hósdagur 3. desember 2020síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Bilar
Visjón: Eingin skal doyggja ella fáa álvarsligan skaða í einum Volvo
N
ógv standardútgerð og trygd í heims
klassa eru lyklaorð hjá Volvo í sam
bandi við XC60
Sambært Volvo er XC60 ein av
tryggastu bilum á marknaðinum.
Visjónin hjá Volvo er, at eingin skal
doyggja ella koma álvarsliga til skaða í ferðsluni í einum
Volvo.
XC60 hevur fleiri innbygdar trygdarskipanir, sum miða
ímóti tí sjálvkoyrandi bilinum.
Volvo XC60 fæst í nógvum ymiskum útgávum.
Bilurin á myndunum er ein XC60 B5 AWD Inscription
Diesel við 235 hk + elmotori við 14 hk. So hann hevur
tilsamans 249 hk. Av útgerð kan nevnast t.d. leðursetur
v/memory til førara, aktivan fartpilot, Pilot Assist, El
baklúku, LED lyktir ið blenda upp og niður sjálvar,
oljufýring við møguleika at tendra hana við einari app
til fartelefonina, tónaðir rútar aftan, innbygd barnasetur,
hita í sprinklaradysunum, bakkikamera, p-sensorar
framman og aftan, 9,3” Touch skerm.
Bilurin er ein ektaður Volvo í allar mátar og er
eyðkendur við nýggja Volvo designstílinum. Kvaliteturin
merkist allan vegin ígjøgnum. Stóra aksilfrástøðan ger,
at gott beinpláss er í kabinuni, sum er stór og rúmlig við
komforti á sera høgum støði. Viðførisrúmið er heilar 505
litrar, sum er eitt av tí størsta í sínum klassa.
Bilurin er kvikur við góðum botntrekki, friðarligur og
væl ljóðdoyvdur. Automatiski gearkassin ger eisini sítt til,
at koyrikomforturin er so góður. Motorarnir hjá Volvo
eru kvikir og krafta væl, eins og teir eru orkusparandi
og reinir.
Prísurin fyri hendan XC60 B5 AWD Inscription Diesel
er 853.000, men XC60 fæst úr 590.000. Volvo XC60
kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel.
Volvo XC60 er ein ektaður Volvo í allar mátar og er eyðkendur við nýggja Volvo designstílinum
Innan er hesin Volvo XC60 eisini sera snøggur við hvítari
leðurkabinu
Volvo XC60
– trygd í heimsklassa
LÝSINGARGREIN