hósdagur 3. desember 2020síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Samrøða
úr øðrum londum og ofta við eini betri dygd enn tað,
sum fæst í ES.
-Tað ger til dømis, at vit kunnu keypa so at siga alt
okkara oksakjøt úr New Zelandi. Tað høvdu vit ikki
kunna gjørt, vóru vit partur av ES, sigur stjórin.
Angus
Nýggjasta skotið á stammuni hjá fyritøkuni eru matstov
urnar Angus.
Tað eru matstovur, sum byggja á eitt konsept, at tú fært
góðan mat fyri ein rímiligan penga, men við góðari dygd.
- Vit keyptu hetta frá Rúna Djurhuus og teimum. Tað
er eitt gott konsept, og teir hava gjørt tað gott. Vit hava
gjørt hetta tí vit síggja nýggja rákið, millum annað, at
fólk eta munandi meira úti nú, enn tey gjørdu fyrr, sigur
Niels Mortensen.
Hann leggur afturat:
- Tað er ikki vit, sum forma kundarnar, men kundarnir,
sum forma okkum og seta krøv til okkara. Vit mugu fylgja
hesum ráki, skal pláss vera fyri okkum í samfelagnum.
mfelagnum -
hugsan
SMS var eitt nýbrot í handilsvinnuni,
tá ið tað bleiv bygt.
Miklagarður er ein nútímans handil - ávirkaður av
føroyingunum, sum flyta heimaftur.