Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020 SOSIALURIN 86 17 Komandi partur Tann 12. desember eru 100 ár síðani missiónshúsið Emmaus í Klaksvík varð tikið í brúk. Í hesum sambandi verður greitt frá Ingrid Gregersen, sum doyði ung, og sum hevur yrkt og týtt væl umtóktar sálmar í Missiónssálmabókini. í lug­arinum upp í eina yvirkoyggju, har ein maður lá og svav, men tíbetur varð hann ikki skaddur. Vegna veður varð lagt inn á Sørvág at kroka, men skjótt batnaði veðrið so mikið, at farið varð aftur at sigla til Havnar at taka olju og útgerð, og reiðarin kom eisini við. Veðrið var gott, til teir vóru komnir einar 70 fjórðingar úr Borðuni, tá brast hann á aftur av landsynningi, so teir høvdu sjabbut veður til Aberdeen. Komnir hagar var so nógvur fiskur á marknaðinum, at um­ boðsmaðurin mælti til at sigla suður til Hull at selja. So varð gjørt, men prísurin var heldur lágur. Komnir aftur til Havnar kom leki á rørið til kølivatnspumpuna í motorrúminum. Undir hesum umvælingararbeiði varð Jens Andreas skaddur í annan fótin og mátti í land og til lækna. Við Staksáfossi Seinni hetta árið fór Jens Andreas við “Staksáfossi” hjá Chr. Geyta. Teir drivu línu­ veiðu við Føroyar, ísaðu fiskin og sigldu til Aberdeen at selja. Manningin var sjey í tali. Menning Geyti var skipari. Í 1946 fór Jens Andreas aftur við “Staks­á­ fossi” við sama skipara. Hann mynstraði av hetta várið at fyrireika seg til hjúnaband og giftist 14. apríl í Fugloyar kirkju við Gudrun Matras úr Fugloy. Hetta summarið fór Jens Andreas at dríva sildagarnaveiðu í Sundalagnum og á Kollafirði við sínum egna 4-mannafari. Frá seinnapartinum av august mánaði arbeiddi hann umborð á sluppini “Pilot” hjá S. P. Petersen Eftf. í Fuglafirði. Sluppin lá á Kollafirði og tók sild frá motorbátunum “Erik” og “Jacob” hjá sama reiðaríi. Teir drivu sildagarnaveiðu á Tangafirði og har um leiðir. Í september sama mynstraði hann við “Hjørdis” á saltfiskaveiðu við troli við Ís­ land. Á túrinum brotnaði trolspælið, so teir máttu heimaftur, landaðu hjá reiðaranum, umvældu spælið og fóru so aftur til Ís­ lands á feskfiskaveiðu. Teir fingu skjótt upp í lastina og sigldu aftur til Føroyar. Christian Danielsen, pápi tann kenda stjór­ an á Fiskasøluni, Birgir, var skipari. Sigldu á sker Í 1947 fór Jens Andreas við sama skipi og skipara á ísfiskaveiðu á Senjabankanum. Tá teir høvdu fingið last, varð kósin sett til Onglands at selja, men á veg suðureftir, sigldu teir á grynnuna ella skerið Oldskær. Ein norskur snurpunótabátur kom teim til hjálpar og sleipaði “Hjørdis” leysa aftur. So varð siglt til Ålesund, har kavari fór niður at hyggja eftir, hvat farið var av stoyt­ inum. Men skaðin var tíbetur so lítil, at teir frá tryggingini fingu loyvi at halda áfram við fiskiskapinum. Áðrenn útaftur varð farið, varð veiðan flakt og saltað við hjálp frá norðmonnum. Teir tóku so salt og fóru á saltfiskaveiðu á sama staði, teir høvdu verið á. Tá lastin var full, varð siglt heim og landað í Fuglafirði. Jens Andreas Hansen helt so uppat at sigla. Russari týtt bók til forna føroyska málið V it hava fyrr umrøtt russaran, Andrei Melnikov. Hann hevur tað samband við heimssøguna, at langabbi hansara var við til at geva Hitler banahøggið í bardaganum við Stalingrad í 1943. Men tað er tað serliga við honum út frá føroyskum sjónarmiði er, at hann er ein av teimum fáu russarum í Russlandi, sum dugur føroyskt. Umframt hetta er hann er veruligur føroyavinur. Hann kom fyrstu ferð til Føroyar fyri meira enn 20 árum síðani, og tá dugdi hann umframt føroyskt eisini fleiri onnur mál. Fyri umleið einum árum síðani gjørdi hann tað avrik at týða bókina hjá Sigert Paturs­son um hansara ferð í Sibiria til russiskt. Hetta skapar møguleika at kunna um henda merkismann í Russlandi. Tá ið býráðið í Klaksvík var á vitjan í sínum vinabýi í gamla Leningrad um somu tíð, sum bókin kom út, var henda bók ein upp­ løgd gáva til vertirnar. Nú hevur Andrej aftur verið við í einum serligum átaki. Saman við føroyinginum Dagfinn S. Højgaard hevur hann týtt bók­ ina Tann lítli prinsurin eftir Saint-Exu­péry, sum er ein av heimsins mest týddu bók­um til ”nýnorn”. Hon er týdd til 121 mál, mong av teimum eru smámál. Ein útgáva er við morsialfabetinum og ein onnur við rún­ um! Nýnorn er ein dagføring av gamla norrøna málinum norn, sum í síni tíð varð tosað á Hetlandsoyggjunum og Orkn­oyggj­um. Andrej sigur, at hetta er ein lýsing av málinum, sum tað kundi sæð út í dag, um tí hevði verið lív lagað. Íbúgvararnir her komu jú úr Noregi, og teir hava so varðveitt sítt mál inntil tað so við og við varð køvt av enskum. Tað verða framvegis orð úr hesum málinum nýtt á hesum leiðum. Longri afturi í tíðini var tað tosað á Hebrid­unum og eisini í pørtum í sjálvum Skot­landi. Hetta mál var so líkt føroyskum, at tað varð sagt, at tá ið hetlendsk skip komu inn í Føroyum um næstseinasta alda­skifti, tá skiltu føroyingar og hetlendingar hvønn annan á egn­um máli. Í dag finst ógvu­ liga lítið skrivligt av tí gamla mál­inum, eitt dømi er tó ”Faðir vár”. Lítli prinsurin er ein av teimum mest týddu bók­unum í heim­inum, og týðararnir av hesu útgávu siga, at tað var ein heiður fyri teir at fáa áheitan um at týða hana til nýnorn, ikki mint tí hetta er fyrsta bók, sum er týdd til hetta málið. Í fyrsta umfari varð hetta mett at vera ómøguligt. Men tá teir so fóru at kannað málið, so var tað kanska ikki so ómøguligt kort­ini. Føroyingurin Jacob Jacobsen gjørdi í síni tíð eina orðabók við 13.000 orðum úr norn. Samstundis varð gjørd ein líknandi orða­bók í Orknoyggjunum. Í teimum førum, har týðararnir hava manglað orð hava teir tikið hesi orð úr grannamálum sum t.d. føroyskum. Tað áhugaverda er, at bókin er væl lesilig hjá einum føroyingi. Skyldskapurin hjá málunum sæst av, at bókstavurin ð eisini verður nýttur. Teir báðir høvdu eina heimasíðu og fingu í 2017 frá týska forlagnum Tintenfass, sum skipar fyri týðingum til smámál, áheit­an um at týða bókina til Norn. Men hetta kann bara vera ein tillagað týðing, og tí kalla teir málið nýnorn. Henda bók, sum uppruna kom út á fronsk­um í 1943, kom annars út á føroyskum í 2015, týdd og útgivin av Alexandur Kristiansen. Henda ævin­týr­ søg­an um høvuðs­per­ són­in, sum við ein­um flogfari strandar í eini oyðimørk og hitt­ ir  tann  lítla prinsin, sum kem­ur frá eini gongustjørnu langt burturi frá okkara. Hann greiðir for­vitnisliga frá sín­um lívi á eini gongustjørnu. Vónandi fær ein slíkur persónur sum Andrei almenna viðurkenning úr Føroyum til sítt slóðbrótandi virksemi, sum eisini er til gagns fyri Føroyar. Andrei Melnikov er ein góður føroyavinur. Perman á bókini. Fyrsta síðan í søguni. Minnir ikki einki um føroyskt.