hósdagur 3. desember 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYND JENS KRISTIAN RASMUSSEN
H
on ger ikki nógv burtur úr sær sjálvari, og hon gongur ikki og
rópar og veipar við ørmunum. Men, hon er røsk, sera nærløgd og
nærmast ótroyttilig í sínum starvi. Hon er fødd hin 12. september
í 1948, og hóast hon í heyst fylti 72, eru hon framvegis á odda í
pakkingini hjá Vaðhorn Seafood, har hon hevur verið uttan steðg
heilt síðan 1986. Nú hevur hon ein frídag um vikuna, sum er
mikudag, men tá tú spyrt hana, nær hon fekk hetta í lag, sigur hon, at hon higartil hevur
havt frí tveir ella tríggjar mikudagar. Heilsan hevur verið góð, og tað er hon framvegis,
og øll árini hevur hon stórtrivist í saltfiskinum.
Jansy Brøðraberg er uppvaksin í Funningsfirði, haðani pápin var, og mamman var úr
Nólsoy. Hon og maðurin, Tummas Brøðraberg, búgva í Skálafirði.
Stutt upp til leiðslu
- Eg meini, eg byrjaði hjá Vaðhorn til ólavsøku í 1986. Tá helt fyritøkan til í kjallaranum
í Turkihúsinum á Skála. Petur Reinert var stjóri, og eg haldi eisini, at hann var reiðari á
línuskipunum, Thomasi Nygaard, Vaðhorn og Morgunstjørnini, sum í fyrsta lagi vóru
ráfiskagrundarlagið undir virkseminum. Arbeiðsformaður var Birgir Nónsgjógv, og høgra
hondin hjá honum var Jónsvein Olsen. Teir vóru allir sera dugnaligir, fittir og fryntligir
menn. Umframt at skipa arbeiði, vóru bæði Birgir Nónsgjógv og Jónsvein Olsen óførir
at hava maskinurnar gangandi. Hjørleif Dahl tók sær av skrivstovuni, og hann fekst við
alt pappírsarbeiði.
Jansy Olsen sigur, at tað, sum øll árini hevur merkt virksemið hjá Vaðhorn Seafood, er,
at tað altíð hevur verið stutt av gólvinum og upp til teir, sum stóðu aftan fyri virksemið.
- Sama hevur verið hesi nógv árini, nú Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen
hava átt og staðið á odda fyri fyritøkuni. Teir eru báðir fryntligir, óføra raskir og hava
verið góðir at havt við at gera. Jógvan Gregersen er blíður og miðvísur, og Jens Martin
Knudsen er altíð í gongd og sigur tingini, sum tey skulu sigast, og soleiðis eigur tað at
vera. Báðir serstakliga góðir og positivir at arbeiða saman við.
Av Skála til Strendur
Jansy Brøðraberg sigur, at í 1992 flutti virksemið av Skála og út í bygningin á Hulki,
sum í sínari tíð varð bygdur til taravirki, og her hevur saltfiskavirksemið hjá Vaðhorn
Seafood hildið til síðan.
Sum árini eru gingin, er virksemið dagført og útbygt, og umstøðurnar eru vorðnar
nógv betri. Framleiðslan er økt, samstundis sum tað hevur eydnast at skapt virkseminum
eitt størri ráfiskagrundarlag. Frysti fiskurin, sum Vaðhorn Seafood hevur keypt og virkað,
hevur eisini verið við til at tryggjað støðugari arbeiði á virkinum.
Jansy Olsen sigur, at tey fyrru árini arbeiddu tey mest brosmu og longu so nakað av
toski, og hon heldur, at hetta serliga vóru fiskasløgini, ið línuskipini, sum vóru knýtt at
virkseminum, fingu. Línuskipini landaðu á Skála, meðan virksemið var í kjallaranum í
Turkihúsinum, og tá virksemið flutti út á Strendur, landaðu skipini har.
Sum tíðin leið, gjørdist toskurin ein størri partur av ráfiskinum og saltfiskinum hjá
Vaðhorn.
- Longu, tá eg byrjaði, var størsti parturin av framleiðsluni fløk, sum vórðu lakasaltað,
og minni var av flaktum.
Jansy Brøðraberg hevur alt gott at bera Peturi Reinert og Birgiri Nóngjógv, sum báðir
eru farnir í Harrans hendur, Birgir alt ov ungur. Sama hevur verið øll árini, har Vaðhorn
Seafood eftir mínum tykki hevur havt sera dugnalig fólk á gólvinum, eins og leiðslan
hevur verið framúr.
- Hetta hava alt verið ótrúliga fitt fólk, sum øll hava vilja virkseminum og fólkinum tað
besta, sigur Jansy Brøðraberg sum endurtekur, at tað altíð hevur verið stutt av gólvinum
og upp til skrivstovuna og leiðsluna, og øll hava verið viðfarin eins.
Jens Martin loysti av
Upp ígjøgnum árini hevur Jansy Brøðraberg í fleiri ár virkað sum arbeiðsformaður á
Vaðhorn Seafood, tó at henni ongantíð hevur dámt at verið rópt formaður.
- Jú, man kann væl siga, at eg í fleiri ár hevði ein slíkan leiklut, men tá Jens Martin
Knudsen kom at arbeiða her, gjørdist hann virkisleiðari og arbeiðsformaður, og vit hava
altíð havt eitt sera gott samstarv.
Jansy Brøðraberg hevur serliga verið í vrakingini og pakkingini á virkinum. Uppgávan
hevur serliga verið at syrgt fyri, at vrakingin - ella bólkingin av vørunum - var í lagi. Hetta
kann til tíðir vera ein trupul uppgáva, tí tað er her, at framleiðslan verður góðskumett
og soleiðis eisini prísmett. Nakrar av kvinnunum vórðu í sínari tíð lærdar upp, hvussu
vrakast skuldi, og síðan hava pakkifólkini fingið tann kunnleika, sum skal til fyri at kunna
bólka lidnu vøruna.
- Fiskur er ymiskur, og eingin fiskur er eins. Tí vil tað altíð vera soleiðis, at ivi av
og á tekur seg upp um góðskingina. Onkuntíð kanst tú standa við teirri kenslu, at
metingarevnini púrasta eru farin av lagi. Eina slíka løtu plagi eg at venda mær til
leiðsluna um ráð, tí mær dámar so slett ikki, at vit fáa reklamatiónir. Vit skulu hava
okkara framleiðslu at hanga saman, og vit skulu eisini hava nøgdar keyparar úti í heimi,
sigur hon.
Dugir ikki at sleppa
Hóast Jansy Brøðraberg nú er 72 ár, sigur hon, at hon illa dugir at sleppa, og tí tekur hon
ein dag í senn, sum hon tekur til.
- Tíbetur hevur heilsan verið góð, og eg føli, at eg framvegis bæði orki og tími væl at
arbeiða. Tað er trupult at sleppa, tá tú trívist og følir teg at orka, og hetta er tað, tú hevur
fingist við at kalla alt lívið. Hesi mongu ár havi eg verið meira á virkinum, enn eg havi
verið heima við hús. Nú havi eg so fingið eina avtalu í lag, har eg havi frí mikudag, og
sjálv trúgvi eg, at eg neyvan fari at gevast heilt, so leingi eg kann gera mun.
Spurd, um hon hevði valt eina aðra lívsleið, um hon var ung og slapp at velja um aftur,
sigur Jansy Brøðraberg:
- Eg var heima og ansaði mínum børnum, meðan tey vóru smá, og áðrenn eg byrjaði
hjá Vaðhorn á Skála, arbeiddi eg eitt ár sum heimahjálp. Eg havi altíð droymt um okkurt
innan seyming, og hetta hevur eisini verið mítt frítíðarítriv. Men, tá eg eri púra erlig,
Tað hevur verið stutt av g
- Heilsan hevur verið góð, og eg føli, at eg framvegis bæði orki og tími væl at
arbeiða. Tað er trupult at sleppa, tá tú trívist og følir teg at orka. Hesi mongu
ár havi eg verið meira á virkinum, enn eg havi verið heima við hús, sigur 72 ára
gamla, Jansy Brøðraberg, sum hevur starvast fyri Vaðhorn Seafood síðan 1986
»... Tíbetur hevur
heilsan verið góð, og
eg føli, at eg framvegis
bæði orki og tími væl at
arbeiða...»