið høvi at
royna skipanina og tær ymisku
"leikurnar", ið fylgja við, svarar
fútin við einum brosi, at tað hava
tey.
– Tey eru heilt glað fyri tað,
sigur Michael Boolsen, fúti.
Kima til hvønn annan í
tilbúgvingini
Nýggja samskiftisskipanin,
Kima, skal syrgja fyri, at ymsu
partarnir í føroysku tilbúgvingini
kunnu samskifta væl og lætt.
Talan er um slóðbrótandi
skipan um okkara leiðir
STEINAR PATURSSON
F
øroya Tele handaði
fyrrapartin hósdagin
løgregluni nýggju sam
skiftisskipanina, sum
Føroya Tele hevur ment í sam
starvi við svenska Ericsson.
Neyðugt hevur verið við
nýggjari samskiftisskipan, sigur
Hans Jákup Langgaard, stjóri í
FT Samskifti, tí higartil hava part
arnir í tilbúgvingini havt hvør sína
skipan, sum ikki kann samskifta
tvørtur um hvørja aðra.
– Einki samskifti er ímillum
tilbúgvingina í løtuni. Tað vil
til dømis siga, at løgreglan og
landssjúkrahúsið mugu ringja
sínamillum, um okkurt er áfatt,
tí tey hava onga felags útgerð.
Nú kunnu tey við einari útgerð
senda informatión sínamillum
og samskifta, sigur Hans Jákup
Langgaard.
Hans Jákup Langgaard vísir
eisini á, at tá tað hava verið venj
ingar, ella neyðugt hevur verið
við tilbúgvingini til okkurt meira
álvarsligt, hevur samskiftið
partanna millum altíð verið ein
forðing fyri góðari tænastu, rætt
og slætt tí partarnir hava ikki
felags skipan at samskifta við.
Skipanin kann nógv
Men umframt at veita eina felags
skipan til samskifti millum til
búgvingarpartarnar, kann nýggja
skipanin eisini so nógv meira, ger
Hans Jákup Langgaard greitt.
– Til dømis kanst tú fáa eitt gott
yvirblikk við dronuni, sum verður
sent til sentralin, sum sendir tað
víðari til øll, sigur Hans Jákup
Langgaard og vísir til dronuna, ið
telist millum ta nógvu útgerðina,
ið fylgir við skipanini.
– Tað, sum tú hevur samskift
við; video, boð og annað, tað
verður goymt á einum servara.
Til eftirmetingina kanst tú
spæla alt tilfarið, og tú fært allar
upplýsingarnar aftur.
Valdu sterka útgerð
Og tað er nógv útgerð, ið kann
fylgja við skipanini. Men skipanin
er bygd á ein standard, sum ger, at
tað ber til at velja sær ta útgerð,
ið tørvur er á, og útgerðin, sum
sum er tikin í brúk eftir ynski
frá løgregluni, er útgerð frá
Sonim, sum er sterk, kraftig, og
heldur væl, sigur Hans Jákup
Langgaard og peikar móti nógva
útbúnaðinum, ið Føroya Tele
hevur frammi til framløguna.
Grundskipanin handan ar
beiðið hjá Føroya Tele kemur
frá svenska Ericsson, og aftrat tí
stóra arbeiðinum, ið longu liggur
aftanfyri skipanina, skal Føroya
Tele eisini veita tænastusupport
24 tímar um døgnið, tí tað er eitt
krav.
Framleiðslan av skipanini
fer at mala runt hja Føroya tele,
sigur Hans Jákup Langgaard og
metir, at hon fer at kosta 10 til 12
milliónir komandi árini.
Í dag var skipanin bert handað
løgregluni, men ætlanin er, at øll
tilbúgvingin skal knýtast uppí. Og
tað skal henda, so skjótt teir ymsu
partarnir eru klárir.
–Tað kann vera innan fyri
nakrar vikur. Og tað verður sløkki
liðið, sum fyrst kemur aftrat, sigur
Hans Jákup Langgaard.