hósdagur 3. desember 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
16
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
J
ens Andreas royndi eitt sindur av
hvørjum á sjónum og var manga
vandaferð.
Hann varð føddur í 1911 og doyði
í 1992. Her er partur av hansara søgu til sjós.
Til Íslands at keypa fisk
Tann 28. okt. 1944 mynstraði Frederik
Olsen úr Rituvík sum skipari við Active.
Hinir vóru bestimaðurin Jóhan Henrik Fr.
Olsen, Rituvík, motorpassari Jens Andreas
Hansen, Kollafirði, kokkur Johan Jacob
Olsen, Rituvík, dekkarar vóru Per Olsen,
Rituvík, John Egholm, Tórshavn og Petur
Juel Vang úr Froðba.
Fyrst varð siglt yvir á Seyðisfjørð at
keypa fisk, men tá teir ongan fisk fingu
har varð siglt suður á Norðfjørðin at
royna fiskakeyp. Tá nú heldur ongin
fiskur fekst á Norðfjørðinum varð siglt
norður til Akureyrar, har ein skaði varð
umvældur. Tá hetta var liðugt, varð siglt
inn á Skutilsfjørð at keypa fisk, men har
fingu teir ongan. Teir lógu tó jólini har
og vórðu bodnir at halda jólahátíðina hjá
Frelsunarherinum. Á nýggjárinum varð
so siglt til Reykjavíkar at keypa útgerð. Í
Reykjavík fingu teir fulla last.
Sunnudagin 14. jan. varð so hildið avstað
við 171 tonsum av fiski í lastini. Siglt varð
suður til Vestmannaoyggjarnar, haðani
kós varð sett til Onglands.
Komu í illveður
Fyrst var veðrið hampiligt, men so vaks
vindurin, og týsdagin 16. jan. var ódnarveð
ur av útnyrðingi, skonnartseglið skrædn
aði, og ein brotasjógvur skræddi skeilettið
yvir kahúttini av, so nógvur sjógvur kom
niður tann vegin. Manningin fór beinan
vegin undir at negla segldúk fyri niður
gongdina, so skipið ikki fyltist av sjógvi
beinan vegin. Seinni hendan dagin støkk
stórbummurin av, so tá bleiv bara siglt við
klyvara og fokku.
Sjógvurin í skipinum vaks so skjótt, at
neyðugt var at steðga motorinum, sum
tá stóð í sjógvi. Jens Andreas fór í holt
við at taka hann sundur til reinsingar
og fekk hann – ein Vølund motor – sum
eisini dreiv lensipumpuna, í gongd aftur.
Ljósmotorurin, ið var steðgaður, fekk hann
eisini í gongd aftur.
Pumpaðu í 35 tímar
Pumpað og oyst varð uttan íhald í einar
35 tímar í vánaligastu umstøðum hugsast
kann. Rigningurin á stórmastrini í bak
borði brast. Skonnartrigningurin í bak
borði brast eisini. Hósdagin batnaði veðrið
eitt sindur, so tað gekk so toliliga at halda
skipið lens við motorinum, við dekspump
unum og við at oysa. Men tá fóru menn at
leggjast fyri, tí ongin vatnsopin var eftir
og ongin kolamoli at koyra í eldin. Tað stóð
verri og verri til við rigninginum, og menn
vóru so mikið viknaðir, at summir lógu í
koyggjunum.
Náttina til 20. jan. rak “Active” fyri vág
og vindi, men so við eitt sóu teir skips
lanternur og fóru at blussa fyri at fáa
skipið til sín. Skipið kom til teirra, og tað
var íslendski trolarin “Fagriklettur”, ið var
á veg úr Onglandi til Íslands. Hann legði
seg stutt frá teimum at bíða eftir dagslýsi.
Skipararnir samdist um, at Fagriklettur
skuldi sleipa “Active” ávegis móti Føroyum
til annað skip, ið varð varskógvað, kundi
koma teimum til hjálpar. Gjørt varð klárt
at sleipa, men íslendski skiparin hevði hug
at bíða eftir frægari veðri. Bíðað varð til
út á seinnapartin, men tá fór barometrið
at falla, og hann øtlaði veðrið. Av ótta
fyri at mastrarnar fóru at detta, samdist
manningin um, at einastu ráðini vóru at
fara av skipinum og umborð á “Fagraklett”,
áðrenn myrkrið kom.
Teir vónaðu at kunna bjarga skipinum
dagin eftir.
Farið varð av skipinum
11 tímar aftan á at “Fagriklettur” var kom
in til teirra, var henda avgerð at fara av
skipinum boðað skiparanum, og teir settu
beinanvegin ein bjargingarflaka út, sum
teir lótu reka móti “Active”. Tað eydnað
ist eisini føroyingunum at krøkja í flakan
og gera enda á hann, so hann kundi verða
drigin millum skipini. Jens Andreas greiddi
frá, at teir fóru út á flakan frá hekkuni í
tveimum bólkum, fyrru ferð tríggir menn,
seinru ferð restin, fýra menn, og teir blivu
hálaðir umborð á “Fagraklett”. Veðrið var
tá so nógv versnað, at teir fingu ikki flakan
umborð aftur og máttu tessvegna sleppa
honum. “Active”, sum var komin nær til at
søkka, hvarv í kavarokinum, so teir sóu
hana ikki aftur. Hetta hendi fríggjadagin
19. jan. 1945, 200 fjórðingar úr Mykinesi.
Frá einum vanda í annan
Teir vórðu væl móttiknir umborð á “Fagra
kletti”, men stutt eftir, at teir vóru komnir
um borð, breyt ein stórsjógvur, sum
gjørdi, at lastin skeytst, og trolarin legðist
á síðuna. Farið varð beinanvegin í lastina
at skumpa kolið á pláss, so trolarin aftur
fekst á rættkjøl. At spakarnir tíbetur lógu
frammi undir bakkanum gjørdi, at teir
fingu fatur á teimum. Verri hevði verið,
um teir høvdu ligið í lastini.
Eftir boðum frá amerikansku herleiðsl
uni í Íslandi varð siglt til Reykjavíkar, har
teir vórðu koyrdir á sjúkrahús býarins til
kanningar. Jens Andreas, ið varð skaddur
undir hesum baksinum, fekk neyðugu
læknahjálp. Teir búðu einsamallir í stórari
barakk hjá amerikumonnunum í okkurt
um eina viku. Jens Andreas og John Eg
holm í Havn fóru tá umborð á føroyska
trolaran “Stella Argus” til fiskiskap við
Ísland og vórðu settir í land í Havn, tá
báturin var á veg til Onglands at selja veið
ina. Hinir fimm av manningini fóru heim
við “Polo”, sum eisini skuldi til Onglands
at selja veiðina.
Aftur til sjós
Sama várið í 1945, fór Jens Andreas aftur til
sjós við “Eyðbjørg” hjá Alfred Johannesen
í Havn og var sum vant motorpassari.
Veitt varð við snurpinót eystan fyri
Vestmannaoyggjarnar, og haðan siglt til
Aberdeen at selja. Skipari var Theodor Jo
hannesen í Fuglafirði. Túrurin niður var
vánaligur. Tá teir vóru komnir einar 30
fjórðingar suður úr Jarlshøvd, fingu teir
illveður av landsynningi og ein stórsjógv,
sum tók nótarlínurnar út um lúnningini,
men stropparnir hildu, so teir fingu tær
inn aftur. Í hesum óveðrinum slongdist av
tí eina brotinum ketan úr ketukjallaranum
Hesa ferð hava vit frásøgn frá Jens Andreas
Hansen í Kollafirði um ta meira ókendu søguna,
tá ið “Active” gekk burtur undir krígnum.
SIÐSØGA
TÁ “ACTIVE” GEKK BURTUR Í 1945
Jens Andreas Hansen var
góður frásøgumaður
Active landar saltfisk í Havn