hósdagur 3. desember 2020síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Samrøða
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
Hóast hann hevur verið til skips, so hevur handil
altíð verið ein partur av lívinum hjá stjóranum í
SMS, Niels Mortensen
H
ann var ikki fyltur 10 ár, tá ið farið
var undir at grava út fyri stóru
handilsmiðstøðini á Trapputrøðni í
Havn, hon sum seinni fekk navnið
SMS.
Nú hevur hann í fleiri ár verið
stjóri í fyritøkuni og tí sum har til hoyrir og hann eigur
helvtina av felagnum, sum í dag eigur SMS og virksemi
rundanum fyritøkuna.
Áðrenn hann kom so langt, gjørdi hann tó ymiskt
annað Hann tók sína útbúgving í Sorø, hagar hann fór
í sjeynda flokk og búði á kostskúla, Síðani fór hann til
London at útbúgva seg víðari, har hann gekk eitt hálvt ár
í skúla í Cambridge og eitt hálvt ár í London,
Síðani fór hann til Keypmannahavnar, har hann gekk
á Niels Brock – ella tað, sum í dag eitur CBS. Hann nam
sær handil í eitt ár. Hetta var í 1985.
Hann var eisini í Føroyum. Tá var hann til skips við
svartkjaftaverksmiðjutrolaranum Andreas í Hvannasundi,
har Sonni Johannesen fyri tað mesta var skipari, men
eisini Mortan Johannesen.
-Ein fantastisk tíð, har eg lærdi nógv og kom at kenna
nógv fólk, sigur Niels Mortensen í dag.
Bankamaður
Keypmannahavn bleiv tó basan hjá honum tey næstu
árini.
Hann fekk arbeiði í Den Danske Bank í deildini í
Søborg. Har var hann í fimm ár.
Í hesum tíðarskeiði fekk hann eisini familju og eigur
tvey vaksin børn, sum búgva í Danmark.
Fyrst í níti-árunum var búskaparlgia støðan í Danmark
á veg uppaftur eftir tey soltnu árini við “kartoffelkur” og
øðrum.
Í Føroyum hevði alt gingið við fullari ferð og ein dagin
í 1992 ringdi pápin, Hans Mortensen, til hansara og bað
hann koma heim at hjálpa sær og arbeiða í Miklagarði.
Tá vóru niðurgangstíðirnar av álvara farnar at gera um
seg í Føroum.
Hann tók tó av og fór at arbeiða í Miklagarði men
tá ið eitt ár var farið læt ein handil hjá fyritøkuni upp í
Runavík.Rúnar skuldi hava ein leiðara.
- Teir vistu helst, at eg var byrjaður at fjasa við konu
vóna, sum er úr Runavík, so eg var helst lættur at lokka
at fara til Runavíkar at arbeiða, sigur Niels Mortensen við
einum stórum smíli í dag.
Hann var í Runavík, sum leiðari fyri Rumbul, men í
1996 fór hann aftur til Havnar at taka sær av handlunum
hjá fyritøkuni.
- Pápi mín hevði stóran áhuga fyri sjálvari
sølumiðstøðini og tá so Ivar fór til Danmarkar aftur
vildi hann hava meg at taka hansara arbeiðið, sigur Niels
Mortensen.
Hann sigur, at hetta var ein ógvuliga trupul tíð.
Føroyar vóru í einum aldudali og tað gekst illa at fáa alt
at mala runt.
- Fyrst ferð vit fingu yvirskot var í 1996 – altso eftir
kreppuna. Eg minnist væl, at tá ið avtornaði vóru 233.000
krónur í yvirskoti. Tað var fantastiskt.
Saman við íslendingum
Tíðin fyrst í níti-árunum var ómetaliga tung. Samfelagið
fór so at siga av knóranum, arbeiðsloysið var stórt og
hópur av fólki flutti av landinum.
SMS fór í gjaldssteðg í 1996, men raksturin helt kortini
fram.
Men so kom ein broyting í.
- Tað hendið ein sunnudag, at íslendingarnir, sum áttu
tveir Bónus handlar í Føroyum, bóðu um fund. Fundurin
varð hildin á skrivstovuni hja pápa mínum, minnist eg og
í veruleikanum var hetta tað besta, sum hendi.
- Hetta var í seinnu helvt at níti-árunum. Íslendingarnir
høvdu hesar báðar handlarnar, har teir seldu nógv, men
ikki tjentu pengar. Tað endaði við, at teir komu uppí hjá
okkum og høvdu helvtina. Tað var í veruleikanum fyrsta
investeringin teir gjørdu uttanfyri Ísland. Seinni yvirtóku
teir – sum tá bleiv til Baugur – stóran part av heiminum,
men vit fingu eitt frálíkt samstarv við teir, sigur Niels
Mortensen.
Eins og íløgan í Føroyum var tann fyrsta teir gjørdu
uttanlands, so var tað eisini tann seinasta teir sleptu, tá ið
tað skrædnaði í Íslandi.
Hans Mortensen var í SMS, til hann gavst í 2006.
- Tá yvirtók eg eisini sjálvt húsið, sum hann annars
hevði tikið sær av. Mín áhugi var handlarnir, sum vit
áttu. At menna teir til nútímans handlar – til dømis
Mylnurnar, Bónus og so framvegis. Eg má siga, at eg
saknaði pápa mín nógv, tá ið hann gavst her, sigur Niels
Mortensen.
Niels Mortensen sigur, at fyrr var SMS-húsið sjálvt ein
stórur partur av fyritøkuni, men nú er alt nógv størri.
- So sjálvt um eg siti sum stjóri, so eru onnur fólk, sum
taka sær av handlunum. Nú er fyritøkan eisini so stór, at
vit hava meira enn eitt bein at standa á, sigur hann.
Í dag er tað soleiðis, at Niels Mortensen eigur helvtina
av fyritøkuni sjálvur, meðan eitt felag hjá Enniberg eigur
hina helvtina.
Í stytri tíðarskeiði hava aðrir átt helvtina, men seinastu
árini hevur hetta verið soleiðis.
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
HEVUR FYLGT
L HANDILSSTJÓRA
Niels Mortensen er stjóri í SMS
og eigur helvtina av fyritøkuni.