hósdagur 3. desember 2020síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
SMS í Havn og serliga Miklagarður er helst fremsti
handilin í Føroyum við einum útlendskum dámi
S
tóri matvøruhandilin í SMS, Miklagarður, er
helst tann handilin í Føroyum við størsta úr
valinum og líkist mest einum supermarknaði
í okkara grannalondum.
Nýggjar vørur, sum ikki eru vanligar í før
oyska húsarhaldinum, síggjast á hillunum.
-Hvussu vita tit hvønn veg til skulu fara við handlinum?
-Tað lættasta er at siga, at vit fylgja gongdini í sam
felagnum, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
-So hvørt sum samfelagið mennist, so royna vit at fylgja
við og lesa rákið og so laga vit okkum til tað, sigur hann.
Hann sigur eisini, at mongu tilflytararnir ávirka gongd
ina rættuliga nógv. Eftir ár uttanlands koma tey heim og
hava nýggjar vanar heim við.
-Hetta er galdandi bæði fyri, hvat tey vænta at finna
í handlunum, men tað er eisini ein annar lívsstílur, sum
millum annað hevur við sær at tey eta oftari úti. Tað síggja
vit eisini og tí eru vit eisini við í matstovuvirkseminum,
millum annað við Angus í Havn og í Klaksvík, sigur Niels
Mortensen.
Nýggir vanar
Niels Mortensen sigur, at tá ið hann byrjaði í Miklagarði
vóru føroyingar ógvuliga konservativir og tóku ikki so
nógv nýtt til sín. Vit druklku Karate kaffi og Typho te.
Nú hava nógv fólk búð uttanlands og eru farin at
drekka kaffe latte. Tað vilja tey eisini hava, nú tey eru
flutt heimaftur.
- Handilslívið broytist og tað krevur onnur ting enn
tað, sum vit vóru von við. Tí eru vit noyddir at broyta
okkum alla tíðina, sigur stjórin.
Hann sigur, at tá ið Mylnan kom, so var tað ein av
leiðing av hesum. Vanligt var ikki, at handlar høvdu opið
sunnudag. Tað var ein stór broyting, men í dag er tíðin
helst komin til at endurhugsa sjálvt konseptið við Mylnu-
handlunum,
- Í dag fær tú tað sum tú skalt hava alla tíðina. Fyrr
lótu stóru handlarnir aftur klokkan 18, men nú er opið
til klokkan 22 ella 23. Tað er eitt heilt annað handilslív,
vit hava í dag, sigur Niels Mortensen.
Hann vísir eisini á, at tá ið Hornið var í SMS tá var
tað ein handil, sum gav nógvan pening og tað hevði verið
torført tá at sæð fyri sær, at í dag er als ikki pláss fyri ein
um slíkum handli.
- Men tað henda stórar broytingar í samfelagnum og
vit royna at fylgja við. Vit kunnu eisini siga, at júst hesi
seinastu árini hevur verið nógv ferð á broytingunum í
sambandi við stóru fólkaflytingina, sigur hann.
Hann heldur, at Miklagarður er tann parturin av fyri
tøkuni, sum mest avspeglar nýggja rákið. Millum annað
nevnir hann, at í dag kanst tú keypa veganaramat í
Miklagarði. Eisini er kaffibrennarí har og til ber at keypa
nýmjólk.
- Hetta er ein risabroyting frá tíðini, tá ið ein oksabúffur
undir 200 gram mestsum var roknað sum pálegg, sigur
hann við einum smíli.
- Hetta krevur av okkum, at vit eru broytingarsinnað –
eru vit ikki tað, so yvirliva vit ikki, sigur Niels Mortensen.
Hann sigur, at tað, at Føroyar ikki eru partur av ES
gevur nakrar fyrimunir. Tað ger, at tað ber til at keypa
TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN
SMS fylgir gongdini í sam
fólkavøksturin krevur nýh