hósdagur 3. desember 2020síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
15
leikara og eina rollu. Ein sjónleikari
hevur eitt avmarkað tal av tímum,
og hann veit ikki, hvussu nógvar
tímar hann hevur. Og rollan doyr í
prinsippinum ikki, tí hon er jú skapt
av hugflogi, men hon er eisini bara
livandi, um onkur sjónleikari spælir
hana, sigur Marita Dalsgaard og
heldur fram:
– Vit vita ikki, hvussu nógvar ella
fáar tímar vit hava. Men vit vita, at
teir blíva uppi. Og allíkavæl bera vit
okkum at, sum vit gloyma, at teir
blíva uppi. Vit hava tað við at fortapa
okkum í tingum, sum í roynd og veru
ikki hava serliga stóran týdning. Hvat
ger lívið gott? Hvussu trívast vit?
Hvat grejna vit um, og hvat er vert at
grenja um?
Vóna at undirhalda hyggjaran
Sjónleikaraparið vónar, at hyggjar
arnir fáa okkurt burturúr skemti
leikinum.
– Eg vóni, at tey verða undirhildin,
og at tey eru heit og bleyt um hjartað,
tá tey fara avstað aftur, sigur Marita
Dalsgaard.
Olaf Johannesen vónar nøkulunda
tað sama.
– Eg vóni eisini, at tey hava
stuttleikað sær, meðan tey hava
fingið eina søgu fortalda, sum kanska
eisini hevur nortið tey, sigur hann.
– Høvuðsorsøkin til at vit gera
hendan leikin er, tí okkum dámar
hann. Hann er stuttligur, samstundis
sum hann hevur nakað uppá hjartað.
Tann samanrenningin er heilt perfekt
fyri ein sjónleik, haldi eg, sigur Olaf
Johannesen.
Marita leggur aftrat:
– Og so vóni eg, at áskoðararnir
skilja, hví vit skilja sjónleik so nógv!
Tí hetta er ein ordiligur teatur-
sjónleikur. Vit bæði eru forelskað í
hvørjum øðrum, men vit eru eisini
forelskað í sjónleiki, so tað hopa vit
smittar av á hyggjaran, sigur hon.
Korona órógvaði
Í vár vóru Marita Dalsgaard og Olaf
Johannesen í holt við ein annan
sjónleik í Føroyum - hesin leikurin
kallaðist "Dýpið" og skuldi vera í
SALT á Tvøroyri. Men hetta var beint
uppundir, tá korona leikaði harðast á í
vár, og tí máttu tey avlýsa. Umleið eitt
hálvt ár seinni kom Marita í tankar
um leikin ”Tann komiska tragedian”,
sum Eva Bonfanti og Yves Handstad
upprunaliga hava skrivað. Hon vísti
Olaf handritið, og hann varð seldur
beinanvegin.
– Ja! Feitt, hugsaðu vit. Og so fóru
vit í gongd, siga tey.
Tí var tað meira ella minni av tilvild
og av praktiskum orsøkum, at ”Tann
komiska tragedian” nú er aktuellur.
– Tann senografiski og tekniski
parturin við ”Dýpið” var ein alt for
stórur váði at taka mitt í koronu,
tí vit kundu ikki pakka allan leikin
undir armin. Tað kunnu vit við
hesum. Leikurin ”Tann komiska
tragedian” er meira einfaldur.
Umframt sjónleikaran skulu vit her
bara brúka eitt teppi, ein kust, eitt
nótastativ, eina masku og ein tekst,
flenna Marita og Olaf.
Munur á áskoðarunum
Olaf er spentur upp á, hvussu før
oysku áskoðararnir eru í mun til
aðrar áskoðarar, hann hevur spælt
fyri uttanlands.
– Mítt upplivisli av føroyskum
áskoðarum er, at teir eru øgiliga
móttakiligir fyri tí, teir síggja. Tað veri
seg tónleik, sjónleik og film. Leiðin
inn í fólkið er onkursvegna lættari
og beinari í Føroyum enn aðrastaðni.
Kanska tí her ikki er so nógv at velja
ímillum, eg veit ikki. Tí er mann
kanska meira opin í Føroyum, sigur
hann.
Marita hevur spælt somu leikir
í Føroyum sum uttanlands fleiri
ferðir - og hon hevur lagt merki til
ein týðiligan mun millum áskoðarar.
– Tað er nokkso stuttligt. Tí tá
mann spælir ein leik ofta, so veit
mann, nær áskoðararnir flenna, og
nær mann skal halda eina lítla pausu.
Tann grundpulsurin er ofta øðrvísi,
sjálvt um leikurin í prinsippinum
er precist tann sami, sigur Marita,
sum eitt nú hevur spælt sama leik í
Føroyum, Danmark, Japan, Týsklandi
og Russlandi.
– Sum leikstjóri dámar mær
serliga væl at instruera í Føroyum.
Tað snýr seg nokk um, at eg havi eitt
annað samband til ein føroyskan
kontekst, enn eg havi til ein kontekst
aðrastaðni, sigur hon.
Einsrøðuleikur
Hvat er tað serliga við at spæla
einsamallur?
– Tá hevur tú fult tamarhald á
støðuni, sigur Olaf, so Marita fer at
flenna.
– Jú altso, tað er nokkso stuttligt,
men tað er eisini nokkso ræðandi. Tí
mann fær einki forerandi frá sínum
viðleikara. Tú skalt skapa alt sjálvur.
Og í hesum leikinum upptraðka fleiri
rollur, og tað er stuttligt, tí tað krevur
nakað reint sjónleikaratekniskt, sigur
hann.
– So upp á ein máta tosar tú við teg
sjálvan allatíð. Tað kann gott vera eitt
sindur skizofrent undir venjingum,
men jú, tað er stuttligt, sigur Olaf og
ásannar, at hann gott kann blíva eitt
sindur móður aftaná venjingarnar.
Arbeiða væl saman
Hvussu er tað annars at arbeiða
saman sum par?
– Vit eru ikki heilt einsamøll. Vit
arbeiða eisini tætt saman við einum
triðja manni, sum eitur Súni Joensen.
Hann er ljóssniðgevi til Ta komisku
tragediuna. Tað er ordiliga deiligt at
arbeiða saman við Súna. Vit trý hava
upp á stutta tíð funnið okkara máta
at arbeiða saman uppá, sigur Marita
Dalsgaard.
Annars er samstarvið millum
sjónleikaraparið gott, siga tey.
– Vit eru von vit at arbeiða sam
an. Tað hava vit gjørt ofta fyrr, og tað
gera vit meira ella minni allatíð. Vit
síggja, hvat hin ger, hjálpa hvørjum
øðrum og sparra. Tað riggar væl.
Munurin við hesum leikinum er tó,
at leiklutirnir hjá okkum eru meira
klárt defineraðir. Marita situr í sal
inum sum leikstjóri, meðan eg eri
á pallinum. Men egentliga er sam
starvið tað sama, sigur Olaf Jo
hannesen.
Marita Dalsgaard er samd, og hon
metir tað hava sínar fyrimunir at
arbeiða saman.
– Tað er trygt hjá mær at leik
stjórna Olaf, tí vit hava tosað sam
an í so nógv ár. Tí er tað til dømis
skjótari hjá mær at forklára okkurt
fyri honum enn fyri onkrum øðrum.
Tað er eisini trygt á tann hátt, at um
eg sum leikstjóri komi til at dumma
meg, so er tað lættari at rætta tað upp
við Olafi enn við onkrum øðrum. So
tað er effektivari og tryggari, og tað
er eisini stuttligari, sigur Marita Dals
gaard.
Alt nýtist ikki vera í Havn
”Tann komiska tragedian” verður
vístur bæði í Løkshøll í Runavík og
í SALT á Drelnesi. Olaf og Marita
fegnast um vælvildina frá hesum
báðum støðunum, sum hava víst
leikinum áhuga frá byrjan av. Tey
spæla uttanfyri Havnina, tí tey eru
umbiðin, væl móttikin, hølini eru góð,
og tí tey hava hug at fara har.
Marita heldur tað hava stóran
týdning, at tað skal bera til at fara til
sjónleik aðrastaðni enn í Havn.
– Eg meini virkuliga, at man skal
royna at fáa sjónleik og list yvirhøvur
út um høvuðsstaðin. Alt skal ikki
bara vera í høvuðsstaðnum. Men tað
er tungt at taka størri verkætlanir
út úr høvuðsstaðnum, sigur Marita
Dalsgaard og tekur dømi um leikin
Veitsluna, sum gekk í 2015, og sum m.a.
eisini var vístur í miðsnámsskúlanum
í Hovi.
– Tað er gott at taka listina út um
høvuðsstaðin, og tað havi eg altíð
hildið. Tað skal ikki vera soleiðis,
at mann verður noyddur at fara til
havnar fyri at fáa slíkar upplivingar.
Øll gjalda ju skatt til tað, sum er
fíggjað av landinum, sigur hon.
Marita Dalsgaard sigur, at fríyrkis
yrkissjónleikurin einki stað hevur í
Havn.
– Tá ið tað er sagt, at tað av ment
anarpolitiskum orøskum er umráandi
at spæla uttan fyri Havnina, so má
næstan leggjast aftrat, at Havnin
hevur einki spælistað til fríyrkis
yrkissjónleik. Havnin hevur heldur
ikki, um vit síggja burturfrá Norður
landahúsinum, spælistøð, sum hava
líka høgt støði sum Løkshøll og SALT,
sigur hon.
– Havnini tørvar í álvarsligan
mun spælistøð, so tað er eisini ein
orsøkunum til, at vit spæla uttan fyri
Havnina, sigur Marita Dalsgaard.
EDIA
VARA
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í
búnum eftir Símun
Petur Hansen,
Bøgøta 27, 350
Vestmanna, føddur
tann 13. september
1934, deyður tann
23. august 2020,
og eftirsitandi
hjúnarfelaga Anna
Maria Hallgerð
Arge Hansen, f. 9.
august 1939 verða
við hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Lucas Debesar gøta 8,
100 Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 248/2020,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 13. NOVEMBER
2020.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv
í búnum eftir Hans
Christoffer Julius
Fonsdal, Yviri við
Strond 95, 100
Tórshavn, føddur tann
20.10.1934, deyður
tann 18.10.2020,
og eftirsitandi
hjúnarfelaga Elsa
Hammerhaimb
Fonsdal, verða við
hesum biðin um
innan 3 mánaðar frá
kunngerð av hesi
lýsing at boða frá
og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp
pr. deyðsdagin, og
sendast til advokat
Petur Even Djurhuus,
Advokatfelagið, Lucas
Debesargøta 8, 100
Tórshavn, vísandi
til sks.nr. 309/2020,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 12. NOVEMBER
2020.
TROTABÚGV
Við avgerð tann 26.
november 2020, er
Sp/f Tindhólmur í
likvidatión, Bøgøta
16, 100 Tórshavn,
skrás.nr. 5656, sks.
nr. 3-70/2020,
komið undir
trotabúarviðgerð eftir
áheitan móttikin tann
25. november 2020
frá likvidator.
Sum fyribils bústjóri
er settur advokatur
Djóni Thomassen,
Bøgøta 16, Postboks
164, 110 Tórshavn,
tlf. nr. 788400, j.nr.
10235.
Tað verður innkallað
til skiftifund til
val av bústjórn á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum,
C. Pløyensgøta 1,
Tórshavn,
fríggjadagin tann 18.
december 2020, kl.
10.30.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 30. NOVEMBER
2020
TROTABÚGV
Við avgerð tann 27.
november 2020, er
P/F Løkir í likvidatión,
c/o Niels W. Poulsen,
adv., Frúutrøð
4, 100 Tórshavn,
skrás.nr. 4535,
sks. nr. 3-71/2020,
komið undir
trotabúarviðgerð
við Føroya Skiftirætti
eftir áheitan frá
Skráseting Føroya um
tvingsilsupploysn,
dagfest tann 11.
september 2020.
Sum fyribils bústjóri
er settur advokatur
Óli M. Hansen,
Faroe Law, Magnus
Heinasonargøta 10,
100 Tórshavn.
Tað verður innkallað
til skiftifund til
val av bústjórn á
skrivstovuni hjá
skiftirættinum,
C. Pløyensgøta
1, Tórshavn,
fríggjadagin tann 18.
december 2020, kl.
10:45.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
TANN 30. NOVEMBER
2020