hósdagur 3. desember 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
14
– Høvuðsorsøkin til at vit gera
hendan leikin er, tí okkum
dámar hann. Hann er stuttligur,
samstundis sum hann hevur
nakað uppá hjartað. Tann
samanrenningin er heilt perfekt
fyri ein sjónleik, sigur Olaf
Johannesen, sum er aktuellur í
einum skemtileiki, sum Marita
Dalsgaard leikstjórnar
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
T
að eru eftir hondini 14
ár síðan, at virðislønti
føroyski sjónleikarin
Olaf Johannesen sein
ast var á palli í Føroyum. Síðan
tá hevur hann spælt við í hópin
av leikum, sendirøðum og filmum
uttanlands, og hann verður tí av
góðum grundum roknaður sum
Føroya fremsti sjónleikari. Tí
eru tað nógv, sum hava bíðað í
spenningi, til hann aftur kemur á
pall í Føroyum – og leingi er tað, ið
væl skal vera, tí hann og unnusta
hansara Marita Dalsgaard eru nú
til reiðar við einum forvitnisligum
skemtileiki, sum verður frum
sýndur leygardagin, tá ið Leikhús
SKIFT vísir Tí Komisku Tragedi
una í Løkshøll.
Marita Dalsgaard er leikstjóri,
og Olaf Johannesen er á pallinum
– púra einsamallur. Tey hava bæði
nógv um oyruni vanligvís, so tað
hevur verið ein avbjóðing at fáa
kalendaran at passa saman fyri
at brúka ein heilan mánaða í
Føroyum til hendan leikin. Men
tað gekk, og tað fegnast parið um
– Eg gleði meg ótrúliga nógv.
Vit hava leingi ætlað at gjørt
okkurt í Føroyum, men tað er
alt farið í vaskið, m.a. tí vit hava
verið so upptikin við øðrum
verkætlanum. Í maj skuldu vit
hava ein leik í SALT, men so kom
korona, og vit máttu avlýsa. Nú
riggaði tað endiliga, og eg gleði
at møta áskoðarunum og síggja,
hvussu teir reagera upp á hendan
leikin, sigur ein spentur Olaf Jo
hannesen.
Ein samrøða millum
rollu og sjónleikara
Leikurin snýr seg um ein sjón
leikara og eina rollu - eitt par, har
annar ikki kann vera til uttan hin.
Sum frá líður byrja tey at bjóða
hvørjum øðrum av upp á ymsar
mátar. Men har er sum sagt bara
ein sjónleikari á pallinum, sum vil
siga, at Olaf Johannesen í prin
sippinum spælir tvær rollur.
– Leikurin er ein samrøða mill
um eina rollu og sjónleikaran, sum
spælir rolluna. Rollan hevur einki
lív uttan sjónleikaran, og sjón
leikarin hevur brúk fyri rolluni.
Í hesum samanspælinum kem
ur nógv fram, sigur Marita Dals
gaard.
– Hetta er ein leikur um ein sjón
leikara, sum vil fortelja eina søgu
um bardagan móti tí ónda. Men
so blandar rollan seg allatíð í hesa
søguna og broytir søgugongdina.
Og tað órógvar sjónleikaran. Roll
an skumpar sjónleikaran út á støð,
har sjónleikarin ikki vanligvís
hevði torað at farið. Upp á tann
mátan útviklar leikurin seg til
nakað meira absurd og komiskt,
sigur Olaf Johannesen.
Gaman og álvari
Hóast søgugongdin í leikinum
hevur nakrar myrkar síður, so er
boðskapurin í leikinum ikki bein
leiðis syrgiligur.
– Hetta er ein skemtileikur. Men
sum við øllum skemtileikum, so
liggur álvari undir tí stuttliga. Tað
stuttliga er mátin, leikurin hyggur
at menniskjanum uppá. Um tað at
at vera ófullkomin, fjálturstungin
og alt annað, sum kann níva okk
um í gerandisdegnum, sigur
Marita Dalsgaard.
– Tann komiska tragedian skal
skiljast sum gaman og álvari. Tað
kann vera tragiskt, hvussu vit
menniskju forvalta okkara lív.
Hvat vit brúka okkara avmarkaða
tal av tímum til, sigur Marita Dals
gaard og greiðir nærri frá teimum
tankunum, hon hevur um boð
skapin.
– Nú handlar hetta um ein sjón
EIN KOMISK TRAGE
UM GAMAN OG ÁLV
Olaf Johannesen aftur á pall í Føroyum: