Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Síðani 2013 hevur Niels Mortensen verið formaður í nevndini hjá føroyska tjóðarflogfelagnum. Atlantsflog F øroyar hava luttikið regluliga í rutuflúgving mill­um Føroyar síðani seinast í áttati-ár­ un­um, tá ið almenna tjóðvarflogfelagið, Atlants­flog, varð sett á stovn. Polit­iska avgerðin um at seta eitt før­ oyskt flogfelag á stovn varð tikin, tí tað var rættuliga stór ónøgd við ta tænastu, sum tá var í flog­ ferðsl­uni millum Føroyar og umheimin. So hvørt sum føroyska samfelagiði menti seg, tyktist tørv­urin at ferðast millum Føroyar og umheimin at vaksa og krøvini gjørdist størri til eitt regluligt og álítandi sam­ band við umheimin. Flogfelagið menti seg skjóttt og tað vísti seg, at ferðandi føroyingar tóku tjóðarflogfelagið til sín. Hóast felagið hevði kapping á farleiðini millum Vágar og Keypmannahavn tey fyrstu árini, so vísti tað seg, at tað var nýggja føroyska Atlantsflog sum hevði munin. Kapp­ inga­neytin gavst og so var føroyska felagið einsamalt á rut­uni uttan kapping. Felagið menti seg og hevði fleiri flogfør, men mono­ polstøðan gjørdi, at fólk aftur fóru at seta krøv til flúgv­ing­ ina. Serliga vóru tað prísirnir, sum vóru rættuliga høgir, tá ið teir vóru samanbornir við lækkandi flogprísirnar úti í heimi. Nýggjur nevndarformaður Í 2013 var Jóhan Dahl landsstýrismaður við vinnumálum og tá var tað soleiðis, at almennu partafeløgini hoyrdu til landsstýrismannin við vinnumálum. - Eg minnist væl hvar eg var og hvar eg stóð, tá ið landsstýrismaðurin ringdi til mín og segði, at hann hevði brúk fyri einum nevndarformanni til Atlantsflog, sigur Niels Mortensen, sum tá eisini var stjóri í SMS. - Eg segði tað ljóðaði spennandi, men at eg fegin vildi koma í nevndina, men helst ikki sum nevndarformaður, men landsstýrismaðurin svaraði, at tað var einum nevnd­ ar­formanni, hann hevði brúk fyri. Niels Mortensen ráðførdi seg við onkran, sum hann kendi, sum hevði sitið í nevndini og tað endaði við, at hann tók av og hevur verið nevndarformaður síðani tá. - Eg fekk greitt at vita, at uppgávan var fyrst og fremst at syrgja fyri, at prísirnir á ferðaseðlum lækkaðu. Fólk ilsk­aðust inn á høgu prísirnar og satt at siga so gjørdi eg tað eisini sjálvur tá sum vanligt ferðafólk, sigur Niels Mortensen. Arbeiðssetningurin, sum var at fáa prísirnar niður, var tikin í álvara og nevndin fór beinanvegin undir til­gongd­ ina. - Felagið hevði monopol og tað ger okkurt við fólk. Tað var ein stemningur um, at tað ikki bar til at lækka prís­irnar. Tað var sum um ein í Miklagarði ikki bar til at seta prísirnar niður ella geva tilboð, men sjálvandi bar tað til, sigur nevndarformaðurin. TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN Uppgávan var at lækka prísirnar á fe