hósdagur 3. desember 2020síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 4. DESEMBER 2020
SOSIALURIN 86
13
F
øroyska songkvinnan
Linda Andrews, sum
er búsitandi í Dan
mark, hevur útgivið
nýggja jólafløgu, sum hevur
fingið heitið »Merry Christ
mas«.
Linda Andrews hevur
í nógv ár búð í Danmark,
har hon er virkin sum eitt
nú sangari og kórleiðari.
Hon fekk sítt stóra fólksliga
gjøgnumbrot, tá ið hon vann
X Factor sangkappingina hjá
DR í 2009, og hon er ein av
luttakarunum, sum hevur
dugað og megnað at havt eina
yrkisleið innan tónleik síðan.
Á nýggju útgávuni, sum
bæði fæst talgilt og í einum
avmarkaðum fløguupplagi,
eru nýggju jólasangir. Tveir
av sangunum – »Let Me Sing
of Christmas« og »Now It
Is Christmas« hevur Linda
Andrews sjálv skrivað. Hinir
sangirnir eru klassikarar
– eitt nú »White Christmas«
og »When You Wish
Upon A Star«.
E y ð k e n d a
r ø d d i n
h j á
Lindu Andrews
er sum vant í
miðdeplinum
á
sangunum, men
hon hevur eisini havt góðar
tónleikarar at spæla við sær.
– Mín fyrsta kensla er, at
útgávan tekniskt er væl úr
hondum greidd, tí eg kann
saktans hoyra hesar ymsu
heilt smáa variantarnar,
sum tað hegnisliga er kelað
fyri. Tað er eisini mín fatan,
at tónleikararnir eru valdir út
frá tí endamáli, at hesir skulu
megna at fylla tað út, sum
skal fáa samlaðu ljóðmyndina
upp í hægru eindina, skrivar
Fríðálvur Jensen í einum
ummæli av útgávuni.
– Samanlagt er »Merry
Christmas« væl úr hon greidd
og skal fáa 5 av 6 jólastjørnum
frá mær, skrivar hann.
Linda Andrews hevur
framleitt útgávuna saman við
Kristof Jasik. Tey hava tikið
upp, ljóðblandð og mastrað í
Millfactory, har Boe Larsen
hevur staðið fyri tekniska
parti
num.
Linda
syngur
um jól
Linda Andrews hevur
útgivið nýggja jólafløgu
You scumbag, you maggot/ You
cheap, lousy faggot«
Orðingin »old slut on junk« og
Ikki minst orðið »faggot«, sum er
ófantaligt orð fyri samkyndan
mann, skal vera stoytandi. Á
føroyskum hevði líknandi orð
kanska verið »rumpari« ella
ljótari.
BBC hevur avgjørt, at í ár
verður »Fairytale of New York«
ikki spældur í upprunaútgávuni
á Radio 1, tí har eru nógvir ungir
lurtarar, og teir kenna ikki
sangin á sama hátt, sum teir
eldru lurtararnir gera, heldur
BBC. Framvegis fer støðin Radio
2, sum hevur eldri lurtarar, at
spæla upprunasangin, um tey,
sum hava sendingar, vilja spæla
hann.
Broyta orð
Bólkurin The Pogues gjørdi inn
spælingina av »Fairytale of New
York« saman við songkvinnuni
Kirsty MacColl. Sangurin kom
út fyri jól í 1987, men var ikki
sonevndur »Christmas Number
One« hetta árið, tí »Always on
My Mind« hjá Pet Shop Boys
var ovast á hitlistanum á jólum.
Hinvegin hevur sangurin verið
sera drúgvur á hitlistunum,
og hann hevur verið fimtan
ferðir inni á Topp-20 í Onglandi
– serliga upp undir jól.
BBC fer at brúka eina broytta
útgávu av sanginum á Radio 1.
Hon byggir á eina framførslu hjá
The Pogues og Kirsty MacColl
í sjónvarpssendingini Top of
the Pops í 1992, tá ið MacColl
sang »You’re cheap and you’re
haggard«. Hendan sama orðing
var brúkt í endurinnspæling,
sum Ronan Keating og Moya
Brennan gjørdu í 2000. Tá ið
Ed Sheeran og Anne-Marie
framførdu sangin á Radio 1
í 2017, brúktu tey orðingina
»cheap lousy blagger«. Í báðum
førum er tað orðið »faggot«, sum
er tikið úr tekstinum.
Shane MacGowan, sum var
annar høvundin til sangin, og
sum er sangari í The Pogues,
greiddi í 2018 frá, hvussu
sangurin og ljótu orðini skuldu
skiljast.
– Orðið verður brúkt av einari
kvinnu, tí tað passaði til hennara
hátt at tosa. Hon skuldi ikki vera
ein vinarligur persónur. Hon
er ein kvinna í einum vissum
ættarliði, og hennara orðaval er
so neyvt, sum eg kundi fáa tað
til. Tað var ikki hugsanin, at tað
skuldi særa fólk, segði Shane
MacGowan.
Tað hevur verið lívligt kjak í
Bretlandi um avgerðina hjá BBC.
Summi halda, at BBC ger púra
rætt. Onnur halda, at BBC fer
ov langt.
Ein talsmaður fyri BBC hevur
á diplomatiskan hátt sagt, at
BBC fer framhaldandi at spæla
»Fairytale of New York«, men at
tey fara at brúka ta útgávuna,
sum passar best til ymsu
pallarnar.
Virdi australski tónleikarin,
Nick Cave, sum eisini er
vinmaður sangaran í The
Pogues, heldur, at tað er skeivt
at broyta tekstin.
– Tað oyðileggur sangin, at
tað verður nortið við júst tað
avgerandi og mest fyrilitarleysu
løtuna í honum. Hetta ger, at
sangurin missur virði, tí nú
hevur onkur pilkað við sangin,
tamt hann og gjørt hann
óskaðiligan, og so kunnu vit ikki
longur kalla tað ein stórfingnan
sang, sigur Nick Cave sambært
Louder.
Sjónleikarin
Laurence
Fox, sum summi kenna frá
krimirøðini Lewis, hevur
stovnað politiskan flokk, og
hann hevur funnist harðliga
at BBC og hevur mælt fólki til
at gera »Fairytale of New York«
til ársins »Christmas Number
One«. The Pogues vil ikki hava
sangin misbrúktan politiskt og
umvegis Twitter bað bólkurin
Lawrence Fox skrubba av.
Nú fæst so at síggja, hvussu
leikur fer í desember mánaði.
Linda
Andrews er
aktuell við
nýggjari
jólafløgu
góðum, men maðurin í bókini
hevði fingið sálarligt mein, og
tilveran hjá familjuni, sum var
stríggin frammanundan, varð
nú uppaftur strævnari.
Sólrún Michelsen lýsir í
nýggju bókini korini hjá van
ligum fiskimannahúskjum í
hesum tíðum í gerandisdegnum,
og tá ið hóttafall kom á. Kríggið
endar, og Sólrún leiðir okkum
ígjøgnum nakrar lagnur beint
sum spanska sjúka og tuberkla
sjúkan tóku seg upp.
»Tann eini tátturin í søguni er
hjúnalag, sum er grundað á trygg
leika heldur enn kærleika, og
hvussu hesin kærleikin los
nar í bondunum, tá ið sannur
kærleiki við sonnum erotikki
trokar seg á. Ring samvitska
um at bróta heilagar reglur.
Kanst tú vera heil kvinna,
kona og mamma, um tú
verður ásttikin í einum
manni, meðan tann, tú ert
gift við, liggur sjúkur?,«
verður sagt í umrøðu av
bókini.
Skaldsøgan »Ein annar
er gull« kom út í gjár.
skaldsøgu
Nýggja skaldsøgan hjá Sólrún
Michelsen kom út í gjár
Shane MacGowan og Kirsty MacColl innspældu
í 1987 sangin »Fairytale of New York«, sum er
miðdepil fyri hørðum kjaki í Bretlandi í løtuni