hósdagur 3. desember 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
20
P/F Petur Larsen:
EITT ØÐRVÍSI ÁR
H
já fyritøkuni Petur Larsen í Fuglafirði, sum
fæst við at veita maskinur og tænastur til
fiskivinnuna hevur 2020 verið eitt heldur
øðrvísi ár, har virksemið ikki hevur verið sum
vant.
Fyrst og fremst tænastuveiting í ár
Tað hevur verið eitt rættiliga serligt ár. Vit hava havt nógvar
avbjóðingar, tí millum annað er ein stórur partur av okkara arbeiði
uttanlands, men tað hava sum kunnugt verið stórar avmarkingar í
møguleikanum at ferðast, og tí hevur tann parturin verið avmarkaður
í ár, sigur Rógvi Róin, stjóri.
Hann greiðir frá, at tann parturin av virkseminum, sum hevur
verið harðast raktur, er sølan av maskinum og lutum.
Tað steðgaði fullkomiliga upp, tí ongin vildi gera íløgur. Vit hava
heldur ikki fingið gongd á søluna av nýggjum vørum av somu orsøk.
Tí hevur árið hjá okkum fyrst og fremst verið myndað av, at vit hava
veitt tænastur til skip og virkir, sigur Rógvi Róin.
Løgdu stilt í ein mánað
Tá ið korona breyt út í Føroyum í vár, gjørdu tey hjá Petur Larsen
av at leggja stilt, men tað vardi bara umleið ein mánað, so var farið
í gongd aftur.
Vit byrjaðu aftur um hálvan apríl, men virksemið hevur verið
øðrvísi síðani tá. Tað er ordiliga steðgað upp hjá kundum okkara
við at gera íløgur, og tí hava vit ikki selt nakað av nýggjum vørum.
Men hetta hevur tó gjørt, at vit hava fingið betri tíð til arbeiða við at
menna nýggj produktir, sum koma út í næstum, sigur Rógvi Róin.
Hann sigur, at tað er greitt, at fyritøkan kemur at hava eitt tap í
ár, men óvist er, hvussu stórt tað verður.
Men vit hava góðar vónir til komandi ár. Vit eru nokk so jalig av
lyndi, men tað kann vera ein avbjóðing at fáa viðskiftafólk okkara
at gera nýíløgur. Vanliga eru íløgur í maskinur og aðra útgerð, sum
vit selja, umleið ein fjórðingur av umsetninginum hjá okkum, og vit
vænta, at við teimum nýggju vørum, ið vit hava á veg á marknaðin,
so verður áhugi fyri at gera íløgur, og tí gita vit, at 2021 fer at líkjast
einum vanligum ári hjá Petur Larsen, sigur Rógvi Róin at enda.
Sandavágs Timburhandil:
LÍKIST ÁRINUM Í FJØR
H
já Sandavágs Timburhandli sær árið í ár út til
at líkjast 2019 rættiliga nógv. Tað sigur stjórin,
Albert Ari Thomassen, sum er nøgdur við árið.
Vit síggja út til at enda á sama støði sum í
fjør, og tað eru vit vælnøgdir við, sigur hann.
Selt meira til privatfólk
Korona hevur sjálvsagt ávirkað árið hjá Sandavágs Timburhandli,
eins og tað hevur hjá øllum øðrum.
Vit hava upplivað ein øking í søluni til privatfólk, meðan tað
hevur verið ein minking í søluni til verkætlanir. Men tilsamans
gongur tað upp, so tað er bara býtið av søluni, ið hevur forskotið seg
eitt sindur í ár, sigur Albert Ari Thomassen.
Hann greiðir frá, at Sandavágs Timburhandil er ein fyritøka, sum
í øgiliga stóran mun leggur seg eftir sølu til verkætlanir.
Vit leggja okkum nógv eftir sølu til verkætlanir, men tað merkir
tó ikki, at vit ikki eisini selja til privatkundar. Vit hava hóast alt eini
4.000 fermetrar av vørugoymslu, sum er ætlað privatkundum, hóast
vit ikki hava nakra byggibúð og til dømis ikki selja máling, sigur
Albert Ari Thomassen.
Góðar vónir til komandi ár
Spurdur, hvørjar vónir hann hevur til komandi ár, sigur stjórin í
Sandavágs Timburhandli, at hann hevur góðar vónir.
Vit síggja bjart uppá 2021. Vit vænta ikki nakra kreppu, men
man kann altíð vænta, at tað koma onkur sein árin av korona. Men
samanumtikið hava vit góðar vónir fyri komandi ár, sigur stjórin í
Sandavágs Timburhandli.
SOLEIÐIS GEKK
2020
SOLEIÐIS GEKK
2020