hósdagur 3. desember 2020síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Ford Explorer plugin-hybrid
Kann koyra 42 km upp á el uttan at bensinmotorurin verður brúktur
E
xplorer hevur higartil verið eitt snið til am
erikanska marknaðin. Men nú fæst hann
eisini á okkara leiðum.
Hesin risastóri SUV fæst bara sum
plugin-hybrid. Tað vil siga, at hevur ein
bensinmotor og ein el-motor, sum kann
løðast upp frá elnetinum – og sum kann løða undir koyr
ing, sum vit vanliga kenna tað frá hybridbilum. Hevur tú
hug at spara bensin, so kanst tú til dømis løða tær bilin
náttina og koyra upp til 42 kilometrar, uttan at bensin
motorurin verður brúktur.
Ford Explorer hevur sjey setur, fýrahjólstrekk, automat
isk gear. Hann hevur 453 hestakreftir, og í miðal klárar
hann at koyra yvir 30 km/l og kann koyra upp til 42 km
bara við el.
Sambært danska blaðnum Bilmagasinet er hugsunnar
hátturin hjá Ford at framleiða ein bil til allar marknaðir,
og tað er hetta, saman við bilavgjøldunum her á okkara
leiðum, sum er orsøkin til, at hesin sjáldsami gestur er
komin hendavegin: Tann modernaði ameriksanski risa-
SUV.
Eftir góðu royndunum við at innflyta Mustang hend
anvegin kemur Explorer sum næsti amerikanski Ford
hendanvegin. Hann fæst við einari motorútgávu og
tveimum útgávum, tað snýr seg um útgerð, og tá so at
siga alt er standard frá verksmiðjuni, skulu kundarnir bara
velja lit – og kanskan ein krók.
Ford Explorer er ein amerikanskt framleiddur SUV í
miðal stødd. Sniðið er framleitt í átta milliónum eintøkum
síðani 1991. Hetta sætta ættarliðið varð kunngjørt í 2019
og er nú fyri fyrstu ferð komið á evropiska marknaðin.
Í USA er Explorer ein vanlig SUV stødd miðal, men
her á okkara leiðum er tað einn full-size SUV í støddini
large í flokki við Mercedes GLE, Audi Q7 og Volvo XC
90.
Explorer fæst við fleiri bensinmoturum í USA, men her
kemur bara ein: Ein plugin-hybrid við V6-bensinmotori,
elmotori og litiumbattaríi. Elektronisku komponentarnir
og battaríið í hybriddrívlinjuni kemur frá Ford Kuga.
V6'arin hevur 350 hk og elmotorurin 102 hk. Tilsam
ans gevur hetta 457 hk og eitt moment upp á 825 Nm.
Kreftirnar vera fluttar til eitt elektroniskt stýrt fast fýra
hjólstrekk við einum 10-trins automatgearkassa. Hann
klárar at koyra upp til 42 km sambært WLTP-krøvunum,
meðan tað almenna nýtslutalið er 32,3 km/l.
Tá bilurin vigar 2,5 tons og fyllir nógv á vegnum, er
spurningurin um hann er ein »grøn« loysn. Men tað
er ótrúliga »avvápnandi« at kunna koyra fram við eini
stórari mannamúgvu í einum stórum fýrahjólstrekkjara,
sum ikki gevur eitt ljóð frá sær yvirhøvur. Harumframt
er einki útlát – meðan tú koyrir upp á el.
Hybriddrívlinjan hevur fýra møguleikar: At koyra bara
upp á el, at goyma el til seinni nýtslu, at løða battaríið
við bensinmotorinum ella at lata bilin sjálvan finna bestu
samansetingina millum el og bensin.
Sum standard eru fimm koyriprogramm til fýrahjóls
trekkið: Normal, Eco, Slippery (vátt føri), Sport, Tungt
sleip, Trail (djúp hjólspor) og Kavi/sandur.
Talgildu tólini handan rættið broyta seg alt eftir koyri
programmi.
Ford Explorer hevur sjey setur, fýrahjólstrekk, automatisk gear. Hann hevur 453 hestakreftir, og í miðal klárar hann at koyra yvir 30 km/l og kann koyra upp til 42 km bara við el
Bilar
LÝSINGARGREIN