týsdagur 8. desember 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. desember 2020 · Nr. 87
2MIKUDAGSBLAÐIÐ
Tað var ikki uttan orsøk at marg
háttliga uppskotið hjá Pedagog
felagnum um eyka ískoyti til
pedagogar, sum arbeiddu í kor
onutíðini, var so illa móttikið
fyrr í ár, at felagið mátti taka
tað aftur.
Tí tað er púra burturvið av
einum almennum starvsbólki
at koma við slíkum kravi, tá tað
eru so ómetaliga nógv onnur
fólk, sum eru komin nógv verri
fyri av koronukreppuni.
Tað eru starvsfólk á privata
arbeiðsmarknaðinum,
sum
bera tyngstu byrðarnar. Tað eru
starvsfólk á privata arbeiðs
marknaðinum, sum eru søgd
úr starvi, koyrd niður í tíð, hava
mist nógva og ofta alla inntøk
una. Tað eru ikki almenn starvs
fólk, sum hvønn mánað fáa sína
tryggu almennu løn – sjálvt um
tey eru send heim at arbeiða ella
bara send heim uttan at arbeiða.
Tí er eitt krav frá pedagogum
um »vandaviðbót« í sambandi
við koronukreppuna eitt skot
so langt, langt oman fyri málið.
Koronukreppan hevur víst
okkum, hvussu stórur munur
tað er á almennum og privatum
starvsfólkum.
Hvussu
nógv
tryggari størvini eru hjá tí al
menna, har tað ikki verður hugt
á botnlinjuna, tá metast skal
um starvsfólkahópin, tí lønin
verður goldin kortini. Privatu
arbeiðsplássini hava ikki henda
møguleika, tí tey fáa ikki løn úr
stórapotti. Hetta er kanska ringt
hjá nógvum at skilja – enntá hjá
politikarum. Tað gav at bíta, tá
starvsfólk hjá Atlantsflog vórðu
søgd úr starvi. Tá vóru tingfólk,
sum hildu, at tey skuldu ikki
sigast upp, men bara verið send
heim við løn. Men Atlantsflog er
eitt partafelag, og tí má felagið
uppføra seg sum eitthvørt ann
að privat virki, sum tó hevur
tann fyrimun, at felagið nú fær
100 milliónir úr landskassanum,
nú tað stendur á við gjaldføri.
Ferðavinnan liggur øll sum
hon er í andaleypi. Har eru tap
ini so stór, at hjá hotellum og
matstovum hjálpir alemnna
hjálpin so lítið, at har eru nógv
arbeiðspláss longu farin fyri
skeytið.
Men áðrenn samráðingar
verða við Pedagogfelagið um
»vandaviðbót« frá tí almenna,
so eiga vit at hugsa um tey, sum
eru nógv størri vanda, tí tey
hava mist alla sína inntøku.
Samhaldsfestið á arbeiðs
marknaðinum er tíverri ikki
størri enn so, at ein og hvør er
sær sjálvum næstur. Munurin
er sera stórur á teimum, sum
hvønn mánað fáa sína tryggu
løn og teimum, sum av konjukt
ursveiggjum ella koronukreppu
verða send til hús.
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Kvøða
til Vill
ingadals
vegin
MARTIN NÆS SÍÐA 12
Neyvan nakran
tíð verður frítt at
koyra gjøgnum
undirstjóvar
tunlar
Valfeløgini hjá Sambands
flokkinum og Fólkaflokki
num í Norðoyggjum halda,
at móðurflokkarnir skulu
halda síni vallyfti um, at
tað skal vera frítt at koyra
ígjøgnum Norðoyatunnilin
og Vágatunnilin, tí lánini
eru afturgoldin.
Jørgen Niclasen hevur
sagt, at tað skal vera frítt at
koyra, og tá hann var lands
stýrismaður undir næst
síðstu
samgongu
lovaði
hann, at hann fór at leggja
uppskot um tað fyri tingið.
Men enn er einki uppskot
komið, og lítið bendir á, at
hann fer at koma við slíkum
uppskoti.
Staðfestast má, at polit
ikarar valla eru sinnaðir at
innfríað hetta lyfti. Teimum
dámar so væl gjøld og ser
liga tá pengar fossar inn í
almenna kassan uttan um
skattaskipanina. Tað tey
kalla »avgjaldsøði«.
Og verður tað frítt at
koyra gjøgnum Norðoya-
og Vágatunlarnar, so verð
ur truplari at halda fast
um risa stóra gjaldið fyri
at koyra ígjøgnum Eystur
oyartunnilin og ikki minst
Sandoyartunnilin, tá hann
verður klárur.
Tí munnu flestu polit
ikarar hugsa sum so, at vit
mugu hava eitt felags gjald
á onkran hátt soleiðis, at
allir
undirsjóvartunlarnir
skulu
lyfta
byrðuna
í
felag. Tað merkir so, at
tað ongantíð verður frítt
at koyra gjøgnum undir
stjóvartunlar í Føroyum. Tí
verandi tunlar skulu eisini
hjálpa til at fíggja Suðuroy
artunnilin, tá hann kemur.
Leygardagin 28.
november kom
út bóklingur við
48 løgum eftir
Leiv Guttesen
Leivur Guttesen í Havn
livdi frá 1929 til 1997, var
havnarmaður og sonur
Jens Christian (Kisan) og
Johonnu Guttesen. Hann
var íðin og dugnaligur
tónleikari
og
sangari.
Hann skrivaði eisini løg
og legði tey til rættis fyri
kór og fylgispæl. Tað eru
hesi løg, sum verða sýnd
fram í bóklinginum “Leiv
ur Guttesen, 48 løg til and
aligar sangir”.
Í bókini eru lýsingar
eftir Jóhan Vang, Árna
av Reyni og Poul Færø av
Leivi Guttesen sum menn
iskja og tónleikara, og bók
lingurin er prýddur við 17
myndum, sum á sín hátt
lýsa menniskjaliga og tón
leikaliga umhvørvið, sum
Leivur vaks upp í og tók
lut í.
Bóklingurin fæst í bók
handlunum fyri 150 kr.
Tórshavnar Býráð hev
ur stuðlað útgávuni.
Forlagið Nótar við Zac
hariasi Sørensen gevur
bóklingin út.
Meira
um Sam
haldsfasta
BOZENA RASMUSSEN
KJAK SÍÐA 12
Vilja hava lyftið frá
Jørgen innfríað
Enn vantar nógv í at fáa
javnrætt arbeiðsmarknaðinum
Leivur Guttesen –
48 løg til andaligar sangir
Leivur Guttesen var føddur í
1927 og andaðist í 1997
VANDAVIÐBÓT ELLA ONGA LØN
VANDAVIÐBÓT ELLA ONGA LØN