hósdagur 3. desember 2020síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
trúgvi eg, at um eg valdi um aftur, hevði eg helst valt okkurt, sum hevur við sjógv og
fisk at gera, sigur hon.
Av teimum, sum í dag starvast hjá Vaðhorn Seafood, hava fleiri verið leingi í starvi,
men eingin hevur verið so leingi sum Jansy Brøðraberg, ið ongantíð hevur verið burtur
úr starvinum, síðan hon byrjaði.
- Men, systir mín, Sevilda Østerø, sum var her til fyri umleið tveimum árum, byrjaði
hjá Vaðhorn áðrenn eg. Hon gavst, tá maður hennara gjørdist sjúkur og doyði fyrr í ár.
So, um hon var her framvegis, hevði hon havt verið longri her enn eg. Tó skal sigast, at
Sevilda Østerø var aðrastaðni okkurt stutt skifti, sigur Jansy Brøðraberg, sum hevur verið
Vaðhorn Seafood ein dyggur og trúgvur starvsfelagi - eitt álitisfólk burturav.
Best skil fyri saltfiski
Jógvan Gregersen, sum er stjóri á Vaðhorn Seafood, sigur, at Jansy Brøðraberg er eitt
fantastiskt menniskja og starvsfólk, og tað er hon, sum hevur best skil fyri saltfiski á
virkinum.
- Hon stendur framvegis fyri pakkingini, har hon er eitt arbeiðsjarn burturav. Hvør
einasti saltfiskur er unikkur, og her dugir Jansy Brøðraberg ógvuliga væl at finna
javnvágina. Hon leggur bæði tað visuella og kensluliga í hvønn fisk. Hvør vinna hevur
sín spesialitet, og her dugir hon ótrúliga væl at skilja ta stóru myndina - um eg so kann
siga. Tað er hon, sum hevur tikið avgerð um, hvussu skiljingin skal vera, og hon hevur
eina ómetaliga góða føling við, hvat hendir í hinum endanum, har tað er keyparin, sum
fær vøruna. Hon er altíð væl uppløgd og positiv og hevur øll árini verið ein stórur fongur
fyri fyritøkuna, sigur Jógvan Gregersen, stjóri.
ólvinum upp til leiðsluna
Samrøða
- Var eg ung í dag og valdi um aftur,
trúgvi eg, at eg helst hevði valt
okkurt, sum hevur við sjógv og fisk
at gera, sigur 72 ára gamla, Jansy
Brøðraberg, sum hevur starvast fyri
Vaðhorn Seafood síðan 1986
»... Jansy Brøðraberg er
eitt fantastiskt menniskja
og starvsfólk, og tað er
hon, sum hevur best skil
fyri saltfiski...»