hósdagur 3. desember 2020síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Samrøða
Broytingartilgongdin
Niels Mortensen sigur, at tað skuldi ein tilgongd til at
røkka málinum.
Atlantsflog var eitt vælrikið felag og bæði stjórin tá,
Magni Arge, og starvsfólkini høvdu gjørt eitt gott arbeiði,
men nú skuldu broytingar henda.
Tað endaði við, at táverandi stjórin varð sagdur úr
starvinum og ein nýggjur stjóri varð settur, danin Jørgen
Holme.
Valið av nýggja stjóranum fekk ikki nakra serliga góða
móttøku í almenninginum, men nevndarformaðurin sig
ur, at ætlanin alla tíðina var, at hann bert skuldi sita eitt
styttri tíðarskeið,
- Hann skuldi ganga á odda fyri rationaliseringunum í
felagnum og leggja rutunetið um, meðan hann var stjóri.
Tað tók rættuliga langa tíð, tiil almenningurin fekk
nakað at vita um broytingarnar, sum fóru at koma, men
tað var arbeitt málrættað við broytingunum.
- Tað var rættuliga nógv órógv og nógvar atfinningar
móti okkum ta tíðarskeiðið. Eg var á nógvum fundum
við fólk og fyritøkur, men vit hildu tíbetur fast og tað
endaði við einum fundi í hangarinum á flogvøllinum, har
vit løgdu ætlanirnar fram, sigur Niels Mortensen.
Norðurruturnar vóru settar í gongd og sum felagið tá
segði, so kom Atlantsflog heim.
- Ja og prísirnir fóru eisini rættuliga nógv niður. Nú bar
eisini til at fáa tilboðsprísir alt árið – nakað sum ikki var
fyrr. Eg haldi, vit í dag kunnu siga, at fólk tóku rættiliga
væl ímóti broytingunum, sigur Niels Mortensen.
Nýmótansgjørdu flotan
Ferð var sett á at nútímansgera flotan av flogførum hjá
felagnum undan hesum hendingunum. Felagið hevði
í mong ár flogfør frá British Aerospace, men tey fyrst
flogførini frá Airbus-verksmiðjuni vóru farin at flúgva
fyri føroyska felagið.
Ein partur av felagnum er eisini tyrluflúgving – bæði
við ferðafólki, men eisini sum bjargingarflúgving.
Felagið hevði tyrlur av merkinum Bell 412, men
sambært nevndarformanninum, so vóru tær ikki serliga
egnaðar til umstøðurnar í Føroyum.
- Var veðrið eitt sindur sjaskut, so kundu tær ikki flúgva
við ferðafólki. Var tað bjargingararbeiðið, so kundu tær
sjálvandi leggja meira fyri, men tær vóru ikki tað besta,
sigur nevndarformaðurin.
- Tí fóru vit í samráðingar við landið um ein sáttmála
um bjarging. Hesin sáttmáli segði, at tyrlurnar skulu
standa klárar til bjarging 24/7. Vit kundu tá keypa
nýggjar tyrlur og í dag eru vit ómetaliga væl fyri við tyrl
unum, bæði tá ið tað snýr seg um oyggjaflúgving og bjarg
ingarflúgving, sigur Niels Mortensen.
Felagið fekk eisini fleiri nýggj flogfør og í dag er flotin
hjá felagnum tann mest nýmótans í Evropa.
- Men tað er neyðugt, tí umstøðurnar í Føroyum eru
rættuliga torførar at arbeiða í, sigur hann.
-Í dag er tað soleiðis, at fólk grenja um vit eru ein
hálvan tíma seinkaði. Tað er gott, tí tað vísir hvussu gott
okkara reglusemi annars er, sigur hann.
Kapping
Atlantsflog fekk aftur kapping, tá ið SAS fór at flúgva
uppá Føroyar. Tá lækkaðu ferðaseðlaprísirnir aftur.
-Tað er rætt, men eg má undirstrika, at prísirnir
vóru lækkaðir áðrenn SAS fór at flúgva, sigur
nevnddarformaðurin.
Nýggjasta beinið hjá føroyska flogfelagnum er
Hotel Hilton Inn í Havn. Hann sigur, at Føroyar eru
blivnar eitt ferðafólkaland. Her var ein fløskuhálsur við
gistingarmøguleikunum, so farið var undir at byggja eitt
hotel í Havn.
-Vit valdu at gera hetta. Ikki fyri at gera meira
av tí sama, men fyri at royna at fáa onnur ferðafólk
hendanvegin enn fólk úr Evropa, men eisini úr USA og
úr Asia, sigur Niels Mortensen.
Hann sigur, at Visit Faroe Islands hevur gjørt stór átøk
og fingið nógv fólk til Føroya úr fyrst og fremst Evropa.
Hann ivast ikki í, at gistingarhúsini sum nú eru fara at
hava ovmikið at gera.
-Vit royna at fáa fólk hendanvegin gjøgnum Hilton-
ketuna, sum er sterk í USA og Asia. Hetta er fyri ikki at
gera meira av tí sama.
Korona hevur sjálvandi broytt viðurskiftini í ár, men
nevndarformaðurin sigur, at hann ikki ivast í, at øll
gistingarhúsini fáa nóg mikið av gestum, tá ið korona er
farin afturum.
-Nú eru fleiri góð hotel í Havn og tað er sjálvandi
ein partur av ferðavinnuni at vit hava hesar
gistingarmøguleikarnar. Tað er grundarlagið undir
ferðavinnuni.
-Vit fáa skotið í skógvarnar, at vit eru eitt alment
partafelag, men vit arbeiða eftir partafelagslógini – eins
og øll onnur partafeløg.
-Sjálvur haldi eg, at Atlantsflog í dag er eitt moderna
felag, sum vit sum føroyingar kunnu vera stoltir av,
sigur Niels Mortensen, sum altso hevur sitið sum
nevndarformaður síðani 2013.
Fundurin í hangarinum í Vágum
varslaði nýggjar tíðir
Atlantsflog flýgur nú við
við Airbus-flogførum.
rðaseðlum