hósdagur 3. desember 2020síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Thor Offshore
TRUPLARI MEN TAÐ GONGUR
Reiðaríið Thor arbeiðir bæði í fiskivinnuni og í frálandavinnuni.
Frálandavinnan er helst tann parturin, sum er harðast raktur
av korona. Skipini sigla kring allan heim og alla tíðina skulu
manninganar flytast millum skip og heimstað.
-Tað hevur gingið hampulig, men tað er við góðum vilja frá
mongum, sigur Alfred Joensen, sum er stjóri í Thor Offshore.
-Vanliga eru manninganar umborð í sjey vikur og so sjey vikur
heima. Tann rutinan var ofta broytt og summi vóru umborð í
tríggjar mánaðir, men tað hevur tó ikki verið verri enn so, at øll
framvegis eru hjá okkum, sigur hann.
Hann sigur, at tey hava eisini verið varin og at manninganar hava
sitið á hotellum í sjey dagar, hvørja ferð tey hava skift frá skipi ella
eru farin umborð.
-Tað hevur verið truplari og eitt sindur dýrari, men eg haldi ikki
vit hava mist inntøkur av korona, sigur Alfred Joensen.
Mowi Føroyar
MINNI FERÐING OG LÆGRI
LAKSAPRÍSIR
Alivinnan hevur eisini merkt, at korona herjar um allan heim.
Laksaprísirnir ru falnir, men tíbetur er tað soleiðis, at føroyskur
laksur kortini hevur selt – altso at alifeløgini eru sloppin av við fiskin.
-Støðan hjá Føroyum geopolitiskt í løtuni er viðvirkandi til, at
okkara marknaðir eru so ymiskir. Vit sleppa avv ið laks í USA, Kina,
Russlandi og Evropa, sigur Hans J. Mikkelsen, stjóri í Mowi.
Hann sigur, at korona hevur broytt mannagongdir nakað, tí tey
hava verið varin og hava hildið seg til almennu tilmælini viðvíkjandi
frástøðu og reinføri.
-Korona hevur eisini gjørt, at vit hava ferðast munandi minni.
Teams er nógv brúkt í staðin fyri, men tað ber eisini til, sigur stjórin.
Tað er rættuliga avgerandi fyri alifyritøkurnar, at tær hóast alt er
slopnar av við fiskin, tí tað kann gerast ein trupulleiki, verður hann
ikki tikin, tá ið hann hevur fingið ta stødd, marknaðurin vil hava.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020