hósdagur 3. desember 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Effo
STONGDU STØÐIRNAR Í EITT
TÍÐARSKEÐ
Tá ið korona av álvara gjørdi vart við seg í Føroyum, valdu
bæði oljufeløgini, Effo og Magn, í eitt skifti at lata handlarnar á
bensinstøðunum aftur.
Hetta fyrst og fremst fyri at minka smittuvandan.
-Tað gjørdi sjálvandi, at vit mistu eitt sindur av umsetninginum
tá, men eg haldi at vit hava vunnið tað innaftur, sigur Janus
Thomnsen, stjóri í Effo.
Hann sigur, at sjálvt um samfelagið er hótt eitt sindur av korona,
so skulu fólk hava olju fyri at halda húsini heit, bilarnir skulu hava
olju og bensin og skipini skulu hava olju.
-Vit eru eisini sloppin undan sjálvari smittuni millum starvsfólkini
– onkur hendinga hevur verið í sóttarhaldi, men eg veit ikki um
nakran, sum er smittaður, sigur Janus Thomsen.
Meira enn 200 fólk arbeiða hjá Effo, so tá ið hugsað verður um,
hvussu mong hóast alt hava havt smittuna, so er væl sloppið.
-Ja, tíbetur hava vit verið ógvuliga heppin í so máta, sigur Janus
Thomsen.
Hann leggur afturat, at úrslitið í ár helst fer at líkjast úrslitinum,
sum fyritøkan kom út við í 2019 – og tað var eitt gott ár.
Norðoya Sparikassi
BROYTTAR MANNAGONGDIR
Peningastovnarnir hava kritiskar funksjónir í samfelagnum, sum
skulu virka hvønn einasta dag.
Tí var tað avgerandi, tá ið koronafarsóttin kom til Føroyar, at
peningastovnarnir tryggjaðu sær, at teir kundu røkja funksjónirnar,
sjálvt um onkur var raktur av korona.
-Hetta var okkara ábyrgd. Tí stongdur vit avgreiðsluna tær fyrstu
vikurnar, men lótu so eitt sindur uppaftur, sigur Marner Mortensen,
stjóri í Norðoya Sparikassa.
Hann sigur tó, at tað framvegis ber til at koma í bankan, men tað
krevst bara at hetta verður gjørt eftir avtalu.
Annars mæltu peningastovnarnir til, at øll viðurskifti vóru
avgreidd talgylt ella umvegis telefonina.
-Tíbetur eru vit ikki rakt av smittuni í Sparikassanum. Vit hava
verið varin og tað hava kundarnir eisini verið, sigur stjórin.
Ein annar partur, sum eisini rakar peningastovnar er, hvussu
kundar teirra verða ávirkaðir av smittuni.
-Hetta er enn rættuliga ókent, men vit vita at ferðavinnan og
matstovuvinnan er ógvuliga hart rakt. Hetta rakar ikki okkum so
hart, men vit mugu fylgja við hvat hendir og meta um váðan alla
tíðin. Tað ger fíggjareftirlitið eisini, leggur stjórin afturat.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020