hósdagur 3. desember 2020síða 36
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
12
Articon
SJÚKRAFRÁVERAN MUNANDI MINKAÐ
Articon er ein tann størsta byggifyritøkan í Føroyum.
Tá ið fyritøkan hevði flest fólk í arbeiði, vóru tey 334, meðan tey
í dag eru tey 270 í tali.
- Hugsa vit um arbeiðið sjálvt, so er tað ikki nervað nakað serligt
av koronu. Vit hava havt nóg mikið at gera, sjálvt um summir av
kundunum serliga í byrjanini og fyrst í heyst vóru eitt sindur varnir,
sigur Jón Sigurðson, stjóri.
Articon hevur hav nógvar útlendingar til arbeiðis og korona
órógvaði sjálvandi nakað í tí sambandi. Fyrst avgjørdu útlendsku
handverkararnir at vera í Føroyum, men so hvørt korona rakti teirra
heimland, gjørdust teir eitt sindur ávirkaðir og vildu sleppa heim.
-Tað fingu vit so gjørt og teir sluppu at ferðast aftur og fram, men
tað kravdi eitt heilt fólk at leggja til rættis sóttarhald og hvørjum
bólkum, einstøku handverkarnir skuldu arbeiða í. Altso eitt sindur
av eyka arbeiði, men annars haldi eg vit eru sloppin væl, sigur stjórin.
Hann hevur eisini varnast, at vanliga sjúkafráveran í ár er fallin
munandi í mun til í fjør. Hon er fallin eini 30 prosent í mun til í
fjør.
-Tað hongur kanska saman við betri reinføri og at vit ikki fara til
so nógv tiltøk, sum vanligt, so at vit ikki fáa krím av ymiskum slag,
sigur Jón Sigurðson.
Articon hevur ymiskt at gera enn, men ordrabókin fyri komandi
ár er rættuliga tunn, sigur stjórin í stóru byggifyritøkuni
KJ Hydraulik
MINNI UMSETNING STØRRI AVLOP
Hudraulik-fyritøkan á Kambsdali , KJ, hevur ikki merkt so nógv til
korona farsóttina.
Í styttri tíðarskeiðum hava kundarnir kanska verið eitt sindur
varnir, men farsóttin hevur ikki givið fyritøkuni minni at gera.
-Sum hjá flestu øðrum, so merktu vit eitt sindur fyrstu tíðina, men
ikki so at vit ikki fingu gjørt okkara dagliga arbeiðið, sigur stjórin,
Ólavur Asafson Olsen.
Hann sigur, at korona gjørdi alt eitt sindur truplari við ferðing og
øðrum í eina tíð, men hetta vóru avbjóðingar, sum vóru til at loysa.
-Eg haldi eg kann siga, at vit hava verið hepnir og ikki mist nakað
av farsóttini. Vit hava nóg mikið at gera, sum er, so vit klaga ikki,
sigur hann.
Hann sigur, at virksemi hevur verið heldur minni í ár enn í fjør,
men hinvegin, so sær út til, at eitt sindur meira liggur eftir, sammett
við í fjør.
KJ arbeiðir við nógvum ymiskum – millum annað byggja tey
alibátar, selja spøl og aðra hydrauliska útgerð til alivinnuna og
onnur. Millum annað hevur KJ monterað nýggju spælini til Jákup
Sverra, sum fer í drift fyrsta dagin.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020