hósdagur 3. desember 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
4
ANNIKA KUNOY IM
– Eg minnist væl dagin, eg sum
11 ára gomul fekk boðini um, at
sannlíkt var, at eg fór at missa
sjónina. Tað var í mai mánaði,
veðrið var so fantastiska gott.
Alt var grønt og fuglarnir
sungu. Eg minnist tað, sum ein
ordiliga, ordiliga penan og ljósan
dag, sigur 53 ára gamla Ruth
Thomsen, sum er blind.
– Eg minnist ikki, at tað var
so øgiligt tann dagin, men fyri
foreldrini hjá mær var tað
forferdiligt. Tey hava, alt tað
eg kann minnast, sagt, at eitt
tað svartasta skýggið, sum er
komið á teirra lívshimmal var
tann dagin, tey fingu boðini um,
at eg fór at gerast blind. Tað var
forferdiligt hjá teimum at hoyra,
men eg upplivdi tað ikki soleiðis
sjálv, sigur Ruth Thomsen frá.
Hon er fødd við arvaligu
sjúkuni retinitis pigmentos,
vanliga nevnd RP. Ein sjúka, sum
ger, at sjónin spakuliga versnar,
inntil hon hjá teimum flestu
eisini hvørvur. Ruth Thomsen
fekk boðini um, at hon hevði RP,
tá hon sum 11 ára gomul var send
til Danmarkar til eygnalækna
saman við foreldrum sínum. Og
tá hon var síðst í tjúguárunum,
gjørdist hon heilt blind.
– Tað hevur ikki fylgt mær
gjøgnum barna- og ungdóms
árini, at eg fór at gerast blind.
Als ikki, sigur Ruth Thomsen
við eyðkenda positiva tónalagi
sínum.
Ein positivitetur, sum ein
hevur hug at undrast á, tí tor
ført er at hugsa sær eitt lív
uttan sjónina – sansurin, sum
kanningar siga, stendur fyri 80
prosent av inntrykkunum, sum
vit menniskju fáa gjøgnum
dagin. Hon sigur tó, at eyðkendi
positiviteturin - sum eisini var
við til at veita henni heiðurin,
tá hon í síðstu viku fekk handað
fyrstu kærleikskúluna, sum
Dugni lat úr hondum - er eitt
tilvitað val. Hon hevur sjálv valt
hann. Tí, sigur hon, tað er lætt at
gerast beisk og negativ.
Virkin í samfelagnum
Ruth Thomsen er fødd og
uppvaksin í Havn. Sjálv sigur
hon seg vera havnarkona
við stóra h. Hon er gift við
Sólbjørn, og saman eiga tey
børnini Ingibjørg, sum er 30
ár, Tummas Juul, sum er 29 ár
og Petur, sum er 23 ár. Eisini er
Ruth omma at einum dreingi,
sum er seks ár. Hon er forkvinna
í Blindafelagnum og ráðgevi í
Sjóndepilinum.
Til dagligt arbeiðir hon sum
ráðgevi í Sjóndeplinum, har
hon kemur í samband við fólk,
sum kontakta Sjóndepilin. Tað
er bæði fólk, sum hava fingið
sjóntrupulleikar og avvarandi,
sum venda sær til Sjóndepilin
vegna tey, ið hava trupulleikar.
– Tá tey ringja inn, havi eg
ofta fyrstu samrøðuna og leggi
oyra til, sigur Ruth Thomsen.
Tá hon verður spurd,
hvussu hon, hóast mista sjón,
megnar at taka so virkan lut í
samfelagnum, greiðir hon frá,
at tað eisini var eitt tilvitað val,
sum ikki kom natúrliga.
– Tíverri sær man ofta, at tá
sjónin hjá fólki fer, verður tað
ótrúliga avbjóðandi sosialt. Tí
velja sjónveik menniskju ofta
la løttu loysnina, sum ikki altíð
er tann rætta loysnin fyri eitt
menniskja, og tað inkluderar
meg sjálva eisini, sigur Ruth
Thomsen frá.
– Í tí tíðarskeiðinum, tá sjón
in av álvara versnaði síðst í
tjúguárunum, valdi eg faktiskt
alt tað sosiala frá. Mær dámdi
best at vera heima, og eg fór ikki
í føðingardagar, til familjutiltøk,
ella veitslur. Dempað ljós og
hugna valdi eg frá, tí tað at vera
blindur ella sjónveikur er eitt
goymt brek, og fólk síggja ikki,
at tú berur brekið. Ofta svarar
man ikki, tá tosað verður við
ein, ella so svarar man, tá man
ikki skal svara. Man kennir
ikki fólk aftur, og man følir,
at man etur ikki pent, tí man
hevur ikki stýr á tallerkinum,
tí man sær hann ikki. Tað er
mannminkandi – og tað er tað
serliga í tí tíðasrskeiðinum, tá
man enn ikki hevur góðtikið
støðuna. Man hevur ikki gótikið,
at soleiðis verður støðan restina
av lívinum, leggur hon síðani
álvarsliga aftrat.
– Eg var sjálv í hasi støðuni,
og fyri mítt viðkomandi mátti eg
ótilvitað taka eitt val og spyrja
meg sjálva, hvat eg vil við mínum
lívi. Vil eg vera tann konan, sum
steingir seg inni og er negativ og
beisk inn á lagnuna, ella vil eg
vera ein, sum hevur mót upp á
lívið og sum familjan hevur hug
at vera saman við, spyr hon.
– Tað er ikki hugaligt at vera
saman við einum, sum er beisk
og negativ. Eg valdi, at eg vil
liva lívið við øllum, sum lívið
hevur við sær, hóast eg ikki
havi sjónina. Eg veit, at eg fái
ikki sjónina aftur - líkamikið
hvussu beisk eg eri. Eg tók eina
avgerð um, at eg vil fáa tað besta
burturúr kortini, og eg havi
fingið eitt gott lív, hóast eg onga
sjón havi í dag, leggur hon síðani
alvarsliga aftrat.
Ongantíð sæð
yngsta barnið
Ruth Thomsen var sjónveik í
nógv ár, áðrenn hon ordiliga
misti sjónina. Hon greiðir frá,
at hóast hon sum barn sá illa,
kláraði hon seg væl, gekk í
skúla og fekk útbúgving. Tá
sjónin ordiliga hvarv, var Ruth
smábarnamamma, hevði børnini
heima og megnaði ikki at vera á
arbeiðsmarknaðinum longur.
– Tað er øðrvísi at taka sær
av einum barni, tá tú onga sjón
hevur. Tað var so krevjandi, tí eg
einki sá, og tá tey vóru lítil, snúði
lívið seg ikki um nakað annað.
Eg hevði ikki orku til nógv annað
enn bara at vera mamma, sigur
hon.
Tá hon verður spurd, hvør
var tann seinasti persónurin,
sum hon sá, steðgar hon á eina
løtu og røddin gerst álvarsom og
kensluborin
– Eg kom at kenna mannin, tá
eg var blaðung, so eg havi sæð
hann tá. Og tá eg átti tey bæði
eldru børini, hevði eg nakað av
sjónsrest eftir, sigur hon frá.
– Men eg havi ikki sæð tey við
mínum egnu eygum, síðani tey
vóru um fimm-seks ára gomul.
Yngsta sonin havi eg ongantíð
sæð. Men eg eri rættliga vís í,
at eg veit, hvussu tey síggja út,
tí tey eru ómetaliga gávumild
við klemmum og spyrja meg
javnan, um eg vil hava klemm.
Tá eg sleppi at taka um tey, føli
eg, hvussu tey síggja út. Tey
hava einki ímóti, at eg nerti
við andlitið á teimum. Tað
geri eg bara hjá børnunum og
manninum. So sleppi eg at føla
skapið á andlitinum, sigur hon
umhugsin.
– Upp á onkran máta haldi
eg meg vita, hvussu tey síggja
út. Fleiri siga mær, hvørjum
tey líkjast. Og eg veit jú, hvussu
famljurnar í báðar ættir sóu út
fyri nógvum árum síðani. So veit
eg, hvussu tey síggja út, hóast
eg ikki havi sæð tey í 25 ár, sigur
hon frá.
Ruth minnist ikki, hvør var
tann seinasti persónurin, hon
sá við sínum egnu eygum, tí
sjónin fór so líðandi. Men tað
pínir at tosa um andlitini, sum
RUTH THOMSEN ER BLIND:
Tað er ikki hugaligt at vera saman við einum,
sum er beisk og negativ. Eg valdi, at eg vil liva
lívið við øllum, sum lívið hevur við sær, hóast eg
ikki havi sjónina. Eg veit, at eg fái ikki sjónina
aftur - líkamikið hvussu beisk eg eri, sigur 53 ára
gamla Ruth Thomsen, sum hevur livað uttan
sjónina síðani hon var síðst í tjúguárunum
–EG VIL IKKI
–EG VIL IKKI
VERA BEISK
VERA BEISK
Vil eg vera tann
konan, sum
steingir seg inni og
er negativ og beisk
inn á lagnuna,
ella vil eg vera ein,
sum hevur mót
upp á lívið og sum
familjan hevur hug
at vera saman við