Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-12-03, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. desember 2020síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Norðsetur NORÐSETUR HEVUR ÚR AT GERA - Vit kunnu ikki siga, at korona hevur rakt okkara virksemi nakað serligt, men samskiftið hevur verið eitt sindur øðrvísi enn annars, sigur Helgi Olsen, stjóri Norðsetur hevur nógv sethús í gerð kring landið. Umleið 20 mans arbeiða hjá byggifyritøkuni, og líkt er ikki til, at hesir gerast arbeiðsleysir, hvørki í ár, ei heldur næsta ár. Tað er Helgi Olsen, sum eigur og rekur fyritøkuna í Hvalvík, og hann sigur, at teir arbeiða við nýbygging í fleiri pørtum av landinum. - Eg vil siga, at korona hevur ikki rakt okkum stórvegis. Tíbetur hevur eingin verið sjúkur, men vit hava eisini roynt at ansað eftir. Samskifti millum skrivstovu og viðskiftafólk hevur verið øðrvísi í ár - á tann hátt, at færri fólk hava verið á gátt hjá fyritøkuni í Hvalvík. Helgi Olsen sigur, at samskift serliga hevur verið um telefon og teldupost, og hann dylur ikki fyri, at tey eru mong, sum í hesum ári hava vent sær til fyritøkuna við fyrispurningum um bygging. - Eg haldi ikki, vit kunnu siga, at korona hevur merkt okkara virksemi nakað serligt. Í summum førum hevur tað tikið eitt sindur longri tíð at fingið tilfar heim, og tí hevur eisini verið neyðugt at bílagt tilfar í góðari tíð, sigur stjórin. Norðsetur byggir elementini til sethúsini í byggihøllini í Hvalvík, og síðan verða tey sett upp á staðnum. Í løtuni verður arbeitt við at byggja 1000 fermetrar aftrat teimum verandi hjá fyritøkuni, og tað fer helst ikki at taka langa tíð, til nýggi parturin stendur reistur. Uppíbyggingin fer at gera umstøðurnar hjá byggifyritøkuni í Hvalvík enn betri. Klaksvíkar Sleipistøð VIRKSEMIÐ ER TAÐ SAMA Sjálvt um fleiri føroyskar fyritøkur eru raktar av koronafarsóttini, sum eru tað aðrar, sum arbeiða næstan sum vanligt. Sjálvandi skulu tdær fyrihalda seg til almennu tilmælini í sambandi við farsóttina, men tað vanliga gerandisarbeiðið heldur fram. - Hjá okkum hava vit ikki merkt, at tað er minni at gera. Vit mugu sjálvandi fyrihalda okkum til mælini frá almenna myndugleikanum og tað gera vit eisini. Vit hava útlendingar, sum arbediða her og teir mugu so í sóttarhald so ella so í hesar seks dagarnar, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS. Sleipistøðin í Klaksvík ger fyrst og fremst umvælingar av skipum og skipsmotorum. Í løtuni er strandfararskipið Ternan til dømis til 40 ára klassing í Klaksvík - Ja – vit arbeiða sum vanlit og so royna vit at fylgja tilmælunum, sigur stjórin á KSS. SOLEIÐIS GEKK 2020 SOLEIÐIS GEKK 2020